Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 197 - 12. oktober 2006 ] Vórðu noyddir at spæla langt Við støðugum nærdystum við eitt nú Vieira og Boumsong átók Rógvi Jacobsen sær eina velduga uppgávu mikukvøldið. Eina uppgávu, sum eisini kostaði heilt nógvar kreftir Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo (Sochaux, Frakland): Tað hevur víst seg, at eitt av sterkastu føroysku álopsvápnunum eru lang­ ir bóltar niðan móti Rógva Jacobsen. Aftur hesa ferð vann hann mest sum alt í loftrúminum, og hóast tað ikki gav opnar møguleikar, so tóktist greitt, at skuldi ein slíkur komið, so var tað við heysinum hjá Rógva sum millumstøð. - Undir Jógvan Martini hava vit arbeitt nógv við at spæla okkum úr verjustøðu, og eydnast tað, so hava vit longu vunnið nógv. Hinvegin spæla vit í dag undir slík­ um trýsti, at tað sjáldan gjørdist gjørligt. Tí er einasta alternativið hjá verjuspælarunum at sparka langt, og har er tað so mín uppgáva at fara eftir høgu bóltunum. Bæði móti Litava og aftur í kvøld tóktist tað, sum brúkti tú sera nógvar kreftir í hesum nærdystunum? - Ja. Tað blívur sera hart. Ikki minst í dag, har vit at kalla ongan tíð megna at spæla okkum niðan í álopsstøðu. Eitt skifti í seinna hálvleiki var eg eisini um at koyra púrasta flatur, men eg royndi so at trekkja meg longur aftur, so teinarnir at renna vórðu styttri, og tað gav mær so nakað av luft aftur. Hóast hann illa fær kravt meira enn tað sama av sínum spælarum, so helt Jógvan Martin Olsen, at verjuspælið hjá føroyska liðnum onkra tíð hevur verið betri, enn tað var við tey bæði fyrstu fronsku málini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sopchaux, Frakland: - Tað var sjálvandi ikki eftir ætlan, at teir skulu skora eftir somikið stuttari tíð. Men eg haldi, at okkara verjuspæl – bæði við fyrsta og næsta málið – er eitt sindur nølandi. Teir fáa pláss í borðinum, og so eru vit ikki nóg væl orienteraðir, tá bólturin kemur til handaru stong. Soleiðis byrjaði føroyski venjarin, tá vit spurdu hann, hvørjir tankar fóru gjøgnum heysin eftir fyrstu knøppu 40 sekundini. - Men í aðrar mátar haldi eg, at vit røktu verjupartin sera væl. Uppleggið var, at teir ikki skuldu kunnu brúka djúpu økini aftan fyri okkara bakkar, og tað eydnaðist rættiliga væl. Ikki minst, tá Henry og Saha mannaðu álopið. Tá Trezeguet og Anelka komu inn, søktu teir í nógv størri mun inn í vøllin, og tað gav okkum trupulleikar. Ikki minst, tí vit eisini høvdu nýtt sera nógva orku, segði Jógvan Martin. Orkan rakk ikki Fram eftir vøllinum skapti føroyska liðið tó lítið, og hetta hevði sína heilt einføldu orsøk, helt Jógvan Martin. - Vit megna ikki at flyta fólkið fram. Hóast vit í Rógva hava ein spælara, sum næstan hvørja ferð fær stýrt bóltinum víðari, so fáa vit ikki nakað burtur úr hesum, tí liðið er ikki komið fram. Menninir arbeiða og arbeiða ótroyttiliga í verju­ partinum, og tí er orkan snøgt sagt ikki til at arbeiða seg longur niðan á vøllin. - Men tað hoyrir so eis­ ini við, at franska liðið er ótrúliga gott. Teir spæla 100% kontrollerað alla tíð­ina. Bólturin verður koyrd­ur runt og runt, og vit sóu ongantíð tað allar minsta tekinið um panikk. Teir góvu snøgt sagt einki frá sær í so máta, og tá kemur eitt føroyskt lið altíð at fáa trupulleikar, segði landsliðsvenjarin. – Vit rukku ov stutt fram á vøllin Póland vant burtur úr Portugal Póland vann í gjárkvøldið EM-dystin á heimavølli ímóti Portugal. Úrslitið gjørdist 2-1, men tað sigur ikki alla søguna um dystin. Póland var nógv tað betra liðið, og átti at fingið fleiri mál enn tey tvey, sum Ebi Smolarek gjørdi eftir 18 minuttir. Portugal hevur nú fingið trupulleikar í bólkinum. Í sama bólki vann Serbia 3-0 á Armenia á heimavølli, og Serbia liggur í løtuni á odda í bólkinum. Belgia spældi ímóti Aserbaijan og vann 3-0. Týskland er flúgvandi Týska landsliðið hevur rættiliga hugtikið við undirhaldandi álopsfótbólti í ár, og aftur í gjárkvøldið skoraði Týskland fleiri mál í sínum EM-dysti. Týskland spældi á útivølli ímóti Slovakia, sum leygardagin vann 5- 1 á Wales, og týskar vunnu greiðan sigur. Lukas Podolski legði Týskland fram um tíðliga í dystinum, og Michael Ballack økti til 2-0. Síðani skoraði Bastian Schweinsteiger til 3-0, áðrenn Podolski gjørdi fjórða týska málið. Slovakia fekk eitt mál, so dysturin endaði 4-1. Írland og Kekkia spældu í sama bólki, og har endaði við 1-1 javnleiki. Wales kom á føtur aftur við 3-1 sigri á Kypros. Talan gjørdist aftur um stórtap ímóti krútsterka franska landsliðnum, har Patrick Vieira er liðformaður, men føroyski landsliðsvenjarin helt ikki, tað kundi krevjast nógv meira av liðnum Mynd: Scanpix