Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-12, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 197 - 12. oktober 2006 ] Fronsku kanónirnar Louis Saha, sum skal lyfta arvin eftir Ruud van Nistelrooy í Manchester United. Thierry Henry, sum hevur málmetið í Arsenal. Nikolas Anelka, sum bara 20 ára gamal varð seldur til sjálvasta Real Madrid. Og David Trezeguet, sum hevur ment seg til ein tann týdningarmesta spælaran hjá Juventus. Tað var ikki smávegis skjúts, sum Raymond Domenech kundi senda móti føroyska liðnum. Teir skoraðu allir, og málini komu soleiðis: 1-0: Louis Saha, 1. minutti Símun Samuelsen letur seg lokka inn í miðvøllin, so Ribery gerst púrasta leysur í síðuni. Føroyska verjan er ikki vakin, tá bólturin verður sendur við handaru stong, og tá Henry stútar inneftir, er Saha kvikari enn Fróði Benjaminsen og Mikkjal Thomassen. 2-0: Thierry Henry, 22 Ribery sleppur enn einaferð at fáa alt ov gott rásarúm í høgru, og hesa ferð er Henry púrasta blankur við handara stólpa, tá sent verður innfyri. 3-0: Nicolas Anelka, 76. Trezeguet er hægstur, tá hornaspark verður sent innfyri. Hann fær stútað niður til Anelka, sum hálvan metur úr málinum fær stýrt bóltinum í kassan. 4-0: David Trezeguet, 77. Ribery rennur skeivt innlegg upp, og tá hann sendir bóltin inn, fær Trezeguet onkursvegna skumpað bóltin framvið Fróða og Jákup, áðrenn hann smoyggir sær millum beini á Vagni. 5-0: Davic Trezeguet, 84. Jákup Mikkelsen heldur ikki bóltinum, tá Malouda skjýtur, og so kann Trezeguet fanga returin, áðrenn hann sera kølið dregur framvið Jákupi og sendir í meskarnar. Talvkapping í Klaksvík Nú liðkappingin í talvi nærkast, skipar Klaksvíkar Talvfelag fyri afturvendandi vikskiftiskappingini Skákið ´06: KBI Open. Kappingin byrjar fríggjakvøldið 13. oktober kl. 19. 00, og telvað verða 5 umfør: eitt fríggjakvøldið, 3 leygardagin og seinasta umfarið byrjar kl. 13.30 sunnudagin. Telvað verður í hølunum hjá Klaksvíkar Talvfelag, og kappingin endar uml. kl 17.30 sunnudagin. Triathlon fyri lið Sunnudagin 15. oktober kl. 13.00 skipar Føroya Triathlon Felag fyri liðkapping í triathlon. Triathlon er samansett av trimum greinum, nevniliga svimjing, súkkling og renning, og tí verða tað trý fólk, ið manna eitt lið. Tá kappast verður í sprint trithlon verður svomið 750 metrar, súkklað 20 kilometrar og runnið 6 kilometrar. Felagið vónar, at virkir og stovnar eisini fara at taka undir við tiltakinum. Meira fæst at vita á heimasíðuni www.triathlon.fo Eitt mál er ov lítið at dúva uppá, og tí var tað ein stórur lætti, tá vit skoraðu til 2-0, helt Louis Saha úr Manchester United eftir dystin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sochaux, Frakland: Ein av broytingunum, sum Raymond Domenech hevði gjørt á franska liðnum eftir tapið í Skotlandi var, at Louis Saha var millum teir fyrstu ellivu hjá Fraklandi. Og við einum máli eftir bara 38 sekundum kvittaði hann eisini fyri álitið. Og hann duldi heldur ikki fyri, at góða byrjanin gav fraklendingum betri frið yvir spælið. - Tað ger tað sjálvandi. Vit megnaðu jú ikki at um­seta teir møguleikar, sum vit skaptu okkum í Skotlandi, til mál, og tí var eitt ávíst trýst á okkum. Tað trýstið fingu vit burtur við skjóta málinum, og tá vit so skora til 2-0, kunnu vit anda róliga. 1-0 er jú einki í altjóða fótbólti, tí hóast vit á pappírinum eru væl sterkari enn tykkara lið, so kann eitt mál jú altíð koma ímóti. Men eftir seinna málið haldi eg, at vit kundu hugsa um at gera arbeiðið liðugt, og tað gjørdu vit so eisini. Vit skulu vera klárir Tit taptu i Skotlandi, men vunnu so trý stig í kvøld. Hvussu metir tú, at útlitini eru hjá tykkum at spæla tykkum í EM-endaspælið? - Tey eru góð, tí vit hava enn lagnuna í egnum hondum. Men tað krevur, at vit eru púrasta fokuseraðir upp á uppgávuna. Eg veit væl, at næsti dysturin ikki er fyrr enn um einar fimm mánaðir, men kravið til okkum er, at vit skulu vera 100% til reiðar til hana eisini, segði Manchester United framherjin at enda. Við greiða sigrinum á Føroyum kunnu frak­lend­ ingar enn sjálvir gera av, hvussu ovarliga teir enda í EM-undankappingarbólki 2. Hatta var munurin Føroyski liðformaðurin, Jákup Mikkelsen, helt á ong­an hátt, at føroyska liðið gjørdi sær fyri skommum mikukvøldið, hóast talan enn einaferð gjørdist um stórtap. - Sjálvandi er tað spell, at teir skora trý mál seinasta korterið, og í so máta iðra vit okkum um, at tapið gjørdist somikið stórt. - Men vit skulu eisini minnast til, hvørjum vit spæla ímóti. Franska liðið er ótrúliga sterkt, og tey fimm málini eru væl tað, sum er munurin millum liðini, helt Jákup Mikkelsen. EM-bólkur B Úrslit 11/10 Frakland-Føroyar 5-0 11/10 Ukraina-Skotland 2-0 11/10 Georgia-Italia 1-3 Støðan 1. Skotland 4 3-0-1 9-3 9 2. Frakland 4 3-0-1 11-2 9 3. Italia 4 2-1-1 7-5 7 4. Ukraina 3 2-0-1 5-4 6 5. Litava 3 1-1-1 3-3 4 6. Georgia 4 1-0-3 9-9 3 7. Føroyar 4 0-0-4 0-18 0 Næstu dystir 24/3/07 Skotland-Georgia 24/3/07 Føroyar-Ukraina 24/3/07 Litava-Frakland Fingu frið eftir næsta málið - 1-0 er jú einki í altjóða fótbólti, tí hóast vit á pappírinum eru væl sterkari enn tykkara lið, so kann eitt mál jú altíð koma ímóti, segði Louis Saha eftir dystin