hósdagur 12. oktober 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 197 - 12. oktober 2006
Tað fer at ganga
eitt gott ár aftrat til
stásiligi bygningurin,
sum eitt felag hjá
Jákupi á Dul letur
byggja í Kópavogi,
verður liðugur.
Hetta hevur kortini
ikki hildið fólki frá
at tryggja sær høli í
bygninginum í góðari
tíð. Bygningurin
verður í 20 hæddum
og millum íslendingar
ber hann navnið
”Færeyja-turninn”!
Handilslív
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kópavogur: Tá umboð
fyri Sosialin herfyri vitjaði
í Íslandi, var hesin granna
býur Reykjavíkar sjálvandi
ein partur av vitjanini.
Eitt av feløgunum hjá
kenda
havnarmanninum
í Íslandi, Smáratorg letur
nevniliga her byggja ein
stóran, ella rættari høgan
bygning sum íalt er 80
metrar høgur.
Bygningurin er ætlaður
at hýsa bæði skrivstovum,
handlum og øðrum virk
semi, møguliga eisini ein
um hotelli.
Hetta
er
samstundis
hægsti bygningur í Íslandi:
Hann er í roynd og veru
seks metrar hægri enn
høga Hallgrímskirkjan í
íslendska høvuðsstaðnum.
- Hóast bert grundin er
klár í løtuni, hevur áhugin
fyri byggingini verið sera
stórur.
- Í roynd og veru eru
flestu hæddirnar longu um
bidnar, sigur Agnes Geirs
dóttir, fyritaksstjóri í Smára
torg.
Vit hittu hana ein týsdag
fyri góðum mánaði síðani á
skrivstovu hennara í Reykja
vík.
Fáar metrar frá henni
arbeiðir ein annar føroyingur
somuleiðis fyri Jákup á
Dul: Skopuningurin Niels
Stórá, sum vit skiftu orð
við herfyri.
Arbeiðið hjá Nielsi var
m.a. at skapa møguleikar
fyri at virksemið hjá fyri
tøkuni
kundi
víðkast
til Baltalond og eitt nú
Rumenien og Bulgarien.
Nógv hugskot
Sum flestum kunnugt eigur
Jákup á Dul í dag fleiri
handlar kring allan heimin.
Umframt áðurnevnda bygn
ing í Kópavogi eru eisini
størri byggiætlanir á veg
í Selfossi og Keflavík.
Hinvegin so man ætlanin
við Stórutjørn í Havn vera
flestum kunnug.
Tá vit vitjaðu í Reykjavík
í farna mánaði vóru tey í
ferð við at fyrireika enn
eitt stig á leiðini út í heim:
Fáar dagar seinni skuldi
áðurnevndi Niels avstað
til Rumenien, har teir vóru
komnir væl áleiðis við at
lata upp fyrsta handilin í
landinum seinni í ár.
Hetta var í einum granna
býi
við
grannalandið
Ungarn, og var hesin handil
in - í somu familju sum
okkara Skemmu-handil í
Havn - bert ein av væntandi
fleiri í hesum økinum.
Talið av handlum, sum
feløgini hjá Jákupi í dag
ráða yvir, man fara at tátta
í teir hundrað. Og tá er
greitt, at hetta er alt ov
nógv hjá einum einstøkum
manni at halda skil á.
Honum hevur tí eydnast
at fáa fatur á góðum fólki
og fólki við drúgvum roynd
um at standa fyri hesum
virkseminum
heima
í
Íslandi og úti í heimi.
Ein teirra er áðurnevnda
Agnes Geirsdóttir. Um
stjóra sín, Jákup sigur hon
soleiðis:
- Eg havi arbeitt saman
við honum í nógv ár, og eg
má bara viðganga, at hann
Føroya-tornið
verður hægsti
bygningur
í Íslandi
tíðindi
Agnes Geirsdóttir hevur arbeitt nógv saman við Jákupi á Dul. – Hann er fullur í góðum
hugskotum, sigur hon
- Grannarnir óttaðust – kortini grundleyst
– fyri at tornið fór at geva teimum skugga
fyri sólini. Men so var ikki