Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 197 - 12. oktober 2006 ] Trupult undir øllum umstøðum (Sochaux, Frakland): Síðani leygardagin hev­ ur Kári Nielsen ver­ið í einum slag av bíði­ støðu. Bíðistøðu, tí tað eftir dystin móti Litava stóð greitt, at hann í løtuni er triða val til tey bæði sentralu mið­ vallarplássini, men at Pauli G. Hansen sam­ stundis var sera iva­sam­ ur. Tað gekk heldur ikki hjá Paula at gjøgnumføra dystin, og tí mátti Kári taka til takkar við truplu uppgávuni sum inn­skift­ ari. - Hatta var sjálvandi ein øgiliga trupult dyst­ur at koma inn í. Men hinvegin ivist eg í, hvussu nógv lættari tað hevði verið, um eg var við frá byrjan. Men eg haldi, at vit megnaðu væl at halda okkara avtalur. Sjálvandi er tað keðiligt, at teir skora hasi trý seinastu málini, men alt í alt fingu vit illa gjørt tingini øðrvísi, helt Kári eftir dystin. Lærdu nakað í Skotlandi (Sochaux, Frakland): Fyrst og fremst, so vóru tað stigini, sum tað snúi seg um hjá franska landsliðsvenjaranum. Ray­mond Domenech tókt­ist vera væl nøgdur um, at hansara menn høvdu vunnið dystin móti Føroy­um, og so ongantíð betri, enn at talan var um tryggan sigur, har hvørki kort ella skaðar settu dags­skránna. - Vit lærdu okkara lektión í Skotlandi. Hesa ferð spældu vit so­leiðis, sum tú eigur at spæla móti einum liði, sum leggur dentin á verju­spæl, og tað eri eg nøgdur um. Men tað er púr­asta givið, at mær hevði dámt betri, um vit eisini høvdu spælt á hendan hátt móti Skot­ landi, staðfesti venjarin. ngunum løtu var líkt til, at vit skuldu sleppa heim við einum meira enn heiðurligum 2- 0 tapi. Tekniski førleikin At tað so kortini ikki gekk, hevði fyrst og fremst tvær orsøkir. Tann fyrra var lýtaleysa franska positiónsspælið, sum so við og við mergseyg føroysku spælarnar, sum valla ork­ aðu at flyta seg at enda. Hóast ferðin ikki var so stór, sum vit onkra tíð hava sæð hana, so varð bólturin koyrdur úr borði í borð, tá fraklendingar høvdu bóltin. Tað gav hópin av longu renningum hjá føroyska miðvøllinum, sum bakkaði nakrar sentimetrar fyri hvørt minutt, sum spælt varð. Tekniski førleikin í franska spælinum var snøgt sagt ein fragd at síggja fyri tað nógva. Sendingarnar vóru millimetur neyvar. Malouda og Ribery tóktist toga síðulinjurnar við sær í royndini at gera vøllin breiðan, og av og á sóust snaringar, temjingar ella fintur, sum veruliga trok­ aðu seg at heimsklassa. Og so kann leggjast afturat, tað ikki var vantandi arbeiðs­ semi frá okkara, sum gjørdi, at talan bert varð um eitt gult kort. Snøgt sagt, so varð bólturin fluttur somikið nógv, at okkara sjáldan komu nóg nær eini tackling. Hin orsøkin var, at franski venjarin við hálvum tíma eftir valdi at senda Nikolas Anelka og David Trezeguet á vøllin fyri ávíkvist Thierry Henry og Louis Saha. Anelka hevur í nógvar mátar verið ein enfant terrible í fronskum fótbólti, og tí hava lands­ liðskjansir hansara ikki verið eins nógvir, sum fram­ úr fótbóltsevnini annars borga fyri. Og Trezeguet varð beinleiðis avsettur eftir dystin móti Skotlandi, har venjarin metti hann skapa ov lítið. Heldur enn at leita í djúpu tómrúmini, sum føroyska verjan fekk lukkað alt meira, tóku teir báðir nýggju spælararnir nógv meira lut í spælinum. Tað gav aftur fleiri renningar til okkar verjuspælarar, og í longdini megnaðu teir ikki at standa fyri trýstinum. Anelka eina­ ferð – eftir upplegg frá Trezeguet – og Trezeguet tvær ferðir syrgdu fyri, at tapið varð av tí dyggara slagnum, og tað kunnu hvørki føroysku spælararnir – ella áskoðararnir – seta stórvegis fingramerki á. Liðið skal mennast Ein av høvuðsboðskapun­ um hjá Jógvani Martin Olsen, síðani hann tók við sum venjari, hevur ver­ið, at hetta landsliðið skal hava tíð at mennast. At liðið í fyrstu fýra und­an­ kappingardystunum hev­­ur tapt til sam­ans 18 mál er sjálv­­andi ikki besta út­gangs­ støðið. Men heilt real­ist­iskt, so skulu Føro­yar neyvan rokna við, at fót­bólts­lands­ lið okk­ara hevur stór­vegis møguleika at koma úr Fraklandi við einum mun­ andi frægari úrsliti. Fyri einum ári síðani sóu vit eitt føroyskt lið, sum hevði munandi drúgvari royndir , prísa sær – og serliga Jákupi Mikkelsen – lukkuliga fyri, at tapið bara varð 3-0 í Lens, og tí vil fyrsti setningurin í slíkum dysti vera at læra. Og verður lærdómurin brúktur rætt, so er einki at ivast í, at læran kann vera bæði rík og góð úr slíkari uppgávu. Fyrst og fremst, so gevur bara tað at luttaka í slíkari uppgávu meira “hár á bringuna” hjá einstaka spælaranum. Truplari enn tað sama verður tað neyvan – útidysturin móti Italia undantikið!. Og hartil er tað við til at hvessa hvønn einasta spælara. Teir ikki bara síggja, men kenna á egnum kroppi, hvussu styrk­ in og førleikin er, tá spælt verður á hægsta stigi, og tær royndirnar eru nakað, sum liðið við tíðini kemur at byggja á. Og verður tosað um royndir, so er bert ein háttur at fáa hesar. Dystir skulu til – nógvir av slagnum – og í so máta var ferðin til Sochaux enn ein partur av menningarætlanini. Og við mótstøðuni í huga, so skal hetta tapið altso ikki sammetast við tey, sum liðið var fyri móti ávíkavist Georgia og Skotlandi! Fraklendingar høvdu føroyingarnar á knøunum ein stóran part av dystinum, men tað var ikki fyrr enn seinasta korterið at heiðurliga tapið gjørdist til stórtap Mynd: Scanpix Einki mál til Jógvan Martin Eftir fimm dystir sum venjari hjá føroyska landsliðnum, hevur tað ikki eydnast liðnum hjá Jógvani Martin Olsen at skora. Fyrsti dysturin hjá Føroyum við nýggja venjaranum var ímóti Pólandi, og tá taptu Føroyar 4-0. Síðani hava fýra dystir verið í EM-undankappingini, og her hevur heldur ikki eydnast føroyska liðnum at gera mál. Fyrstu tapini vóru 0-6 ímóti Georgia og Skotlandi. So kom 0- 1 tapið fyri Litava, og í gjárkvøldið gjørdist tað til 0-5. Samanlagt 0-18 í fýra EM-dystum í ár. Ongland var eyðmýkt Ensku fjølmiðlarnir fara illa við enska landsliðnum, eftir at liðið í gjárkvøldið tapti 2-0 ímóti Kroatia á útivølli. Kroatia var nógv tað betra liðið í dystinum, og í dag kalla fjølmiðlarnir tapið fyri pínligt og eyðmýkjandi. Í hálvleikinum var st-ðan 0-0, men tíðliga í seinna hálvleiki kom Kroatia á odda 1-0. Og so stóð málmaðurin Paul Robinson fyri ein merkisverdum avriki. Gary Neville legði bóltin aftur til hann, og júst tá ið Robinson skuldi skjóta bóltin burtur, hoppi bólturin á óslættað vøllinum, fór upp um fótin hjá Robinson og í málið til 2-0, sum gjørdist úrslitið