Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. januar 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Sosialurin Nr. 9 - 13. januar 2001 Nr. 9 - 13. januar 2001 27 VVS Inntech Saltangará Vit geva tilboð uppá alt v.v.s. v.m. Og leggja vit eisini varma og ventilatión inn í hús og virkir. Runt alt landið. Ring og vit finna út av tí Sp/f Inntech Tlf. 449 588 Fax 449 499 · Sosialurin - 311820 Uppliva tí heilt serligu pannuna ið gevur allar fyrimunir! GASTROLUX FØROYAR 350 Vestmanna • Tel. 42 45 99 • Fartel. 21 55 99, 21 75 99 Steiking heilt uttan feitt Slettir minst møguligt Løtt at reingera - sápa skal nýtast Brennir aldrin matin Metaltól kunnu gjarna nýtast Klødd við nikkelfríum lagi 5 ára garanti til privatnýtslu Lívslangt garanti móti skeivleikum -tann -tann feittfr feittfría pannan a pannan -tann feittfría pannan Um hetta hevur tín áhuga, ring til okkum og vit senda tær ein faldara Gøtu cup 2001 Gøtu cup 2001 Gøtu ítróttarfelag skipar fyri innandura kapping fyri gentir og dreingir. Kappingin verður á Kambsdali 20. og 21. januar. Pinkur (f. 91-92) Gentur 10-12 (f. 89-90) Smágentur 12-14 (f. 87-88) Smápiltar (f.91-92) Piltar (f. 89-90) Smádreingir (f. 87-88) Aldursbólkar: Á hvørjum liði eru 5 leikarar. Loyvt er at hava ein skiftisleikara. Heiðursmerki verða latin til trý tey bestu liðini í hvørjari deild. Luttøkugjaldið er 200 kr. fyri liðið. Tilmelding: Símin Petur Justinussen tlf. 44 18 53 ella hjá Sonju á Líðarenda tlf. 44 17 44 ella 21 17 44 Seinasta freist at melda til er 18. januar Gøtu Ítróttarfelag Gøtu Ítróttarfelag Tey seinastu árini havi eg verið búsitandi í Noreg. Eg havi hitt fleiri norrmenn bæði á bygd og í bý, og eg má ásanna, at fleiri eru lík og tó - tá tey tosa, hoyrir tú, at her er talan um ymisk bygdamál og á tjóðardegnum 17. mai sært tú ymiskar búnar og tú sært, at tey halda dagin á ymiskan hátt alt eftir, hvat dentur verður lagt á. Eitt eyðkenni við tjóðardegnum er, at dagurin í stóran mun er fyri børnunum. Í øllum hesum er eitt afturvendandi stríð, stríðið millum tey, sum tosa nýnorskt og tey, sum tosa bókmál. Sum gongdin er, bendir alt á, at við tíðini vinnur bókmálið alt meira fram. Bókmálið er ógvuliga líkt donskum máli, meðan nýnorskt er í ætt við norrønt. Vilt tú kenna Noreg og norrmenn eigur tú at vitja landið, men »skoða ikki hundin á hárunum«, tí aloftast eru tað okkara fordómar, sum í stóran mun mynda okkara fatan av okkara medmenniskjum. Við øðrum orðum, tey sum eru norsk eru ikki eina um at skapa tað norska. Alt, sum er øðrvísi, kann síggjast og metast um í mun til tað, tað víkir frá. Lata vit okkum stýra ov nógv av fordómum er vandi fyri, at vit døma onnur út frá skeivum grundarlagi. Er tað ikki møti millum ymsar mentanir innan landamørk, sum er størsta avbjóðingin fyri øll fólkasløg, meðan globaliseringin er størsta hóttanin? Eg verði mangan spurdur, hvat eg haldi sermerkir mentanina í Noreg, men hvat er spurningurin annað enn ein roynd at staðfesta eitthvørt, ivi er um! Er eitt nú hugsjónin um, hvat føroysk mentan er annað enn ein mýta, um nøkur fólk, sum viðurkenna, at tey hava upplivað okkurt saman, har hugtakið samleiki er heiti á viðurskiftum, sum eru knýtt at: tíð, rúmi og málburði? Har tíð hevur við søgu at gera, rúmið er hetta at hoyra saman, og málið hevur við mentan at gera. Flestu fólk í Noreg meina eisini at »heimið er tað besta stað á jørð«. Men hóast tað, so hevur fólkaflytingin frá útjaðaraøkjum til býirnar hildið fram síðani Noreg gjørdist eitt ídnaðarsamfelag. Feskastu tíðindi í Noreg vilja verða við, at fyri fyrstu ferð í meira enn hundrað ár er nýtt rák ávegis. Tað vísir seg, at fólk ferðast meira í fjøllunum, við strandaøki og »úti á landinum«. M. a. verða frítíðarhús brúkt til skrivstovu, og fólk eru farin at seta meira pening í frítíðarhús enn í sethús. Í vikuni hevði TV2 kjaksending um tað fína lívið í fjøllunum á skránni. ...Farið er um trettanda... jólavættrarnar í grannalandi tínum Noreg takka fyri tað farna... From: Jógvan Andrias Joensen Date: Thursday, January 11, 2001 8:49 TO: birgir@post.olivant.fo Teldubrævi ...Farið er um trettanda...jólavættrarnar her í grannalandi tínum, Noreg, ynskja tær eitt gott nýggjár. Tær klæða seg í annan búna. Á henda hátt vilja tær búgva seg út at taka ímóti tí, sum komandi tíð hevur at bjóða... Í amerikanska blaðnum Rolling Stone hevur Daniel Lanois verið mettur at vera tann ‘týdningarmiklasti produsarin, sum kom fram í 80’unum. Hann hevur arbeitt saman við artistum so sum Bob Dylan, Peter Gabriel og so sjálvsagt eisini við U2. Daniel arbeiddi á fyrsta sinni saman við U2 á útgávuni The Unforgettable Fire, og í 1987 produseraðu hann og Brian Eno so saman útgávuna The Joshua Tree, sum hann vann ein Grammy fyri. Í 1991 arbeiddi Lanois so aftur við U2 á somu- leiðis grammy-vinnandi útgávuni Achtung Baby. Sjálvur leggur Lanois dent á, at tað er altumráðandi at fáa eina góða framførslu frá orkestrinum/artistinum. Síðani kann byggjast á tað. Og hann er ikki bangin fyri at brúka tøknina. Spurdur, um tað er týdningarmikið at vera á bylgjulongd - eisini á einum djúpri andaligum støði - sigur Lanois: “Tað verður ikki nógv prátað um tað, men tað er, tá alt kemur til alt, tað mest umráðandi - kemiin. Tað er bláoygt at halda, at ein produsari kemur upp í leikin bara við tekniskari vitan og góðum, goml- um ráðum. Eg gevi plátuni tað, sum eg vaks upp við, mína tráðan, mínar vónir, mína trúgv, og mína umsorgan fyri góð- sku. Hvør eg eri, sum ein persónur. Fólk siga, ‘Hvat gert tú í veruleika- num?’ og mítt svar er, ‘eg lyfti hýrin’. Tað fer aftur um teknikk, tað er hinumegin alt tað, tú kanst lýsa og kanna út í æsir. Tón- leikur er absolutt andaligur og grøðandi.” Lanois greiðir víðari frá, hvussu Bono altíð roynir at skriva ein betri tekst, ella koma fram á eini betri melodi ella eina betri framførslu. So tú skyldar teimum, at kanna alt, venda hvørjum steini. Men tú mást eisini vera objektivur og siga, ‘hetta’ er melodiurin - sjálvt um vit hava onnur góð ting. Latið okkum gera hatta.” Lanois heldur á: “Tað ringasta er, tá onkur hevur lagt alstóra orku í okkurt - tí tá ynskja fólk at fáa nakað aftur fyri. Hvør einasta pláta, sum vit hava gjørt við U2 hevur havt ein av hesum sangunum. Á hesi síðstu plátuni vóru vit sannførdir um, at eini tvey løg fóru at vera rocksangirnir, vit høvdu brúk fyri, og teir fingu nógva umsorgan. Men hvørgin kom um mál- strikuna. Í staðin voru eini 60-70 prosent av All That You Can’t Leave Behind gjørt á staðnum. Kanska er tað soleiðis, at U2 royna at verða verandi spontanir. Ger kiksararnar privat, og gev síðani naka út, sum er frískt. Lanois viðgongur, at tað er eitt trýst at arbeiða við so stórum plátuætlanum, men hann vísir á, at hann er heppin at hava ein so dygdargóðan bólk at arbeiða við. Hann vísir eisini á, at trýstið ongantíð snýr seg um at selja. ‘Trýstið snýr seg um at vera uppfinnsamur - at koma við nøkrum, sum er frískt, spennandi, ein nýggjur háttur at skoða tingini. Serliga við atliti til tón- leikasøguna, og hvar vit eru júst nú. Vit hava 50 ár við elekstriskum guitarum á baki, og vit mugu vera uppfinnsom. Tað er hart. Edge hevur altíð megnað at vera tað. Sjálvt á hesi útgávuni kemur hann víð nýggjum ljóðum, sum eru sera hug- takandi. Spurdur um, hvat hansara yndislag er á fløguni, sigur Daniel Lanois, at ‘Beautiful Day’ er hansara farvorittur. Produsarin um U2: Kemiin hevur alt at siga