Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. januar 2001síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 13. januar 2001 31 30 Nr. 9 - 13. januar 2001 Listastevnan/ Føroyskir Yrkisfotografar Fotokapping Í sambandi við Listastevnuna 8.–19. august bjóðar Listastevna Føroya/Føroyskir Yrkisfoto- grafar til norðurlendska fotokapping fyri yrkis- fotografar. Evni 1. Portrett/Brúdleyp 2. Reklama 3. Frítt evni Fotomyndirnar skulu vera: 40 x50 cm festar á stívt kartong. Í mesta lagi 5 fotomyndir fyri hvønn luttakara! Føroysku luttakararnir skulu lata myndirnar inn til Føroyskar Yrkisfotografar v/ Jørgen Lützen, Sjúrðargøtu 8,Tórshavn,í seinasta lagi 1.juli. 1. vinningur: Ein ferð fyri 2 til Danmarkar við uppihaldi. Vinnarin av fotokappingini verður kunngjørdur, tá ið Listastevnan verður sett 8.august. Dómarar: 1. Arne Kaade,Stavanger 2. Keld Nielsen,Holstebro 3. Knud E.Jensen,Thy 4. Metha Andersen, Haderslev 5. Ulla Jensen,Mikkelfart Fotoframsýningin verður frá 8.–31. august á Føroya Landsbókasavni. Tey, sum vitja framsýn- ingina,fáa høvi at velja bestu myndina.Eykavinn- ingur. Luttakaragjald: 500,- kr.fyri hvønn luttakara (250,- kr.fyri sveinar og lærlingar) Listastevnan/Føroyskir Yrkisfotografar skila sær rætt til at brúka fotomyndirnar til fjølmiðlakunn- ing og katalog. Tilmeldingarskjal kann fáast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo ella frá Norður- landahúsinum,tlf.317900. Listastevnan Norðurlandahúsið í Føroyum Norðari Ringvegur Postsmoga 1260 110 Tórshavn Mylnuhúsið søkir eftir pedagogi Søkt verður eftir Pedagogi til Mylnuhúsið,at byrja 1.februar ella skjótast tilber. Mylnuhúsið er ein sjálvsognarstovnur frá 1999. Vit taka dagliga ímóti 66 børnum í aldrinum 0–9 ár. Í Mylnuhúsinum er pláss fyri at bæði børn og vaksin kunnu seta síni spor her. Vit arbeiða í tí dagliga við okkara eygleiðingarevnum og eru upptikin av, hvat upptekur børnini, fyri síðan at tilrættarleggja dagin út frá tí og leggja stóran dent á,at varða um øll børnini. Vit sóknast tí eftir einum pedagogi,ið er: • fleksibul • hevur opið sinni • sær møguleikar fram um mørk • tekur støði í barninum • tekur barnið í álvara • er opin fyri nýhugsan • leggur stóran dent á gott samstarv við for- eldur og samstarvsfelagar. Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sátt- málan millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag. Um ongin pedagogur søkir, verður hjálparfólk sett. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran Hanna Thøgersen, telefon 457788, ella varaleiðaran Annie Joensen,telefon 217788. Umsóknir til starvið, saman við upplýsing um útbúgving og royndir skulu vera okkum í hendi, seinasta lagi 22.januar 2001. Mylnuhúsið Mylnugøta 10 700 Klaksvík Til sølu M/S BRATTANES, TN 460, 24,38 BRT. Høvuðsumvældur í 1999. Nýtt stýrhús, 260 hk MAN diesel, 6 el-snellur. Fiskiloyvi 4A umframt bankaloyvi. Fleiri upplýsingar fáast frá Victor Nielsen, tlf. 455522 ella 281522. Skrásett grannskoðaravirki Vágstún 2 FO-700 Klaksvík Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Fyribilsskráseting 2001 Fyri at fyribilsskatturin kann verða rætt roknaður, mugu tær upplýsingar, vit hava skrásett um B- inntøkur og frádráttir,vera rættar. B-inntøkur Skatturin í 2001 verður roknaður út frá upplýsingunum um B-inntøku á sjálvuppgávuni 1999. Um ein B-inntøka er broytt í 2000, verða broytingarnar tiknar við í fyribilsskattaskránna 2001. Upplýsingar um B-inntøkur eru upplýstar á konto-avritinum, sum verður sent út miðskeiðis í januar 2001. Frádráttir Neyðugt er hjá øllum, ið ynskja møguligar frádráttir roknaðar við, at upplýsa okkum um, hvørjar frádráttir tey hava. DIS-skipanin Persónar,sum fara at sigla undir DIS-skipanini,og persónar, sum eru undir DIS-skipanini, men ikki hava boðað frá hesum, eiga at boða Toll- og Skattstovuni frá, so upplýsingarnar, vit skráseta fyri 2001,eru rættar. Rættingar/fráboðanir Oyðubløð til at rætta ella skráseta B-inntøku, boða frá frádráttum ella sigling undir DIS- skipanini fáast á Toll- og Skattstovuni, í peningastovnum og á posthúsum. Allir skattaborgarar eru altíð vælkomnir á økisskrivstovurnar hjá Toll- og Skattstovuni at fáa upplýsingar um, hvørjar skrásetingar um teirra skattaviðurskifti,Toll- og Skattstovan hevur. Bakaralærlingur Vit søkja eftir einum lærlingi at byrja skjótast gjørligt. Áhugað kunnu venda sær til: Tlf. 44 43 88 ella 22 02 30 Floksformansval Sum fráboðað verður floksformansvalið og val av varamanni hansara í Havn í B-36 húsinum leygardagin,tann 13.01.01 kl.15.00 Aftaná verður politiskt kjak o.a. Landsfelag Sjálvstýrisfloksins Ein av stóru avbjóðingunum hjá Strandfara- skipum Landsins er at hækka tænastu- og góðskustøðið innan fólkaflutningin. Í hesum sambandi verður søkt eftir einum leiðara til fólkaflutningsdeildina (Oyggjaleiðir og Bygda- leiðir). Tað er ynskiligt, at tann, sum settur verður kann byrja skjótast gjørligt. Uppgávurnar hjá fólkaflutnings- deildini Fólkaflutningsdeildin skal veita eina úrslita- góða fyrisiting innan fólkaflutningstænastu, herundir samskipa, viðlíkahalda og menna stýringina innan fólka- og akfarsflutningin hjá fyritøkuni. Virksemið á deildini fevnir um hesar høvuðs- funktiónir: • Planlegging • Rakstur (skip og bussar) • Ferðslusamskipan • Ferðaseðlasamskipan Fyristandandi uppgávur: • Uppbyggja góðskustýringarskipanir • Uppbyggja bíleggingarskipanir á ávísum økjum • Menna ferðaseðlaskipanina • Endurskoða prísskipan og príspolitikk • Langtíðarferðaætlan • Uppbyggja hagtalsskráir fyri samferðslu • Fyrireika útbjóðingar av rakstraruppgávum. Uppgávurnar hjá leiðaranum Fólkaflutningsleiðarin skal definera uppgávur, málsetningar og strategiir fyri fólkaflutnings- tænastuna og skal tryggja, at tær verða settar í verk. Leiðarin skal tryggja ein effektivan og handils- ligan rakstur, og somuleiðis áseta og stýra fíggjarligu karmunum innan tænastuframleiðsl- una. Leiðarin skal harafturat menna flutningsmøgu- leikar og tryggja optimering av tænastufram- leiðsluni við nýtslu av nútímans tøkni. Tænastuframleiðslan krevur motivatión og lut- tøku frá starvsfólkunum, og krevur hetta tætt samskifti millum leiðara og starvsfólk. Aðrar uppgávur hjá leiðaranum: • Undirvísing og fakliga menning av starvs- fólkunum á deildini og úti á rakstrar- eindunum • Mánaðarligar frágreiðingar um virksemi og ætlanir • Fíggjar- og íløguætlan innan fólkaflutnings- økið • Viðmæla starvssetanir innan fólkaflutnings- økið. Førleikakrøv • Vinnu- og handilsútbúgving frá hægri læru- stovni, verkfrøðingur e.l. • Kunnleiki og royndir viðvíkjandi flutnings- skipanum • Kunnleiki og royndir innan edv á høgum brúkarastøði • Royndir í projektleiðslu • Málrættaður og arbeiðir analytiskt • Góð leiðslu- og samstarvsevni • Góð evni at orða seg bæði skrivliga og munn- liga á føroyskum, donskum og enskum. Setanartreytir Talan er um eitt leiðarastarv við stórum og spennandi avbjóðingum, har leiðarin fær ábyrgdina av at menna eina týdningarmiklað funktión. Starvið gevur góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Starvið verður sett sambært avtalu, og er lønt í 35. lønarflokki sambært tænastumannalógini, tó uttan at starvið er tænastumannastarv. Eftir- lønartrygging fylgir við starvinum. Umsóknir Umsókn við próvskjølum skal sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 5. februar 2001. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til Reidar Nónfjall, stjóra. Tlf. 34 30 00 ella e-postur: ren@ssl.fo. Fólkaflutningsleiðari Høvuðsuppgávan hjá fyri- tøkuni er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farmaflutningi, og skal fyritøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutningurin setir stór krøv um eina góða kundatænastu, herundir trygd, reglusemi og skjót- leika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Land- sins javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólk- um svarar til 180 fulltíðar- størv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutn- ingsanleggum er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutningsuppgávurnar fevna um alt landið. Starv Pr’sir viÝ litmyndum verÝa sendir kring landiÝ og til œtlandiÝ Til útisetar í Danmark Vit kunnu seta gravsteinar upp ’ Danmark uttan eyka kostnaÝ Tel. 318323 Tel. 447512 Tel. 217512 Fax 449961 www.danstein.fo Sosialurin - 311820 Kollafjarðar Kvøldskúli Umframt áður lýstu skeið verður undirvíst í Matgerð (heilsukostur) mikukvøld kl. 18.00– 21.30 Undirvísari:Edna Einarsson, tlf.421289 Um nóg nógv tekna seg,verður byrjað mikudagin 17.januar. Undirvísingin er treytað av nóg góðari undirtøku og góðkenning myndugleikanna. Nærri fæst eisini at vita hjá leiðaranum, tlf. 421475. Kollafjarðar kvøldskúli Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Automatisk sjálvuppgáva 2000 Um 15. februar skrivar Toll- og Skattstovan eina skattauppgerð út til persónar, vit meta okkum at hava rættar upplýsingar um í fyribilsskatta- skránni. Tey, sum fáa skattauppgerð á henda hátt, eru persónar undir fullari skattskyldu, og sum í fyribilsskattaskránni 2000 bert hava A-inntøku og ikki hava frádráttir og ikki sjálvboðin hava ávíst løn gjøgnum skattaskipanina og ikki hava eitt persónligt vinnuvirki. Hesi hava tó skyldu at lata inn sjálvuppgávu, um so er, at upplýsingarnar á skattauppgerðini, tey fáa,ikki eru rættar. Tey, ið ikki hava annan frádrátt enn eftir- lønartrygging, og sum annars lúka omanfyri- nevndu treytir, kunnu fáa automatiska sjálvupp- gávu/skattauppgerð, um tey innan 1. februar 2001 lata Toll- og Skattstovuni sjálvuppgávu yvir inngoldnað eftirlønartrygging í 2000. Skjalprógv skal viðleggjast. Sjálvuppgávur fáast á Toll- og Skattstovuni. ––––––––––––––––––––––––––– Ognaruppgerð Tað er bert neyðugt at lata inn ognaruppgerð,um broytingar eru í ogn og skuld í mun til 31. desember 1999. Tó skulu tey, sum Toll- og Skattstovan sendir ognaruppgerð til,lata hana inn aftur. Toll- og Skattstova Føroya -tað loysir seg