hósdagur 12. oktober 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 12. oktober 2006
11
Hesaferð um
heilsuverk og
heilsuátøk
Sjálvsagt er heilsuverkið
eitt av teim økjunum, sum
eisini er raðfest frammaliga
í fíggjarlógaruppskotinum.
Heilsuverkið fevnir her
bæði um tað primera fyri
byrgjandi
heilsuverkið
(sum
kommunulæknar,
heilsufrøðiskipan o.a.) og
tað sekundera viðgerðandi
heilsuverkið (sum er sjúkra
húsverkið).
Yvirlitið vísir upprað
festingarnar á fíggjarlógar
uppskotinum – tvs. tað
sum er lagt aftrat omaná
avsetingarnar til vanligan
rakstur.
1) Sjúkrahúsini: Hesaferð
verða settar 3,7 mió.kr. av
til serligar uppraðfestingar
á sjúkrahúsunum, m.a. við
at styrkja heilsutænastuna á
serlæknaøkjum.
Á Landssjúkrahúsinum er
tað røntgentkanningarøkið
í ár, og hildið verður
fram í 2007 við at styrkja
krabbameinsviðgerðina og
neurologisku tænastuna við
at serlæknar verða settir á
hesum økjunum. Eisini skal
dialysuviðgerðin styrkjast.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsini
skal í 2007 umsíðir setast
ein medisinskur yvirlækni,
eftir at læknamanningin
í áravís bert hevur verið
kirurgiskir yvirlæknar.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
er tað serliga KT-økið, sum
verður raðfest.
2)Kommunulæknavakt
arskipan: Í áravís hevur
verið arbeitt fyri at fáa
eina nýggja vaktarskipan á
kommunulæknaøkjunum.
Umsíðir er nú greitt, at ein
nýggj skipan verður sett í
verk í jan. 2007. Endamálið
er at veita borgarunum eina
betri og tryggari lækna
tænastu uttan fyri vanligu
viðtalutíðirnar.
Samstundis er endamálið
at skapa eitt nýtt og betri
arbeiðsbýti millum komm
unulæknarnar
um
eina
vaktarbyrðu, sum er blivin
alt meira tyngjandi og ein
forðing fyri at fáa mannað
kommunulæknastørvini við
ungum læknum.
3) Talgild heilsuskipan:
Seinastu tvey árini er
gjørd ein stór íløga í at
menna eina sonevnda tal
gilda heilsuskipan, ið er
ein talgild ella elektronisk
kunningarskipan við grund
arlagi í eini felags elek
troniskari sjúklingajournal
bæði fyri sjúkrahúsini og
fyri kommunulæknarnar
Endamálið er at betra
um sjúklingatrygdina og
betra um góðskuna av sjúk
lingaviðgerðini. Í komandi
ári skal henda nýggja slóð
brótandi skipanin takast
í nýtslu, og til raksturin
verða settar 3 mió. kr. av
í fíggjarlógaruppskotinum.
4) Heilsuátøk sambært
Fólkaheilsuætlanini:
Í
vár varð Fólkaheilsuætlan
Føroyinga løgd fyri løg
tingið til aðalorðaskiftis,
og var hon sera væl mót
tikin bæði har og í almenn
inginum. Í 2007 verða
settar 1,2 mió. kr. av til
serlig fólkaheilsuátøk á rað
festu økjunum, sum eru:
1) rørsla, 2) royking, 3)
kostur, 4) rúsevnismis
nýtsla, og 5) fyribyrgjandi
heilsukanningar. Ætlanin er
at Fyribyrgingarráðið skal
standa fyri hesum heilsu
átøkunum.
Onnur heilsupolitisk átøk
eru:
- Uppbygging av barna-
og ungdómspsykiatri í
Føroyum.
- Styrking av fyribyrgjandi
heilsutænastum fyri børn
og ung.
Hesi mál eru longu umrødd
í sambandi við familju
politiska økið.
Íløgur
í
heilsuverkið:
Heilsuøkið er eisini raðfest
við stórum íløgum í 2007.
Tað verður umrøtt í einum
seinni greinastubba.
Mannarættindasáttmálin
Mannarættindasáttmálin,
sum løgtingið hevur bundið
seg til, áleggur politiska
myndugleikanum at tryggja
øllum borgarum landsins
somu rættindi og at ansa
eftir, at ikki summi vera
hildin uttanfyri ella fáa bert
avmarkaði rættindi.
Mannarættindasáttmálin
er
antidiskriminatións
lóggáva,
sum
umframt
at siga, at øll eiga somu
rættindi, eisini minnir á, at
minnilutabólkarnar í sam
felagnum skulu hava somu
rættindi. Hesir mugu ikki
gloymast. Og nevndir vera
bólkar við eyðkennum um
húðalit, religión, trúgv, kyn
ella politisk sannføring.
Mannarættindasáttmálin
leggur upp til, at nágreini
lig national lóggáva verð
ur gjørd samsvarandi hes
um, tá tørvur er á hesum.
Javstøðulógin er dømi um
antidiskriminatiónslóg
gávu. Somuleiðis er reglan
í revsulógini § 266 b dømi
um slíka antidriskimina
tiónslóggávu, tí hon nevnir
ávísar minnilutabólkar sum
krevja serliga verju – júst tí
teir eru minnilutar í einum
samfelag. Og tað er í hesi
grein at tey samkyndu eisini
eiga at vera nevnd:
§ 266 b. 34) Den, der
offentligt eller med forsæt til
udbredelse i en videre kreds
fremsætter
udtalelse
eller
anden
meddelelse,
ved
hvilken en gruppe af person
er trues, forhånes eller ned
værdiges på grund af sin
race, hudfarve, nationale eller
etniske oprindelse eller tro,
straffes med bøde, hæfte eller
fængsel indtil 2 år.
Eru øll líka fyri lógini?
Í einum demokratiskum sam
felag hevur reglan um, at øll
skulu hava somu rættindi
kanska minni praktiskan
týdning. Ósemja tykist ikki
vera um, at “øll skulu vera
líka fyri lógini” uttan at tó
nærri verður komið inn á,
hvat liggur í hesum ofta
popput brúkta útsagni. Vit
eru jú ikki ein homogenur
bólkur, og ofta vera serlig
atlit tikin til ymiskar sam
felagsbólkar. Nógvar ser
lógir eru gjørdar júst við
hesum grundgevingum.
Hin reglan í mannarætt
indasáttmálanum, sum legg
ur áherðslu á at minnast
til minnilutabólkarnar í
lóggávuarbeiðinum, hev
ur hinvegin stóran týdn
ing eisini í okkara demo
kratiskum samfelag, har
meirilutin jú ræður. Meiri
lutin hugsar ofta mest ella
hvussu er fyrst um seg
sjálvan og hevur lyndi at
gloyma minnilutarnar og
tiga teir burtur – um teir
loyva tí!
Antidiskriminatións
lóggáva skal tryggja
javstøðu
Tá mannarættindasáttmálin
áleggur okkum at gera lóg
irnar so, at minnilutabólkar
fáa tryggjað rættindi teirra á
jøvnum føti við meirilutan,
so tosa vit ikki um at gera
serlógir, sum skulu tryggja
teimum samkyndu serlig
rættindi framum onnur. Vit
tosa um at gera reglur, sum
skulu styrkja støðuna hjá
minnilutunum so, at hesi
fáa møguleikar at virka
undir somu treytum sum
onnur
í
samfelagnum.
Tað veri seg í privatlívi, á
arbeiðsmarknaðinum ella í
tí almenna lívinum.
Á revsirættarliga økinum,
skal serreglan um samkynd,
tryggja, at ein ikki órevsað
kann happa ein samkyndan
júst tí at hann ella hon er
samkynd – eins og galdandi
er fyri happing vegna eitt
nú húðalit.
Tey samkyndu fáa ikki
betri sømdir enn meirilutin
við hesi lóggávu, men
tey fáa eina verju sum
tey heteroseksuellu ikki
hava fyri neyðini. Tey sam
kyndu vera happað fyri
sín seksualitet, júst tí tey
eru ein veikari minniluti
í samfelagnum. Meirilutin,
also tey heteroseksuellu,
hava ikki verju mót seksu
ellari happing fyri neyðini,
tí meirilutin verður ikki
happaður orsakað av sínum
seksualiteti – júst tí hann er
ein meiriluti.
Diskriminatión
Diskriminatión merkir at
gera mun á fólki, positivt
ella negativt. Alt tos um
neyðuga og serliga trygd
til minnilutabólkar, krevur
sjálvsagt eina viðurkenning
av, at “øll eru ikki líka fyri
lógini”, at minnilutabólkar
finnast, at tað er nakað
sum eitur diskriminatión,
og at diskriminatión er eitt
vanligt fyribrigdi millum
fólk og bólkar – ofta
grundað á ymisk generel
eyðkenni.
Politikkarin
sum ikki viðurkennir, at
diskriminatión eksisterar
og kennir ábyrgd á økinum,
er eftir mínum tykki ikki
uppgávu sína vaksin. Upp
gávan er at røkja áhuga
málini hjá øllum borgarum
og lurta eftir hvat rørir seg
í samfelagnum eisini á
minnilutaøkjum.
Religión ella rættartrygd
Tað er rættiliga undrunar
vert, at tað skal bera fólka
valdum politikkarum til við
góðum smakki í munninum,
kanska
við
religiøsum
grundgevingum, at nokta
at veita teimum samkyndu
revsirættarligu
verju
á sama hátt sum øðrum
minnilutabólkum.
Og
hetta samstundis sum vit í
hesum døgum eru vitni til
eyðmýkjandi leiklutin júst
hesum bólki er við sýnda
illviljanum. Eitt paradoks í
sjálvum sær.
Er uppgávan ikki at veita
borgarunum í landinum tað
rættartrygd teimum tørvar.
Eg dugi ikki at síggja, at
hetta yvirhøvur hevur nakað
við religiøsa sannføring at
gera.
Tú viðger ikki fólk líka
við at viðgera tey eins.
Opið bræv til Fútan og Løgtingið:
Ja - til eisini at verja
tey samkyndu!
Tað er skelkandi at lesa
í fjølmiðlunum, hvussu
politi alment hevur valt
ikki at verja ein ávísan
samfelagsbólk!
Fyrst verður ein samkyndur álopin ella happaður á eini
matstovu! Síðan verður viðkomandi forfylgdur! Nakrar
dagar seinri verður sami persónur ringdur upp fleiri
ferðir heima við hús av ókendum manni, sum hóttir
samkynda mannin við lívinum!
Sambært fjølmiðlunum eru fleiri vitni, sum hoyra
telefonsamrøðurnar!
Hetta er skelkandi og hoyrir ongastaðni heima.
Tað sum tó skelkar enn meira er, at varapoliti
inspektørurin í fjølmiðlunum sigur, at politiið fær einki
gjørt - tí persónurin, sum er miðpunktið fyri hesum
ógvusliga áganginum, er samkyndur.
Tað má vera eitt krav, at tey samkyndu fáa somu verju
sum onnur – og tí eigur fútin at gera greitt, at eisini tey
samkyndu verða vard av politinum, tá tey verða hótt
við lívinum, ella tá harðskapur verður framdur móti
teimum.
Hóast vit kunnu vera ósamd um etiskar spurningar, so
er eingin ivi um, at lógin eigur at verja allar borgarar í
hesum landinum. Er neyðugt at tillaga lógina soleiðis,
at allir samfelagsbólkur vera vardir, eigur tað at vera
gjørt.
Ikki samdur við Tjóðveldisflokkin og løgmann
Hinvegin er eitt langt lop frá tí málinum, sum nú koyrir
í miðlunum og so til uppskotið um skrásett parlag, sum
Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt seg til talsmann fyri.
Teir bólkar í samfelagnum, sum nú eisini Føroya
løgmaður tekur partí við, og sum m. a. stríðast fyri
skrásettum parlagi, ætla meira enn hetta. Tey vilja
eisini, at tey samkyndu skulu kunna giftast í kirkjum,
og at tey samkyndu skulu kunna ættleiða børn.
Tað er hetta slagið av samfelag, sum undirritaði ikki
vil hava, sjálvt um hetta er galdandi í ávísum býi í
USA.
Vit leggja okkum sjálvandi ikki út í, hvussu danir og
aðrir útlendingar skipa síni samfeløg, men vit vilja vera
við til at avgera, hvussu føroyska samfelagið verður
skipað, og júst tí hevur tað alstóran týdning, at føroysk
lóggáva er grundað á føroyska mentan og siðalæru.
Tað góða samfelagið og fíggjarlógin – 4. partur
Raðfesting av heilsuverki og heilsuátøkum
• Sjúkrahúsini, m.a. styrking av serlæknaøkjum
3,7 mió. kr.
• Kommunulæknaskipanin, nýggja vaktarskipan
1,2 -
• Talgild kunningarskipan í heilsuverkinum
3,0 . -
• Heilsuátøk smb. Fólkaheilsuætlanini
1,2 -
Tils.
9,1 mió. kr.
Turið Debes
Hentze
landsstýrismaður
Hans Pauli
Strøm
Tú viðger ikki fólk líka við at viðgera tey eins
Norðoya
Sambandsfelag
John William
Joensen
viðmerkingar