hósdagur 12. oktober 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 12. oktober 2006
13
Rói Slættalíð Dam, lítli sonur Maiken og Anfinn
Dam, Norðskála, andaðist týsdagin 10. oktober, 2
ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni.
Karolina Petersen, Tórshavn, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum mikudagin 11. oktober, 82 ára
gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum
fríggjadagin klokkan 19. Jarðarferðin verður úr
Vesturkirkjuni leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja
minnast Karolinu, kunnu lata Vistarheimunum í
Havn eina gávu, konta í Føroya Sparikassa.
Knút Joensen í Sandavági andaðist á Landssjúkra
húsinum mánadagin 9. oktober, 77 ára gamal.
Bønarhald verður í Landssjúkrshúskapellinum
hósdagin kl. 16. Jarðarferðin verður úr Sandavágs
kirkju fríggjadagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast
Knút, kunnu lata eina gávu til Meinigheitshúsið
ella kirkjuna í Sandavági.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Í døgunum frá
16. oktober til 29.
oktober ger politiið
grein 13 kanningar
um alt landið.
Ferðslutrygd og
politiið heitir á øll í
ferðsluni um at vera
ansin og hugsa um
trygdina
Tíðindaskriv
Ferðslutrygd og politiið
Nú summarið er farið aftur
um og myrka tíðin komin,
eru aftur í ár akfør, sum
koyra uttan at hava ljósini
í lagi.
Møguleikin
fyri
at
síggja og verða sæddur er
munandi minni hjá hesum
bilførarum. Teir hava eina
ábyrgd, sum teir eiga at
røkja betur, so skaði ikki
stendst av teirra atburði.
Ráðið Fyri Ferðslutrygd
og politiið vilja heita á ferð
andi til gongu ella á súkklu
um at nýta endurskin og øll
koyrandi um at tryggja, at
ljósini eru í lagi og verða
brúkt.
Fyri at minna øll um
ferðslutrygdina,
hevur
Ráðið Fyri Ferðslutrygd
lýsingaherferð um hesi
viðurskifti í tíðarskeiðinum
frá 9. oktober til 22.
oktober.
Somuleiðis hevur politiið
grein 13 kanningar um alt
landið í tíðarskeiðinum frá
16. oktober til 29. oktober.
Seinasta heyst var lýst
við hesum átøkum, men
álíkavæl vóru bøtur givnar
fyri tilsamans 120.000 kr.
Av steðgaðu bilunum
høvdu 136 ikki ljósini í
lagi, 206 ferðandi í bili
brúktu ikki bilbeltið og á
27 bilum vóru dekkini ikki
í lagi. Somuleiðis fingu
81 bilførarar bót fyri ikki
at hava koyrikortið uppi á
sær.
Ferðslutrygd og politiið
heitir á øll í ferðsluni um
at vera ansin og hugsa um
trygdina. Vónandi verður tað
ikki neyðugt hjá politinum
at geva eins nógvar bøtur
sum undanfarin ár.
Dagurin í morgin
13. oktober. Angelus. Fleiri halgimenni bera hetta
navn, sum er latínskt og merkir eingil, tað er sendiboð.
Grein 13 kanningar um alt landið
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra kona og mamma okkara
Karolina Petersen
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
mikudagin 11. oktober, 82 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
fríggjadagin kl. 19. 00.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
leygardagin kl. 13. 00.
Petur og Kári
Í sta›in fyri blómur ella krans ber til at lata eina peningagávu
til Vistarheimini í Havn, konto í Føroya Sparikassa.
80 ára føðingardagur
Í dag, 12. oktobur fyllir Absalon Jacobsen í Vági 80
ár. Føðingardagin er hann staddur í Tórshavn. Tey, sum
ynskja at heilsa uppá Absalon, eru vælkomin í J. H.
Schrøtersgøtu 9 frá kl. 17.00.
Leygardagin 14.
oktober verður bil
framsýning í Miðla
garðinum í Miðla
húsinum í Vágsbotni.
Tað er Finnbogi Poulsen á
Eiði, sum sýnir fram ein
Pontiac G6 GT coupé.
Hetta man vera fyrsti
nýggi Pontiac í longri tíð,
sum er komin til Føroyar.
Finnbogi umboðar GM
bilarnar Pontiac og GMC.
Umframt hendan coupé,
fæst G6 eisini sum sedan
og sum convertible. Pontiac
fáast annars eisini í bæði
minni og størri modellum
enn G6.
Finnbogi Poulsen sigur,
at hóast hesin Pontiac G6
hevur 3,5 litur V6 motor
við 224 hk, brúkar hann
litið bensin í mun til motor
støddina - hann koyrir
umleið 10 km/l.
Framsýningin er opin frá
kl. 10-14, har høvi verð
ur hjá fólki at síggja og
royndarkoyra bilin.
Bilframsýning í Miðlahúsinum
80 ára føðingardagur
Týsdagin 17. oktober fyllir Bjarni Jøkladal 80 ár.
Føðingardagurin verður hildin frá klokkan 12 í heimi
teirra í Torkilsgøtu 3 í Hoyvík.
Pontiac G6 coupé verður sýndur fram í Miðlagarðinum leygardagin
Mynd: Høgni Thomsen
Opel Corsa:
Ársins bilur í Danmark 2007
Nýggi Opel Corsa varð mikudagin kosin ”Årets Bil i
Danmark 2007” av Motorjournalisternes Klub i Danmark
(MKD). Opel Corsa fekk 206 stig út av 290 møguligum.
Heimspremiera av nýggja Corsa varð á The British
International Motor Show í London í juli. Frá Auto Service
verður sagt, at bilurin verður í Føroyum mánadagin.