hósdagur 12. oktober 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 197 - 12. oktober 2006 ]
Franska landsliðið
vísti, hvør munur
er á varaheims
meistarunum og
tjóðini, sum er
styrkismett sum
nummar 179. Fram til
seinasta korterið var
leiðslan tó avmarkað
til 2-0, men tveir
svangir áleyparar í
heimsflokki fingu
skotið tríggjar seymir
afturat í føroysku
kistuna
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sochaux, Frakland: - Hvør
minuttir, sum gongur, uttan
at Frakland skorar, er ein
sigur fyri okkara menn.
Soleiðis segði føroyski
landsliðsvenjarin
undan
dystinum móti varaheims
meistarunum, og í so
máta gjørdist talan ikki
um nógvar sigrar á hesum
sinni.
Við málinum til 1-0 eftir
bara 38 sekundum setti
Louis Saha nevnliga nýtt
met fyri skjótast mál móti
føroyska landsliðnum, og
samstundis sendi Frakland
eina greiða ávaring um
bumbuhóttan móti føroyska
landsliðnum. Pinkutjóðini,
sum var komin á vitjan
hjá
næst
sterkasta
landsliðnum í heiminum,
um
HM-kappingin
í
summar skal takast sum
útgangsstøði.
Tað vóru kanska eis
ini bara tey allar mest
optimistisku, sum trúðu
upp á møguleikan fyri
eini veruligari føroyskari
sensatión,
og
hendan
vónin gjørdist altso alt
fyri eitt kámari. Eisini
hóast føroyska liðið í
næstu minuttunum hevði
sína helst bestu løtu, tá
vit vunnu okkum eini
tvey fríspørk í hampuliga
góðum støðum, eins og
eitt hornaspark eisini var
á skránni.
Men tað stóð kortini
púrasta greitt, at tað var
ikki tað heilt stóra, sum
okkara menn kundu gera.
Ikki annað enn at avmarka
tapið í mest møguligan
mun.
Millióningarnir
spardu seg
Og tann setningin røkti
liðið fyri tað nógva. Stóri
trupulleikan fyrstu longu
løtuna, tóktist vera, at
vinstra borð hjá okkum í
ov lítlan mun var stillað
rætt inn, og tí fingu Sagnol
av bakkinum og Ribery á
kantinum alt ov góðar treytir
at koma til innlegg. Og í
tveimum av hesum sviku
føroysku markeringarnar
við handaru stong.
Eftir hetta fingu okkara
tó loyvi at koma longur
niðan. Hjá fronsku stjørn
unum er talan aftur um
arbeiðsdag leygardagin, tá
týdningarmiklar uppgerðir
standa á skránni fyri feløg
teirra, og við vikulønum í
millióna-flokkinum er ein
skaði í slíkum dysti ikki
tað besta av hava heim við
sær aftur. Tí var føroyska
liðið fyri tað nógva í
teirri sjáldsomu støðu, at
bólthaldarin sjáldan varð
trýstur serliga nógv á egnari
hálvu, og tað gav góðan
frið yvir spælið. Somikið
góðan frið, at tað eina langa
Frakland-Føroyar 5-0 (2-0)
EM-undankappingardystur á Stade Bonard í Sochaux,
Fraklandi
19.314 áskoðarar
1-0: Louis Saha, 1.
2-0: Thierry Henry, 22.
3-0: Nicolas Anelka, 76.
4-0: David Trezeguet, 77.
5-0: David Trezeguet, 84.
Dómarabólkur úr Rumenia: Soin Corpodean, George
Adrian Vidan, Miklos Istvan Nagy, Augustus Viorel
Constantin.
UEFA umboðsmaður úr Ungarn: Istvan Huszar
Frakland: 1. Mickael Landreau (Paris SG, 4 dystir/0 mál)
– 19. William Sagnol (Bayern München, 50/0) (13. Francois
Clerc (Lyon, 1/0), 78.), 15. Lilian Thuram (Barcelona,
125/2), 5. William Gallas (Arsenal, 51/2), 17. Julian Escude
(Sevilla, 1/0) – 22. Franck Ribery (Marseille, 15/1), 4.
Patrick Vieira (Inter Milan, 99/6), 8. Jeremy Toulalan (Lyon,
0/0), 7. Florent Malouda (Lyon, 24/3) – 14. Louis Saha
(Manchester United, 17/4) (20. David Trezeguet (Juventus,
68/34), 61.), 112. Thierry Henry (Arsenal, 90/38) (39.
Nicolas Anelka (Bolton Wanderers, 32/8), 61.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Sebastian
Frey (Fiorentina, 0/0), 2. Jean-Alain Boumsong (Juventus,
21/1), 11. Sylvain Wiltord (Lyon, 91/26), 18. Alou Diarra
(Lyon, 11/0)
Venjari: Raymond Domenech
Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen (B36, 46/0) – 4. Atli Danielsen
(KÍ, 17/0), 3. Vagnur Mohr Mortensen (HB, 3/0), 7.
Fróði Benjaminsen (B36, 40/2), 2. Marni Djurhuus (EB/
Streymur, 2/0) – 9. Jákup á Borg (HB, 47/2) (14. Jónhard
Frederiksberg (Skála, 13/0), 88.), 8. Mikkjal Thomassen
(B36, 2/0), 11. Pauli G. Hansen (Skála, 5/0) (12. Kári Nielsen
(HB, 6/0), 46.), 5. Símun Samuelsen (Kaflavík, 7/1) – 10.
Christian Høgni Jacobsen (NSÍ, 31/2), 6. Rógvi Jacobsen
(HB, 40/6)
Gult kort: Marni Djurhuus, 18.
Á beinkinum uttan at koma inn: 16. Meinhardt Joensen
(KÍ, 0/0), 13. Herbert í Lon Jacobsen (B36, 0/0), 15. Janus
M. Joensen (HB, 3/0), Rasmus Nolsøe (HB, 0/0), Arnbjørn
Hansen (EB/Streymur, 1/0)
Venjari: Jógvan Martin Olsen
FAKTA um dystin
Heimsklassin móti pinkulin
So tapti Skotland
Mikukvøldið spældi odddaliðið í okkara EM-
bólki, Skotland, á útivølli ímóti Ukraina.
Skotar hava vunnið fyrstu tríggjar dystirnar
í bólkinum, og seinasta vunnu teir rættiliga
óvæntað ímóti Fraklandi. Hesaferð gekk ikki
hjá skotum, so máttu lúta 2-0 fyri Ukrina.
Kucher skoraði eftir ein tíma, og stutt fyri
leiklok økti Schevchenko til 2-0. Móti
endanum av dystinum fekk Skotland eisini
Stephen Pressley vístan av vøllinum.
Italia vann aftur
Ikki fyrr enn Georgia hevði fingið ein spælara
vístan av vøllinum, slapp Italia frá Georgia og
vann at enda 3-1. 60.000 áskoðarar vóru til dystin
á tjóðarleikvøllinum í Tblisi í Georgia. Italia kom
á odda longu eftir 18 minuttir, men lítla løtu seinni
javnaði Shashiashvili fyri Georgia. Javna støðan helt
sær, til Georgia fekk ein spælara útvístan. So skoraði
Carmoranesi til 2-1, og Perotta gjørdi tað til endaliga
úrslitið 3-1. Italia hevur nú fingið fótin fyri seg í
bólki B og hevur vunnið tveir teir seinastu dystirnar.