Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 197 - 12. oktober 2006 Peningarstovnarnir hækkar rentuna Lægsta bústaðarrentan hjá Føroya Banka hækkar við 0,30 prosentstigum, úr 4,45 prosentum upp í 4,75 prosent. Samstundis hækka flestu innlánsrentur við 0,25 prosentstigum. Eitt nú hækkar rentan á 60-ára konto upp í 3,50 prosent. Trygga bústaðarloysnin, Fastlán, verður ikki ávirkað av rentuhækkingini, sum hava gildi frá 12. oktober. Føroya Banki upplýsir, at skiftandi rentan á bústaðarlánunum, Skáalán og Búlán, hækkar úr 4,45 prosentum upp í 4,75 prosent. Samstundis sum nakrar útlánsrentur hækka, hækka fleiri innlánsrentur eisini. Renturnar á 60-ára konto, Bústaðarkonto og Lutakonto hækka 0,25 prosentstig. Føroya Sparikassi lagar eisini rentuna á lánum við skiftandi rentu til hækkaða rentustigið, eftir at Tjóðbankin hevur hækkað leiðandi rentuna. Rentan á innláni uppá uppsøgn og flestu útlán hækka við 0,25 prosentstigum. Bústaðarlán, við lægstu Bókadeild KFUMs hevur givið út bókina »Frans í Assisi«, sum Elin Mortensen hevur skrivað bókaútgáva Í prædikum og andaligum talum verður ofta tikið til Frans í Assisi, serliga verða sólsangurin og bøn­ in hjá Frans í Assisi tikin fram. Elin Mortensen var í eitt mannaminni lærari í Sankta Frans skúla í Havn. Tá var hon biðin at fáa sær kunnleika um henda merkismann í sambandi við árliga minningardagin 4. oktober, tá ið lærarar og næmingar koma saman til veitsluhald. Hetta gjørdi, at Elin gjøgnum árini kom at greiða fleiri hundrað næm­ingum frá um Frans í Assisi. Men Elin helt, at hesin merk­is­maður enn hevur nógv at læra okkum nú­tíð­ ar­menniskju, tí fór hon at savna tilfarið í eina bók. Og nú er henda góða og lættlesiliga bók komin í bókabúðirnar. Janus D. Guttesen hev­ur prýtt bókina við vøkr­um tekningum, sum hava samband við tað, ið stendur í bókini. Frans í Assisi er 56 síður og kostar 110 krónur. rentu, hækka tó við 0,30 prosentstigum úr 4,45 upp í 4,75 prosent p.a. Realkredittlán verða ikki ávirkað av hesi rentubroyting Við virknaði frá 13. oktober 2006 fer lægsta bústaðarrentan úr 4,45 upp í 4,75 prosent p. a. Aðrar útlánsrentur hækka í meginregluni 0,25 prosentstig. Flestar innlánsrentur hækka við 0,25 prosentstigum, og tað ber m.a. í sær, at rentan á konti við uppsøgn,  kapitalpensión, lutapensión og á bústaðarkontum hækkar tilsvarandi. Rentan á vanligum innláni uttan uppsøgn verður óbroytt. Tey, ið higartil hava fingið Realkredittlán, verða ikki ávirkað av broytingini. Hetta er fjórðu ferð, at rentan er hækkað í ár, og ábendingar eru framvegis um, at aðrar rentuhækkingar standa fyri framman, verður sagt úr Føroya Sparikassa. Bók um Frans í Assisi Elin Mortensen, fyrrverandi lærari í Sankta Frans skúla hevur skrivað bókina um Frans av Assisi Arbeiðsfólk hjá Faroe Jet vóru skelkað, tá tey frættu um flog­ van­lukk­una á Stord. Jó­han Simonsen, stjóri í Faroe Jet sigur, at øll flogferðsla hev­ ur mannagongdir til slíkar støður, men á­sann­ar, at tað er ringt at seta seg í eina slíka støðu. FLOGVANLUKKA Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Jóhan Simonsen, stjóri á Far­oe Jet, var á veg vestur á flogvøllin, tá hann hoyrdi um flogvannlukkuna á Stord. At byrja við helt hann ikki, at vanlukkan var so umfevnandi, men so hvørt sum fleiri upplýsingar komu inn, sá hann álvaran í vanlukkuni. Skelk Hann sigur, at starvsfólkini hjá Faroe Jet vóru skelkað eftir vanlukkuna hjá Atlantic Airways á Stord. - Hetta hevur havt stóra ávirkan á Faroe Jet. Fleiri av okkara starvsfólkum hava ar­beitt hjá Atlantic Airways, og tí eru fleiri, sum kendu Gudruna. Tankarnir leita sjálv­sagt til familjuna, men eisini til Atlantic Airways, sum tíverri er rakt av van­ lukk­uni. Hann dugir tó illa at meta um, hvørt hetta kemur at ávirka flogferðsluna fram­ yvir. - Eg dugi ikki heilt at meta um, hvørt hetta fer at ávirka flog­ferðsluna framyvir. Men síðani flogvanlukkuna hava fólk ikki setst aftur. Vit vóru skelkað Bjarni Djurholm er lands­stýrismaður í loftferðslumálum. Hann harmast um syndarligu van­lukk­ una í Stord, har ið eitt flogfar hjá Atlantsflog fór av breytini og rendi á ein bakka ALMENN LOFTFERÐSLA Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Bjarni Djurholm heldur, at um­dømið hjá Atlantsflog skal vinnast aftur við at beina burtur allan iva. - Allar atfinningar verða tikn­ar álvara, og nœ er tað týdningarmikið, at allur ivi verður beindur til viks, heldur Bjarni. - Felagið er undir umsjón av Statens Luftfartsvæsen, og teir hava eftirlit við, um alt er í lagi. Møguliga er tað nøkur viðurskifti á gólvinum sum ikki eru í lagi. Tað veit eg ikki, men tað skal kannast, um nakað er galið innanhýsis í felagnum. - Hetta var ein syndarlig van­lukka, sum gav eina ógv­ usliga eksponering av flog­ felagnum, og tað er sjálvandi ikki positiv umtala. Men vit kunnu takka várharra fyri, at vanlukkan ikki kravdi enn fleiri mannalív. Vanlukkan fer tó ikki at fram­skunda arbeiðið við at leingja flogvøllin í Vágum. - Arbeiðið gongur sína gongd. Flogvøllurin verður yv­irtikin í næstum, og ar­beiðið við at leingja flog­ vøllin fer vónandi í gongd í 2007 ella í seinasta lagi 2008. Arbeiðið kann ikki ganga skjótari, sigur Bjarni Djurholm at enda. Allur ivi skal beinast burtur - Vit kunnu takka várharra fyri, at vanlukkan ikki kravdi enn fleiri mannalív, sigur Bjarni Djurholm Johan E. Simonsen, stjóri í FaroeJet