hósdagur 12. oktober 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 12. oktober 2006
15
tíðindi
er góður at samstarva við.
- Hann hevur nógv hug
skot, og tá hann leggur
tey fram eru tey altíð væl
fyrireikað og grundgivin,
sigur hon.
Lurtar og hugsar
Tá ein er í slíkari vinnu
sum
handilsvinnuni
er
eisini neyðugt at duga at
vera á røttum staði og til
røttu tíð.
Tann eginleikan hevur
Jákup eisini, sambært fyri
taksstjóra sínum.
- Hann kemur við einum
hugskoti, hann lurtar við
áhuga eftir viðmerkingum
til ætlanina, og gevur sær
síðani tíð at hugsa um tað
sum hini hava sagt.
- Men tá so hann hevur
tikið støðuna verður ikki
bíðað: Tá fara vit í gongd
beinanvegin, sigur Agnes.
Jákup er umgyrdur av
góðum ráðgevum, og hevur
haraftrat tann eginleikan
at hann torir at taka eina
avgerð.
Úrslitið av hesum avgerð
um hansara sæst farvegurin
eftir á fleiri støðum í Íslandi
-og helst eisini í Føroyum í
framtíðini.
1100 bilar
Hesin stóri bygningurin,
sonevnda
Føroya-tornið
við teimum 20 hæddunum
verður uttan iva eitt stað,
sum fólk fara at tosa nógv
um og sum verður ein partur
av tí, sum heimafólkið fer
at vísa útlendskum gestum
sínum, tá bygningar og støð
skulu vitjast.
Og talan er veruliga um
ein ófatiliga stóran bygning.
Myndirnar prógva hetta, og
tað ger innrættingin eisini.
Í niðastu hæddini verður
ein 7.500 fermetrar stórur
parkeringskjallari gjørdur.
Mett verður, at eini 400 bilar
kunnu standa parkeraðir her
samstundis, umframt eini
700 pláss uttanfyri.
Høgi bygningurin verður
líkasum býttur sundur í
tvey endamál: Ein partur til
handlar og ein heldur størri
partur til skrivstovur og aðra
tænastuvinnu. Samanlagt
tosa vit um góðar 22.000
fermetrar.
Næstu grannar hjá Smára
torgi eru handlar, sum Jákup
eisini eigur. Tí hevur verið
uppá tal at gera ein brúgv
úr hesum bygningi og yvir
í henda handilsdepilin.
Tá vit vitjaðu í
Kópavogi í farna
mánaði vóru menn
í ferð við at leggja
grundina til henda
bygningin, sum
verður hin hægsti
ið bygdur er í
landinum.
Bygging
Snorri Brend
Kópavogur:
Tað
sást
ikki
nógv
til
nakrar
hæddir tá, tí menn tókust
við at gera tann stóra
parkeringskjallaran fyrst.
Tá hann verður liðugur,
munnu grannar og onnur
áhugað so líðandi fara at
síggja meiri til, hvussu
hesin stóri og stásiligu
bygningurin fór at síggja
út.
Júst hetta við hæddini
og støddini var eisini eitt,
sum fólk í grannalagnum
óttaðust fyri: Tað er jú
ikki á hvørjum degi ella
á hvørjum staði at ein
fær ein 80 metrar høgan
granna sum íalt fevnir um
góðar 22.000 fermetrar.
Hesi óttaðust fyri at
Føroya-tornið fór at gera
slíkan skugga, at tey mistu
sólina ein stóran part av
degnum.
Byggingin hevði sjálv
andi verið til hoyringar hjá
grannunum, hagani henda
viðmerkingin kom. Men
grannarnir høvdu einki at
óttast fyri.
Eingin skuggi
Eitt modell av stóra bygn
ingin vísti, at skuggin røkk
als ikki so langt sum fólk
bóru ótta fyri.
Tá
hesin
veruleikin
og henda forðingin vóru
fingin frá hond, var greitt
at fara undir byggingina,
sum íalt fer at taka eini
tvey ár.
-
Sambært
ætlanini
skal
verða
klárt
hjá
leigarunum at byrja við
innrættingini í oktober
mánaði 2007, upplýsir
Agnes Geirsdóttir.
Hetta vil so aftur siga, at
um eitt gott ár fer at bera
til at fara til handils, til
eitt fitness-sentur, til skriv
stovur, grannskoðara og
mong onnur ting, í einum
og sama hús.
Tá fara fólk enn einaferð
at kunna staðfesta, at
Jákup á Dul megnaði tað
sum hann setti sær fyri!
Missa kortini
ikki sólina
Enn sæst ikki nógvur farvegur eftir stóra torninum í Kópavogi. Parkeringskjallarin er í gerð, men
um eitt gott ár skal Føroya-tornið standa liðugt. Aftanfyri hómast eitt kend “andlit”
Í landslagnum sæst tornið væl frá øllum síðum