Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 197 - 12. oktober 2006 ] Hóast hann helt tapið verða óneyðuga stórt, so fekk Jákup á Borg illa tikið tapið fyri annað enn eina stóra uppliving Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sochaux, Frakland: Tað verður altíð tikið til, at liðið fer á vøllin fyri at vinna. Eisini føroyska landsliðið, hóast úrslitini ikki altíð eru eftir vild. Vit spurdu kortini Jákup á Borg, hvørt tað yvir høvur er møguligt at trúgva upp á seg sjálvan, tá yvirveldið er somikið stórt, sum Frakland er. - Sjálvandi trúgva vit upp á møguleikan fyri sensa­ tiónini. Og vit vilja ikki innstillað okkum upp á eitt tap undan dystinum. Men tú skalt jú eisini vera realististiskur, og tí mást tú fyrireika teg uppá, at tað kann ganga galið. Og tað sá eisini út til, at tað kundi ganga heilt galið, tá teir skora somikið skjótt? - Ja. Tá hugsar tú helst: Hvat h… hendir nú, men eg haldi nú kortini, at vit loftaðu okkum væl. Beint eftir málið komu vit eisini fram nakrar ferðir, og vit fingu eisini eitt fríspark, sum vit kanska skuldu fingið meira burturúr. Og móti slíkari mótstøðu nyttar kanska ikki at taka hetta fyri meira enn tað sama? - Tað vil eg ikki siga. Sjálvandi iðra vit okkum ­um, at fimm mál fara ígjøg­ num, men slíkar upplivingar eru fantastiskar. Hetta eru jú varaheimsmeistararnir, sum vit spæla ímóti, og vit síggja eisini í dag, at teir hava nakrar fantastiskar spælarar. Sjálvt um teir ikki trýsta ferðina heilt í topp, so koyra teir bóltin runt og runt. Við hvørt vónaði eg bara, at okkurt av hasum longu skiftunum gjørdist óneyvt og fór út til innkast, so vit fingu nakað av luft, men tað hendi bara ikki. ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 - 1-0 er jú einki í altjóða fótbólti, tí hóast vit á pappírin­ um eru væl sterkari enn tykkara lið, so kann eitt mál jú altíð koma ímóti Louis Saha, franskur álopsspælari Mugu taka tað sum uppliving Beint eftir málið komu vit eisini fram nakrar ferðir, og vit fingu eisini eitt fríspark, sum vit kanska skuldu fingið meira burturúr, sigur Jákup á Borg Mynd: Scanpix Í triðju royndini eydnaðist Thierry Henry at skora móti Føroyum. Og nú eru bara tvey mál eftir, áðrenn metið hjá Platini er tikið Au revoir, Føroyar - Byrjar tú at hugsa um lættar dystir, so er skjótt, at tú gert tingini trupul fyri teg sjálvan, so tað gjørdu vit ongantíð, segði Thierry Henry eftir stórsigurin á Føroyum í gjárkvøldið Frakland-Føroyar Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sochaux, Frakland: Við málinum móti Føroyum er Thierry Henry nú bara tvey mál frá at taka franska landsliðsmálmetið frá Michel Platini. 5-0 var í sjálvum sær sjálvandi ein greiður sigur, men Arsenal-stjørnan vildi tó á ongan hátt kalla dystin fyri ein sonevndan walk-over. - Byrjar tú at hugsa um lættar dystir, so er skjótt, at tú gerst tingini trupul fyri teg sjálvan, so tað gjørdu vit ongantíð. Ikki minst, tí vit í seinastu undankapping høvdu trupult við at skjóta føroyska liðið í senk, segði Henry. - Vit vistu, at teir fóru at pakka seg væl í verjuni, og at tað kundi gerast trupult at skapa møguleikar, men vit gjørdu okkara arbeiði. Vit fingu góða breidd í spælið, og sjálvandi ger tað eisini uppgávuna lættari, at vit skora somikið skjótt. Akkurát í tí førunum vóru vit kanska hepnir, tí har vóru vit kvikari at reagera upp á leysa bóltin, helt Thierry Henry.