hósdagur 12. oktober 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 12. oktober 2006
17
tíðindi
í hasa gráu longu ullintu
troyggjuna hjá Jóhannu
av
Steinum,
hon
var
fullkomiliga í tíðini, og
Jóhanna kundi komið langt,
tað dugi eg at spáa.
- Eisini var eg bergtikin
av hasum stuttu jakkunum,
ið Elisa Heinesen sýndi
fram. Mátin sum teir vóru
settir saman við stuttum
buksum riggaði øgiliga
væl. Hasir jakkarnir vóru
uttan iva tað besta, ið varð
sýnt fram. Hasir jakkarnir
kundu uttan trupulleika
verið partar av London
Fashion Week. Teir vóru
fullkomiliga “cutting edge”
og serligir. Teir vóru egnir
og ordiliga gott snið. Eitt
slag av klassiskum punki
haldi eg, hetta er øgiliga
In Vogue sum man sigur,
altso øgiliga moderna beint
nú, segði Wendy Scott við
stórari sannføring.
- Eg haldi eisini, at sjálv
koreografiin og stylingin
og avviklingin var sera
góð. Alt virkaði umhugsa
og liðugt, eg eri errin av at
hava verið partur av hesum,
segði roynda blaðkvinnan
at enda.
Fleiri av umboðunum
fyri tónleikaídnaðin
og bretsku
fjølmiðlarnir, ið
vitaðu Funky Faroe
Islands dámdu væl
framførslurnar hjá
Eivør og Teiti.
Funky Faroe
Islands
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Heilt fitt av fólki úr tón
leikaídnaðinum var komið
saman til Funky Faroe
Islands. Har vóru umboð
fyri
bløð
sum
Mojo,
Kerrang, Playlouder, fyri
MTV, plátufeløg, booking
feløg og aðrir talentskótar.
Tey upplivdu kongin og
drotningina innan føroysk
ar tónleik Teitur og Eivør
framføra nøkur av sín
um løgum. Eivør spældi
eina fjøllbroytta skrá, ið
umboðaðu hennara fjøl
broyttu yrkisleið higartil.
Hon legði fyri við Hjarta
mítt, eitt lag, ið vísir rædd
arstyrkina og sum er eitt
av hennara sterkastu løg
um. Hon fór víðari til ein
spildur nýggjan sang, ið
hon hevði skrivað til Móð
ur Theresu. Lagið hevði
nokkso beinleiðis tilvís
ingar til Louis Louis hjá
Teiti, og snúðið seg um,
at Móður Theresa skuldi
koma aftur og bjarga okk
um. Um tilvísingin var til
ætlað eri eg ikki greiður
yvir. Lagið var á enskum
og var eitt sindur í trá við
tann kontrikenda stílin, ið
Eivør spældi saman við
Bill Bourne. Lagið var ikki
tað besta, ið Eivør hevur
gjørt, men var á onkran
hátt nokkso fitt. Hennara
fjølbroytni kom aftur til
sjóndar tá Trøllabundin var
á skránni, áðrenn hon end
aði við tí eitt sindur kon
trikenda og amerikanskt
íblásta Coloured Road, ið
ivaleyst er besta lagið hjá
Eivør innan hesa sjangru.
Fleiri fjølmiðlafólk og onk
ur talentskóti, vísti Eivør
stóran áhuga eftir konser
tina.
Teitur átti alt hølið. Frá
tí løtuni, hann byrjaði at
spæla I Was Just Thinking,
vóru áhoyrarnir bodnir
inn í Teiturland, har hann
segði frá søgum á sín egna
sjarmerandi hátt. Løgini
Josephine og Guilt By
Association leiddu upp
til núverandi stakfløguna
Louis Louis, ein akkustisk
útgáva av lagnum við bert
Teiti, ið ikki heilt livdi upp
til útgávuna av lagnum, ið
vit kenna av fløgu og kon
sert, har hann spælir sam
an við bólki sínum. Eitt
stutt og sera kekkað sett,
ið eisini vakti ans millum
tey, ið umboðaðu ídnaðin á
tiltakinum.
Føroysku tónleikainnsløgini á
Funky Faroe Islands vaktu ans
Teitur spældi eitt stutt og kekkað sett
Eivør vísti brot úr síni fjøllbroyttu yrkisleið
av London Fashion Week
Jóhanna1: Wendy Scott beit serliga merkið til hesa longu gráu
troyggjuna, ið Jóhanna av Steinum hevði sniðgivið
Gudrun1: Guðrun og Guðrun sýndu bæði vetrar og
summarpløgg fram
Elisa1: Stuttu jakkarnir hjá Elisu Heinesen vóru sambært
Wendy Scott bestu sniðini á mótasýningini