Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 197 - 12. oktober 2006 Støðan í Irak versnar fyri hvønn dag, og eygleiðarar tala nú um veruligt borgarakríggj. Meðan menn í Pentagon fyri einum ári síðani tosaðu um, at tað fór at taka einar fimtan til tjúgu mánaðir at fáa lóg og landaskil til vega í Irak, tala somu menn nú um fimtan til tjúgu ár! Tað seinasta er, at ein amerisk-irakisk kanning, prentað í The Lancet, avdúkar, at 600.000 sivilfólk hava latið lív í Irak, síðan innrásina hjá teimum sameindu. Hetta er út við seks ferðir so nógv, sum USA higartil hevur boðað frá. Sum vera man stendur hart stríð millum partarnar um hesi tølini, og forsetin vísti í gjárkvøldið hesum tølum aftur. Hinvegin halda hagfrøðingarnir aftan fyri greinina í The Lancet fast við síni tøl, sum teir siga byggja á haldgott vísindaligt háttalag. Tað er torført hjá umheiminum at taka dagar millum partarnar. Uttan mun til, hvør, ið sigur satt, ella um sannleikin liggur á miðjuni, so má staðfestast, at kríggið í Irak hevur útviklað seg til ein ræðuligan sorgarleik. Sum í øllum kríggjum eru kvinnur, børn og gomul offrini, og henda støðan stendur við og versnar. Nógv spyrja í dag, hvussu tað kundi ganga so galið. Teir sameindu vunnu jú og fingu einaræðisharran og bølmennið frá valdinum. Tað finst ikki eitt eintýtt svar. Hetta hevur alt nakað at gera við ymiskar mentanir, ymiskar átrúnaðir og sterka lyndið hjá amerikanskum høgrapolitikkarum at undirmeta fólk í triðja heiminum. Hesir, sum hava ábyrgdina av innrásini og tá fyrst og fremst Rumsfeldt, skilja ikki, at ein ikki uttan víðari kann umplanta amerikanska politiska skipan til eitt diktatur við fleiri stríðandi átrúnaðarligum samfelagsbólkum og fleiri tjóðum. Hetta hevur eisini nakað at gera við, at teir ráðandi í USA als ikki skilja muslimska heimin og so hevur hetta eisini heilt einfalt nakað at gera við, at ávísar kreftir í USA vilja hava fatur á oljuni hjá Irak. Sama ger – sorgarleikurin heldur fram og neyðin, elendigheitin og drápini halda fram, meðan tey óseku líða, og USA eins og í Vietnam á sinni søkkur djúpari og djúpari í politiska og hernaðarliga kyksendið. Sosialurin USA í kyksendi Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Í mikudags-Sosialinum hev­ ur Jeffrei Henriksen eina viðmerking til grein hjá mær í mánadags-Sosialinum, har hann – móti betri vitandi – velur at javnstilla hugtøkini esperanto og nýføroyskt esperanto. Sum flestu kunnugt er esperanto eitt konstruerað mál til altjóða nýtslu, gjørt av pólsk-jødiska læknanum L. Zamenhof í 1887. Fe­lags fyri esperanto og ný­før­oyskt esperanto er, at bæði eru konstruerað. Størsti munurin hinvegin er, at esperanto góðtekur øll millumtjóða orð, meðan nýføroyskt esperanto ikki góðtekur millumtjóða orð. Tann sum ynskir at vita meir um nýføroyskt esperanto er vælkomin at lesa greinina. E.S. Danskt hoyrir eisini upp í indo-europæisku málættina saman við stór­ um parti av Europa, India og mest alt Amerika v.m. Á breddanum í føroyskum politikki standa globali­ sering og visjónir ovarliga, og mannarættindi niðarliga – ella als ikki. Tað er gott at leggja ætlanir fyri fram­ tíðina, men tað er ein trupulleiki at politiska skip­anin og flokkarnir ikki virða mannarættindi. Annar trupulleiki er, at tá politikarar úttala seg, so er tað við síni persónligu meining. Tað er ikki nøktandi fyri føroya fólkið, og als ikki í tráð vid nútíðina. Kortini velja politikarar at taka hendan trupulleikan við sær inn í framtíðina, møguliga til onnur at taka avgerd um. Mannarættindi er ein sjálvfylgja Tað er gott at politikarar gera nógv burturúr globalisering og visjónum, men eins ræðandi og óskiljandi er tað, at mannarættindi als ikki er eitt mál, sum teir virða. Her er føroyskur politikkur rættuliga aftarliga - í mun til politiska arbeiðið í øðr­ um londum. Tá politikarar aðrastaðni úttala seg persónligt, eru minnilutar tryggjaðir í lógini um mannarættindi, mótvegis í Føroyum, her bæði politiska skipanin og flokkarnir bera seg undan. Nokta at verja minnilutar Mannarættindi eru ov kompliserað mál hjá okkara politikarum at taka støðu til, og tað er ein trupulleiki(!), nú vit skulu fyrireika okkum til globaliseringina og vilja brynja okkum til framtíðina við visjón 2015. Heldur enn at raðfesta og loysa málið, skáka politikarar sær undan at taka støðu. Tað lata teir til onnur at taka avgerð um, einaferð í framtídini. Torført at meta um avleiðingarnar Spurningurin um manna­ rættindi eru í tráð vid nútíðina, og tíðin er búgvin til at landið tekur ábyrgd í etiskum málum og verjir minnilutar. Tað verður ein av mest umráðandi spurn­ inginum í framtíðini. Tor­ ført verður at meta um avleiðingarnar um etiskir spurningar verða gjørdir til persónliga søk hjá tí ein­ staka fólkavalda. Tað kunnu vit ikki liva við. Eg fái ilt fyri hjarta, tá eg lesi viðmerkingar hja eitt nú Bill Justinussen: ’Eg kann ikki taka stødu, tí eg kann ikki persónligt standa innifyri tí’!... Slík sjónarmið seta málið í perspektiv. Tíðin er búgvin at dagførda føroyskan poli­ tikk. Jeffrei Henriksen og nýføroyskt esperanto Regin Eikhólm Bjørg Joensen Føroyskur politikkur anno 2006: Vilja lata trupulleikarnar ganga í arv LISTASAVN Listasavnið á Sandi hevur nú verið opið allar dagar uttan mánadagar síðan 17. juni og er hampuliga væl vitjað. Næstan 1000 fólk, tey flestu føroyingar, men eisini fitt av útlendskum ferðafólki, hava vitjað, og øll lata sera væl at. Listin, sum Sofus og Gunhild hava savnað, er frálík, og bygningurin, sum Palle Gregoriussen hevur teknað, er sera snotiligur. Heystfrítíðina afturat er opið týsdag til og við sunnudag kl.14-16, og so er summarskeiðið at enda komið. Vetrarhálvuna - frá 16. oktober til 15. mai er op­ið sunnudag kl.14-16 og ein gerandisfyrrapart kl.11-13 um vikuna. Fyri fyrst er ætlanin, at hetta skal vera ein tænasta, sum skúlaflokkar og ferðaløg kunnu ringja og gera avtalu um. Listasavnið á Sandi væl vitjað