leygardagur 13. januar 2001síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 13. januar 2001
29
28
Nr. 9 - 13. januar 2001
Farodane er 50 ára gamalt handils- og tænastuvirkið, sum í dag er ein av
fremstu heildarveitarum til skrivstovuna. Virksemið fevnir um sølu og tænastu
av framkomnum KT-loysnum, kopi-, fax- og AV-tólum, skrivstovuinnbúgvi og
øðrum skrivstovubúnaði.
Brekkutún 4
Postboks 109
FO-110 Tórshavn
Tlf. 311414
Fax 317534
e-postur:
farodane@farodane.fo
www.farodane.fo
Teknikari
farodane 01-01
Til verkstað okkara søkja vit eftir einum teknikara at byrja
skjótast til ber. Sum partur av tænastudeild okkara kemur tú
fyrst og fremst at takast við tænastuveiting og umvælingar
av kopimaskinum, printarum og telefaksum. Á hesum øki
gongur menningin frá analogum eindum til størri digitalar
loysnir, har Farodane, sum Canon umboð í Føroyum, hevur
eitt breitt og framkomið útboð.
Við hesum starvi gerst tú sostatt partur av eini deild í støðugari
og spennandi menning.
- ert álítandi og fyrikomandi
- ert til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum
- hevur viðkomandi royndir innan økið
- hevur viðkomandi útbúgving - hetta er tó ikki krav
- eitt spennandi og avbjóðandi starv
- støðuga útbúgving á økinum
- eitt gott arbeiðsumhvørvi í eini sunnari fyritøku í menning
- 40 góðar arbeiðsfelagar
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. januar 2001.
Lønarviðuskifti verða avtalað í samráð við leiðsluna.
Vit vænta at tú:
Vit kunnu bjóða tær:
Av tí at leiðarin í Landsmiðstøðini fer í
annað starv, og honum er játtað
farloyvi
til
31.
juli
2002,
er
leiðarastarvið í Landsmiðstøðini leyst
at søkja til fyribils- setan tíðarskeiðið
1.apríl 2001 – 31.juli 2002.
Landsmiðstøðin er ein stovnur í undir-
vísingarverkinum
undir
Menta-
málastýrinum.
Landsmiðstøðin skal:
•
ráðgeva og upplýsa um undir-
vísaringmiðlar,
•
ráðgeva og veita hjálp í fakligum,
námsligum og tøkniligum spurn-
ingum,
•
virka fyri fakligari,námsligari og
tøkniligari menning í skúlunum,
• læna út undirvísingarmiðlar og
bókmentir í náms- og sálarfrøði,
• hava námsligan verkstað,bæði til
egið virksemi og til tænastu og
nýtslu hjá skúlum og lærarum,
•
ráðgeva skúlum og veita teimum
hjálp at skipa mentanarlig tiltøk
í undirvísingarligum høpi.
Landsmiðstøðin kann
•
veita skúlum og øðrum undirvís-
ingarstovnum bókasavnstøkniliga
tænastu,
•
útvega skúlunum undirvísingar-
miðlar,herímillum einhvønn bráð-
feingis miðil,evnissavn o.t.
•
røkja aðrar uppgávur í undirvís-
ingarverkinum eftir avtalu við
Mentamálastýrið.
Umsøkjari skal hava læraraútbúgving
og kunnleika um alt undirvísingar-
verkið.
Royndir
í
skúlabókasavnsarbeiði kunna verða
ein fyrimunur.
Tað er ein fyrimunur, at umsøkjari
hevur royndir í øðrum viðkomandi
starvi. Harumframt skal umsøkjari
kunna arbeiða bæði sjálvstøðugt og
saman við øðrum.
Tann, sum settur verður, kemur sjálv/
sjálvur í stóran mun at arbeiða sjálv-
støðugt og at vera dagligur leiðari hjá
lærugreinaráðgevunum á fólkaskúla-
økinum.
Arbeiðið er á einum høgum fakligum
stigi, og møguleikarnir eru góðir fyri
persónligari og fakligari menning til
eftirútbúgving o.a.
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið og við-
komandi yrkisfelag.
Setanarøkið fatar um Mentamála-
stýrið við tilvísing til deildarstjóran í
Fólkaskúladeildini.
Umsókn við prógvum o. ø. skal verða
send Mentamálastýrinum, Hoyvíks-
vegi 72, Postrúm 3279, 110 Tórshavn,
skjótast til ber og soleiðis, at hon er
Mentamálastýrinum í hendi í seinasta
lagi mánadagin 16.februar 2001.
Vilja tygum hava fleiri upplýsingar um
starvið, kunnu tygum ringja til Hensar
Ellingsgaard, deildarstjóra, telefon 35
5050 í Mentamálastýrinum.
Landsmiðstøðin
Mentamálastýrið fyrisitur undirvísingarmál,gransking,mentamál,kirkjumál,loftmiðlar,ítrótt og annað
frítíðarvirksemi. Landsmiðstøðin er stovnur undir Mentamálastýrinum og veitir skúlum tænastur í
undirvísingarverkinum við atliti at undirvísingarmiðlum, hevur verkstaðarmøguleikar og umsitur
lærugreina-ráðgevaskipanina.Dentur verður lagdur á framvegis at menna virksemið í Landsmiðstøðini.
Mentamálastýrið
Starvsfólkadeildin
Eiðis kvøldskúli
Í vár skipar Eiðis kvøldskúli fyri frálæru í:
Seyming til føroyskan búna.
Lærari: Katrin Haraldsen,tlf.42 34 88
Tíð eftir avtalu.
Luttøkugjaldið, sum skal gjaldast fyrsta kvøldið,
er kr.100,-.
Tekning fer fram hjá læraranum í seinasta lagi
fríggjadagin 26.januar 2001.
Undirvísingin er treytað av nóg stórari luttøku og
góðkenning frá myndugleikunum.
Eiðis kvøldskúli
Tlf.423092 · Fax 423480
Føroya Postfelag
Aðalfundur
Aðalfundur felagsins verður í HB-húsinum
leygardagin 17.februar 2001,kl.10.00
Dagsskrá sambært lógum felagsins.
Uppskot, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundinum,
skulu vera send felagnum í seinasta lagi 3 vikur
undan aðalfundinum – t.e. leygard. 27. jan.
2001.
Nevndin
Føroya Postfelag
-har
tað hendir
Av tí at leiðarin fyri kynbótaarbeiðnum hjá Fiskaaling
P/F er farin í annað starv, er eitt áhugavert og
fjølbroytt starv leyst at søkja á Fiskaaling P/F.
Viðkomandi, ið settur verður, kemur at hava dagligu
ábyrgdina av kynbótaarbeiðnum, og skal skipa og
leggja hetta til rættis soleiðis, at arbeiðið verður
framt undir tryggum og skipaðum umstøðum,
soleiðis at allar neyðugar skrásetingar verða gjørdar
og goymdar trygt til seinni nýtslu, í samband við
úrvalið. Eisini kemur viðkomandi at hava ábyrgdina
av samstarvinum við alistøðirnar, har merktur fiskur
burtur úr kynbótaarbeiðnum verður aldur og
skrásetingar um vekt, lit, kynsbúning og skap síðan
verða gjørdar,tá laksurin verður tikin.Við støði í øllum
skrásetingum sum gjørdar eru av hvørjum árgangi,
skal kynbótaleiðarin síðan skipa fyri og gera
familjuúrvalið.
Tann ið settur verður, kemur at arbeiða í einum
mennandi arbeiðsumhvørvi saman við góðum
starvsfeløgum og fær møguleikar at menna seg
víðari,við at luttaka á ymsum skeiðum uttanlands.
Førleikakrøv
Vit hugsa okkum, at tann sum settur verður, hevur
útbúgving frá hægri lærustovni og hevur holla vitan
innan arvalæru,stødd- og hagfrøði.
Hevur tú hug til stórar avbjóðingar, eitt ábyrgdarfult,
viðkomandi og mennandi starv innan føroysku
alivinnuna, kunnu vit bjóða tær alt hetta, umframt
góðar arbeiðsumstøður og møguleika at menna teg
víðari.
Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit hava
hinvegin tíð at bíða nakað eftir rætta viðkomandi.
Lønin verður ásett eftir nærri avtalu, í mun til
útbúgving og starvsroyndir.
Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum
ummælum, skulu sendast P/F Fiskaaling, Við Áir, FO
430 Hvalvík, í seinasta lagi 1. februar 2001. Nærri
upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í
samband við P/F Fiskaaling, Símun Joensen, stjóra,
telefon 474747 ella 21 4747,ella við telduposti:
simun.joensen@fiskaaling.fo
Kynbótaleiðari á Fiskaaling P/F
Lýsing av P/F Fiskaaling
P/F Fiskaaling er partafelag, har Føroya Landsstýri eigur allan partapeningin. Felagnum er álagt at standa fyri tí føroyska
kynbótaarbeiðnum við laksi og sílum. Endamálið við kynbótaarbeiðnum, er at ala fram ein frískan fisk, sum hevur best møguligar
eginleikar,soleiðis at føroyska alivinnan er betur kappingarfør á altjóða marknaðinum.Kynbótaarbeiðið byrjaði í 1991 og er seinastu árini
ment, soleiðis at í dag verður valt út fyri allar eginleikar, sum til ber at hava við í kynbótaarbeiði við laksi. Fyrstu 5 árini hava 150 familjur
verið tiknar við í kynbótaarbeiðnum,men frá 1999 at rokna er støðin víðari útbygd,soleiðis at til ber at hava 400 familjur við í úrvalinum.
Eftir seinastu útbyggingina er føroyska kynbótaarbeiðið fult á hædd við kynbótaarbeiðið,sum verður gjørt í øðrum londum.Umframt at
standa fyri kynbótaarbeiðnum er felagnum eisini álagt at menna nýggj fiskasløg til føroysku alivinnuna.Í hesum sambandi hevur felagið
seinastu árini arbeitt við eini verkætlan innan aling av toski.Hendan er nú steðgað og felagið er farið í holt við eina verkætlan,sum hevur
til endamáls at menna alingina av kalva.Sum liður í kynbótaarbeiðnum framleiðir felagið hartil 2000 - 3000 litur av laksarognum árliga
umframt nakað av sílarognum.Samlaði umsetningurin í felagnum seinastu árini hevur verið umleið 25 mill.kr.
Við Áir 11.01.2001
P/F FISKAALING
Fiskaaling P/F
Við Áir
FO-430
Í samband við at felagið er farið undir at menna aling
av kalva, er eitt áhugavert og fjølbroytt starv leyst at
søkja á P/F Fiskaaling.
Viðkomandi, ið settur verður, kemur at hava dagligu
ábyrgdina av at menna kalvaalingina í felagnum, og
skal skipa og leggja hetta til rættis soleiðis,at arbeið-
ið verður framt undir tryggum og skipaðum um-
støðum.
Í sambandi við at felagið nú er farið undir eina
verkætlan sum hevur sum endamál at menna
kalvaaling í Føroyum byggir felagið í løtuni eina støð
til hetta endamál. Men hóast henda støð í fyrstu
atløgu er ætlað til kalva verða her eisini skaptir
møguleikar fyri at fara undir menning av øðrum fiska
– og djórasløgum.Tann, ið settur verður í starv, fær tí
eisini, saman við stjóra felagsins, ábyrgdina av at
menna aling av øðrum fiska – og djórasløgum sum
felagið møguliga fer undir komandi árini.
Tann ið settur verður, kemur at arbeiða í einum
mennandi arbeiðsumhvørvi saman við góðum
starvsfeløgum og fær møguleikar at menna seg
víðari,við at luttaka á ymsum skeiðum uttanlanda.
Førleikakrøv
Vit hugsa okkum, at tann sum settur verður, hevur
útbúgving frá hægri lærustovni og hevur holla
viðkomandi vitan, sum ger hann vælskikkaðan til
starv av hesum slag.Umsøkjarar,sum umframt hollan
ástøðiligan kunnleika, eisini hava praktiskar royndir
innan alivinnuna,hava fyrimun.
Hevur tú hug til stórar avbjóðingar, eitt ábyrgdarfult,
viðkomandi og mennandi starv innan føroysku
alivinnuna, kunnu vit bjóða tær alt hetta, umframt
góðar arbeiðsumstøður og møguleika at menna teg
víðari.
Ynskiligt er at starvið verður sett skjótast gjørligt,
men hinvegin hava vit eisini tíð at bíða eftir rætta
viðkomandi, um so er at umstøður gera, at
viðkomandi ikki er tøkur beinanvegin. Lønin verður
ásett eftir nærri avtalu, í mun til útbúgving og
starvsroyndir.
Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum
ummælum, skulu sendast P/F Fiskaaling, Við Áir, FO
430 Hvalvík, í seinasta lagi 1. februar 2001. Nærri
upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í
samband við P/F Fiskaaling, Símun Joensen, stjóra,
telefon 474747 ella 21 4747 og á teldupost adressu:
simun.joensen@fiskaaling.fo.
Leiðari til kalvaalingina hjá P/F Fiskaaling
Ársveitsla
Ársveitslan verður í Hoy-
dølum leygarkvøldið
20. januar 2001.
Borðhaldið byrjar kl. 19.30.
Orkestur spælir til dans.
Atgongumerki, sum kosta 275 kr., fáast til keyps
í Mótaskálanum í Dr. Jacobsensgøtu ella hjá
nevndarlimunum.
Avgjørt seinasta freist at keypa atgongumerki
er mikudagin 17. januar.
Ársaðalfundur
Mint verður eisini á ársaðalfund felagsins, sum
verður sunnudagin 28. januar 2001, kl. 15.00 á
Hotel Hafnia.
Við dansikvøðu
NEVNDIN""
NORÐÍS Seafood P/F
Framleiðsluleiðari
Til flakavirkið hjá NORÐÍS Seafood P/F á Eiði,
verður við hesum sókt eftir framleiðsluleiðara.
Starvið
umfatar dagliga ábyrgd av framleiðsluni á
virkinum eftir nærri ásetan av virkisleiðsluni,
herundir at fáa til vega alt tilfar sum verður nýtt í
og til framleiðsluni.
Eisini hevur framleiðsluleiðarin ábyrgd av fremj-
anini av Innaneftirlitinum á virkinum.
Kravt verður
at Framleiðsluleiðarin er arbeiðsamur, nærlagdur
og er førur fyri í stóran mun at arbeiða og taka
avgerðir sjálvstøðugt.
Setanin
verður framd skjótast gjørligt og verður løn og
treytir ásett eftir eftir nærri avtalu.
Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til virkið og spyrja
eftir Jóhan Páll ella Petur.
Umsókn
saman við viðkomandi skjølum og viðmælum
kann sendast til:
NORÐÍS Seafood P/F
470 Eiði
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
NORÐÍS Seafood P/F eigur og rekur flakavirkið á Eiði.Árliga tekur
virkið ímóti umleið 2.500 tonsum av ráfiski. Á virkinum eru
umleið 45 ársverk.
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
NORÐÍS Seafood P/F,Tlf 423583 – Fax 423584
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo