hósdagur 12. oktober 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 197 - 12. oktober 2006
tíðindi
Týsdagin var tiltak
um deyðarevsing,
sum Amnesty skipaði
fyri í samband við
altjóða dag móti
deyðarevsing.
USA var serliga á
breddanum, og nógv
undraðust á, hvussu
eitt so framkomið
samfelag kann stuðla
deyðarevsing
DEYÐAREVSING
Orð & myndir: Heini S.
Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Týsdagin 10. oktober var
altjóða dagur móti deyða
revsing. Í hesum sambandi
skipaði Amnesty Føroya
deild fyri almennum tiltaki
í Margarinbrikkini klokkan
20 týskvøldið. Umleið 20
fólk vóru komin til tiltakið.
At byrja við var framløga
frá Unn Poulsen, skrivara.
Hon hevur gjørt eina upp
gávu um deyðarevsing, tá
ið hon las enskt.
- Eg havi stóran áhuga
fyri USA, og eg ferðaðist
nógv har yviri, tá ið eg las.
Eg skuldi skriva uppgávu
um deyðarevsing sum heild,
men eg valdi at avmarka tað
til einans í USA. Eg havi
altíð undrast á, at eitt so
framkomið samfelag heldur
fast við deyðarevsing, sigur
Unn Poulsen.
"Though on crime"
Í framløguni kom millum
annað fram, at amerikumenn
hugsa øðrvísi enn evropear
ar. Ein politikari skal helst
vera "though on crime"
(sláa hart niður á lógar
brot), og hetta verður ofta
avgjørt út frá, um tú ert
fyri deyðarevsing ella ikki.
Politikararnir, sum er ímóti
deyðarevsing, verða róptir
at vera "soft on crime",
og tað er sera neiligt fyri
teir. Deyðarevsing er eitt
fólksligt krav í USA. 65 %
eru fyri deyðarevsing, og
tí er tað torført hjá politik
arunum at taka eina aðra
støðu.
Eitt dømi, sum Margretha
Nónklett, samskipari, tók
fram, er vælumtókti fyrr
verandi forsetin í USA Bill
Clinton. Hann tók avgerð
um at avrættað ein sera
menningartarnaðan mann
eftir stórt trýst. Við hesum
vildi hann vísa, at hann
var "though on crime". Ein
sera ómenniskjanslig gerð
hugsa vit, men hann verður
mettur at hava somu virð
ir sum evropearar.
- Hesin tilburðurin er
vorðin kendur síðani tá.
Deyðadømdi maðurin hjálp
ti teimum at finna pulsæðr
ina, sum deyðiliga sproytan
skuldi í, tí at hann helt,
at hann var til lækna. So
menningartarnaður
var
maðurin, segði Margretha
Nónklett.
Tølini tey somu í Evropa
Í Føroyum virkar tað
kanska ókent og órelevant
at tosa um deyðarevsing.
Vit halda, at evropearar eru
eitt framkomið fólk, sum
er ímóti avrættingum, men
soleiðis er ikki.
- Eg havi sæð eina kann
ing, sum vísir at næstan
eins stórt prosenttal og í
USA er fyri deyðarevsing í
Evropa. Granskarar siga, at
undirtøkan fyri deyðarevs
ing er vaksin síðani 11/9
september, tá ið yvirgangs
atsóknin á World Trade
Center varð framd, sigur
Unn Poulsen.
Uppgávan hjá Amnesty
í hesum málinum er at
upplýsa, varpa ljós á og
at leggja trýst á lond.
Amnesty tekur frástøðu
frá deyðarevsing við støði
í mannarættindasáttmála
num og altjóða yvirlýsingini
hjá ST. Amnesty er limur
í World Coalition Against
the Death Penalty.
Rasisma spælir inn
Eftir framløguna varð ein
filmur vístur, sum setti ljós
á, at tað eru feilir við rættar
skipanini í USA. Fleiri eru
vorðin dømd undir skeiv
um grundarlag, og rasisma
spælir ofta inn. Tað slepst
ikki undan at feilir koma
fyri, og tí er tað skeivt
at geva eina so endaliga
revsing, kom fram á fund
inum.
Aftaná filmin høvdu fólk
høvi at gera viðmerkingar
og spyrja spurningar. Nógv
høvdu okkurt á hjartað,
og tað var røtt um, hvussu
Amnesty betri kann fáa sín
boðskap út. Tað var víst
á, at tað gongur framá hjá
Amnesty, og tey hava nú
tvey starvsfólk. Margretha
Nónklett er samskipari,
og hon arbeiðir fulla tíð.
Unn Poulsen er skrivari,
og hon arbeiðir hálva tíð.
Tosað var um at gera meira
burturúr næstu ferð og
møguliga fáa annað høli.
Eisini kom upskott um at
fáa onkran, sum hevur sitið
á deyðsgongini og síðani er
vorðin leyslatin, hendanveg
in og greitt frá persónligum
upplivingum.
Deyðarevsing á breddanum
í Margarinfabrikkini
Sosialurin tosaði við
tvey ung, sum vóru til
tiltakið hjá Amnesty,
um deyðarevsing
DEYÐAREVSING
Orð & mynd: Heini S.
Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Thór Simonsen og Barbara
Méresse vóru til tiltakið
hjá Amnesty. Sosialurin
spurdi tey, hvat tey halda
um evnið, og hví tey komu
til tiltakið.
- Eg havi altíð havt áhuga
fyri deyðarevsing. Eg eri
sjálvur frá Kanada, har ið
tað er væl upplýst ímóti
deyðarevsing, og eg havi
altíð undrast á, at tey útføra
deyðarevsing í USA. Sjálvur
eri eg ímóti deyðarevsing.
Eg kenni heldur ongan, sum
er fyri tí, sigur Thór.
Barbara Méresse er úr
Frankaríki. Mamman er
føroysk.
- Eg hoyrdi um tiltakið stutt
áðrenn tað byrjaði, og hetta
hevur mín áhuga. Tí valdi
eg at fara ein túr. Eg eri
sjálv ímóti deyðarevsing,
sigur Barbara.
Ung ímóti
deyðarevsing
Hesar kvinnunar eru allar virknar í Amnesty. Frá vinstru: Nanna Jurgens, Margretha Nónklett
(samskipari), Katrina Petersen (limur), Annika Sølvará (forkvinna), Unn Poulsen (skrivari),
Charlotte Ballebye (í starvslæru)
Filmur um deyðarevsing varð sýndur í Margarinfabrikkini. Amnesty skipaði fyri tiltaki í
samband við altjóða dagin móti deyðarevsing
Dánjal á Dul Jacobsen
er fyristøðumaður í
Evangeliihúsinum.
Hann er ímóti
deyðarevsing. Hann
undrast á, at George
W. Bush, sum verður
mettur at vera
konservativt kristin,
er fyri deyðarevsing
DEYÐAREVSING
Orð & mynd: Heini S.
Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Dánjal á Dul Jacobsen var
til staðar, tá ið Amnesty
skipaði fyri tiltaki ímóti
deyðarevsing.
Hann
er
somkomuleiðari í Evangeli
ihúsinum. Sosialurin spurdi
hann um hansara støðu til
deyðarevsing
- Sum kristin eri eg ímó
ti deyðarevsing, tí at øll
hava rættin til lív. Tað var
serliga rámandi í filminum,
sum varð sýndur, har ið
ein maður spurdi, um tú
hevði viljað tendra kontak
tina á stólinum, sum ein
deyðadømdur sat í. Tað fær
fólk til at hugsa um teirra
støðu.
Dánjal er glaður fyri til
takið hjá Amnesty
- Eg haldi, at hetta var sera
áhugavert. Tað eru ikki
meira enn tríggir mánaðir
síðani at tríggir kristnir
menn vórðu avrættaðir í
Indonesia, og tað var eftir
eina órættvísa rættargongd.
So hetta upptekur okkum
eisini.
George W. Bush verður
mangan mettur at vera kon
servativur kristin, og tí er
hann væl umtóktur millum
nógvar kristnar føroyingar
fyri hansara sjónarmið um
fosturtøku og samkynd.
Men hvat halda tey so um
hansara greiðu støðu fyri
deyðarevsing?
- Eg havi ongantíð skilt
hansara støðu í tí málinum.
Hann hevur nógv góð sjón
armið, men hatta skilji
eg als ikki. Um vit leggja
nóg nógv trýst á, so verður
deyðarevsing
møguliga
avtikið aftur, sigur Dánjal
at enda.
Kristiligur leiðari
ímóti deyðarevsing