Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 197 - 12. oktober 2006 ] Á talvuni sá tað kanska nyttuleyst út, men hóast greiða tapið, so stríddust allir okkara menn manniliga í Sochaux. Og tað skal ikki liggja teimum til last, at mótstøðan var í avgjørdum heimsflokki Spælaraummæli Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 1. Jákup Mikkelsen Føroyski málverjin hevði kanska ikki so nógv at gera, sum trýstið legði upp til. Eina mest, tí franska spælið innihelt sera nógvar bóltflytingar. Sjáldan sluppu menn einsamallir við honum, og tí gjørdist talan fyri tað nógva um skot útifrá. Fimta málið kom eftir eitt slíkt, og tað átti føroyski málverjin at klára betri. Og eisini hevði hann líknandi mistak fyrr í dystinum, tá Henry tó stóð í rangstøðu til returin. Hini málini kundi hann á ongan hátt lastast fyri, og tann eina bjargingin av langskoti fyri steðgin, hevði stóran klassa yvir sær. 2. Marni Djurhuus Hevði stórar trupulleikar í fyrra hálvleiki, tá føroyska samskifti í borðinum ikki riggaði nóg væl. Kom tí fleiri ferðir upp á mill­ umhond, og tað gav fleiri fronsk innlegg. Spældi seg tó hampuliga væl upp, og fekk fatur í nógvum. Men í summum førum tóktist hann fjáltursstungin og sparkaði tí óneyðuga nógv burtur. 3. Vagnur Mohr Mortensen Hevur staðið sera sterkur í myndini, nú hann hevur fingið møguleikan í lands­ liðsverjuni. Eins og restin av verjuni tóktist hann ikki heilt vakin við fyrsta franska málið, men hann spældi seg upp til at vera eitt av avgjørt sterkastu kortum okkara. Var óteljandi ferðir seinasti blokkurin, sum forðaði fraklendingum í at gerast leysir, og dugdi væl at meta, nær hann skuldi satsa ella lata vera í tacklingum. Hevði tó eina risa feil-sending eftir steðgin, men slapp tó kortini snikkaleysur frá hesum. 4. Atli Danielsen Ikki óvæntað varð trýstið størri hesaferð, enn tað var móti Litava, og tí tóktist klaksvíkingurin ofta fjálturs­ stungin við bóltinum. Uttan bólt megnaði hann tó væl at tippa í sínum borði, og tað var hampuliga sjáldan, at Henry og Maolouda sluppu heilt ígjøgnum her. Og tykist tí at vera ein góður makkari til Jákup á Borg í høgra borði. 5. Símun Samuelsen Hevði trupulleikar við at standa rætt í verjustøðu fyrstu longu løtuna. Var á hendan hátt viðvirkandi til, at fraklendingar fingu dekan ov gott pláss við tey bæði fyrstu málini, og tað var bakkast í mun til dystin leygardagin. Er tó ein av føroysku spælarunum, sum er best fyri kropsliga, og arbeiddi knallhart í sam­ fullar 93 minuttir. 6. Rógvi Jacobsen Hóast mótstøðan nú var risa- stóri Vieira, so settist Rógvi enn einaferð á loftrúmið. Vann snøgt sagt tað, sum kundi vinnast í luftini, og tað er eyðsæð, at hann í løtuni er eitt av avgjørt vandamestu álopskortum okkara. Tað krevur tó, at liðið betri fær gagnnýtt næsta-bóltin, enn tað er gjørt tær báðar seinastu ferð­irnar, og tað má vera nakað, sum arbeiðast skal við. 7. Fróði Benjaminsen Tóktist tryggur sum verju­ skansi. Kanska ikki heilt klárur við fyrsta málið, men spældi seg sera væl upp. Ikki minst var tað flott, at hann trekti liðið nakrar metrar niðan, hvørja ferð møguleiki var til tess, fyri á tann hátt at linka um trýstið. Og sum eitt undantak hevði hann eisini dirvi til at tora at spæla seg úr trupulleikum. 8. Mikkjal Thomassen Kropsliga styrkin og men­ tala dirvið bera við sær, at Mikkjal er ein sera týdningarmikil spælari, tá føroyska liðið skal royna at fáa frið á spælið. Til tíðir er friðurin tó ov góður, og í tveimum førum kostaði hetta í kontra-støðum. Móti dystarenda datt hann langt aftur á vøllin, men ferð eftir ferð megnaði hann at blokka og tackla franskar álopsroyndir burtur. 9. Jákup á Borg Í verjupartinum var arbeiðs­ avrikið framúr, og tað var ikki minst honum at takka, at fronsku gjøgnumbrotini í okkara høgru vóru somiki fá. Fram eftir var ikki so nógvur futtur í, sum vit gjarna vilja hava tað, men tað hevði nú helst sínar or­søkir. Fyrst og fremst kvali­tetin av mótstøðuni. 10. Christian Høgni Jacobsen Tóktist hava ilt við at seta seg ígjøgnum, tó at arbeiðs­ umstøðurnar í álopinum sjálvandi vóru truplar. Tað var tó merkisvert at síggja, at hann ferð eftir ferð leitaði ímóti Rógva, tá sparkað varð langt niðan, tí í 90% av førunum megnaði Rógvi at leingja, og tá kundi vandi verið á ferð, um Christian Høgni byrjaði renningina skjótari. Var beint undan 3-0 málinum um at spæla Rógva leysan, men har kom akkurát ikki nóg mikið av luft undir bóltin. 11. Pauli G. Hansen Fekk rættiliga tíðliga eitt keðiligt spark á skadda bein­ið, og tóktist nakað skerdur eftir hetta. Royndi tó at treiskast, og framdi eitt stórt renniarbeiði, men í longdini argaði skaðin ov nógv, og tí kom Skála- maðurin ikki á vøllin eftir steðgin. 12. Kári Nielsen Megnaði væl at koma inn í dystin, har hann var við til at steðga fleiri fronskum atstóknum. Saman við Mikkjaldi bakkaði hann tó kanska dekan ov nógv, sum dysturin leið, men framdi tó støðugt at veldugt arbeiði. 14. Jónhard Frederiksberg Fekk seinastu minuttirnar á vøllinum, men grundarlagið er ov tunt til nakra ítøkiliga meting. Malta vann sjokksigur Lítla fótbóltstjóðin Malta tók øll á bóli og vann heimadystin ímóti Ungarn 2-1. Andre Shembri var stóra hetjan, tí hann skoraði bæði málini hjá Malta í EM-dystinum ímóti Ungarn. Shembri legði Malta á odda í 14. minutti, men Ungarn javnaði fimm minuttir seinni. Ungarn gjørdi sínar fortreytir nakað truplari, tá ið teir fingu ein mann vístan av vølli eftir 38 minuttir. Tíðliga í seinna hálvleiki skoraði Shembri aftur, og Malta helt leiðsluna allan vegin til dystarlok og vann harvið 2-1. Svøríki vann norðurlendsku uppgerðina Ísland kom á odda tíðliga í dystinum ímóti Svøríki á Laugardalsvøllinum í gjárkvøldið, men tað gingu bara tveir minuttir, so hevði Svøríki javnað. Eftir ein tíma skoraði Christian Vilhelmsson til 2-1, og tað gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Í sama bólki spældi Danmark á útivølli ímóti Liktinstein, og danir vunnu trygt 4-0. Daniel Jensen og Michael Gravgaard løgdu Danmark fram um 2-0, áðrenn liðformaðurin, Jon Dahl Tomasson skoraði tvey mál. Finlandi spældi á útivølli í Kazakhstan og vann 2-0. Jari Litmanen og Sami Hyppia skoraðu finsku málini. Noreg spældi ikki í kvøld. Stríddust móti yvirvaldinum Sjáldan hevur yvirvaldið verið so stórt, sum tað var hjá føroyska liðnum í Sochaux. Og tí var trupult hjá nøkrum spælara at toga seg heilt upp á karakter-stiganum Mynd: Jákup Mørk