Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. januar 2001síða 17

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 13. januar 2001 33 32 Nr. 9 - 13. januar 2001 Strandfaraskip Landsins lýsa við hesum eftir einum lastbilførara til farmastøðina á Drelnesi, Tvøroyri Uppgávurnar hjá farmastøðini Høvuðsuppgávan hjá farmastøðini, sum er und- ir farmaflutningsdeildini, er at fyriskipa, sam- skipa, viðlíkahalda og menna farmaflutningin millum meginøkið og útjaðarøkini í Føroyum. Aðrar uppgávur eru: • Tryggja ein støðugan rakstur av farma- flutninginum • Kundamóttøka • Frankering • Skipaavgreiðslur • Ráðlegging og samskipan viðvíkjandi koyringini Starvið fevnir um Høvuðsuppgávurnar hjá lastbilføraranum er at vera við til: • Farmaflutning og farmaavgreiðslu • Fylgja uppgávum, málsetningum o.ø. fyri farmastøðina • Tryggja gott samstarv við kundar, myndug- leikar og aðrar samstarvsfelagar • Vegleiða og upplýsa kundar • Frágreiðingarskyldu yvirfyri farmastøð- leiðaranum Førleikakrøv • Koyrikort til lastbil/trailara • Krana- og trukkprógv • Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva • Góðan røkjuskap og er kundavinarligur Setanartreytir Løn- og setanartreytir verða eftir sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag. Umsóknir Umsókn við avriti av prógvum, ummælum, CV og tilvísingum skulu sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 24. januar 2001. Um tú ynskir nærri upplýsing- ar, kanst tú ringja til Heina á Borg, farma- flutningsleiðara Tlf. 343060 ella e-post: hab@ssl.fo Høvuðsuppgávan hjá fyri- tøkuni er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farmaflutningi, og skal fyritøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutningurin setir stór krøv um eina góða kundatænastu, herundir trygd, reglusemi og skjót- leika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Land- sins javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólk- um svarar til 180 fulltíðar- størv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutn- ingsanleggum er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutningsuppgávurnar fevna um alt landið. Fólk til farmastøðina á Drelnesi Starv Havnar Arbeiðs- mannafelag Ársaðalfundir felagsins og eftirlønargrunnsins verða hildnir á Hotel Føroyum leygardagin 27. januar kl.16.00. Skráin fyri aðalfund felagsins: 1. Frágreiðing frá farna ári 2. Framløga av roknskapi 3. Val av formanni Sambært grein 25 í lógum felagsins skulu upp- skot til formansvalevni vera nevndini í hendi áðrenn 1.januar. Í uppskoti til formannsvalevni er bert eitt upp- skot.Hetta er verandi formaður Carl Johansen. 4. Val av 2 nevndarlimum og 2 tiltakslimum 5. Val av grannskoðara 6. Ymiskt Skráin fyri aðalfund eftirlønargrunnsins: 1. Frágreiðing um virki grunnsins í farna ári 2. Framløga av roknskapi til góðkenningar 3. Val av 1 nevndarlimi 4. Val av grannskoðara 5. Ymiskt Eftir fundirnar verður ábit. Bussur koyrir frá Vaglinum 15 min.áðrenn fundin og oman eftir fundin. Nevndirnar Prækvalifikatión til høvuðsarbeiðstøku til umbygging av tinghúsinum innan Áhugaðir arbeiðstakarar verða við hesum bodnir at vísa áhuga at vera við í útbjóðing um høvuðs- arbeiðstøku at umbyggja tinghúsið. Byggiharri:Løgtingið Útbjóðingarháttur:Avmarkað útbjóðing Slag av arbeiðstøku:Høvuðsarbeiðstøka Verkætlanin fevnir um høvuðsumbygging av tinghúsinum innan. Bjóðast kann bert upp á verkætlanina í síni heild. Sum kunnugt er tinghúsið umvælt uttan og stendur nú fyri eini víðfevndari umvæling innan. Løgtingið skal hava ein nýggjan tingsal, og húsið verður í síni heild broytt og innrættað av nýggjum. Arbeiðið er ætlað at fara fram í tíðarskeiðinum primo apríl til primo november 2001 Hesar upplýsingar skulu gevast: 1. Frágreiðing um,hvussu virkið er skipað.Eisini um møguligt tilknýti til móðurfelag. 2. Umsetningur virkisins seinastu 5 árini. 3. Tilvísingar til líknandi verkætlanir seinastu 5 árini. 4. Skjalprógv fyri førleika hjá undirarbeiðs- takarum,sum ætlandi skulu luttaka í arbeiðinum. Upplýsingar skulu vera stutt útgreinaðar, men tilskilar útbjóðarin sær rætt at krevja skjalprógv. Avgerðin um, hvør verður biðin um at bjóða, verður tikin við støði í omanfyri nevndu punkt- um.Útbjóðingin verður grundað á høvuðsprojekt gjørt av ráðgeva byggiharrans. Roknast kann við, at eini 4-6 verða biðin um at geva boð. Tey, sum hava áhuga, skulu lata umbidnu uppl- ýsingarnar inn í seinasta lagi 2.februar 2001 til: Løgtingið ella Arkitektavirkið sp/f E.Jallsgøta 6 Heidi Hjalgrímsdóttir Poulsen Boks 208 arkitektur Fo-110 Tórshavn Karl Jakob Danielsen, Tlf.31 10 00 byggifrøðingur c/o HMT Strandgade 100 bygn.N DK-1401 København K Tlf. 0045 - 32 96 17 35 Dagrøktarleiðara til dagrøktarskipanina í Sandavágs Kommunu Søkt verður eftir avloysara fyri dagrøktarleiðaran, sum fer í barnsburðarfarloyvi frá 15.februar. Til starvið krevst námsfrøðilig útbúgving. Umsóknir til starvið skulu vera kommunuskriv- stovuni í hendi í seinasta lagi 22.januar 2001. Sandavágs Kommuna TVINGSILSSØLA Hósdagin tann 1.februar 2001 kl.11.00 verður á dómaraskrivstov- uni, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsils- søla yvir ognina matr. nr. 786, Tvøroyri (AS nr. 32/00). Sambært tryggingar- skjalinum er talan um eini sethús 94 m2 í trimum hæddum. Húsini hava 3 hæddir. Í kjallarahæddini eru 1 dur- ur, 1 gongd v/trappu, 1 stórt rúm, umleið 1/2 av kjallaranum krúpikjallari. Í miðhæddini eru 1 stova, 1 gongd v/trappu, 3 sovi- kømur, 1 toilet v/baðikari og 1 køkur.Eisini er 1 altan. Á loftshæddini er 1 rúm har trappan kemur upp og 1 sovikamar. Garður er rundan um húsini.Í mun til aldurin eru húsini í góðum standi. Sølan er umbiðin av Advokatfelagnum v/Inga Højgaard, adv., Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 311260 (sak.nr. 4314301), sum kann geva nærri upplýs- ingar um ognina, og sum nærri avtala kann gerast við, um ynski er at síggja ognina. Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á Dómaraskrivstovuni Føroya Fútarættur, tann 11.jan.2001 Fáast í tínum klædnahandli Tel. 319591 Tann breiði elastikkanturin forðar fyri merkjum á beinunum og ger at sokkurin passar perfekt Knæsokkar fra DIM Fáast í tínum klædnahandli Tel. 319591 Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650 Prækvalifikatión til høvuðsarbeiðstøku til um- og útbygging av fyrrverandi telefonverksbygningi num Áhugaðir arbeiðstakarar verða við hesum bodnir at vísa áhuga at vera við í útbjóðing um høvuðs- arbeiðstøku at um- og útbyggja fyrrverandi telefonverksbygning. Byggiharri:Løgtingið Útbjóðingarháttur:Avmarkað útbjóðing Slag av arbeiðstøku:Høvuðsarbeiðstøka Verkætlanin fevnir um 1. niðurtøku av telefonhústorni, 2. telefonverksbygningurin / høvuðs- bygningurin verður longdur við nýggjum trapputorni.3.ein tilbygningur í trimum hæddum í leingjan av høvuðsbygninginum 4. glasgongd millum tilbygning og tinghús. Arbeiðið er ætlað at fara fram í tíðarskeiðinum primo apríl til primo desember 2001 Hesar upplýsingar skulu gevast: 1. Frágreiðing um,hvussu virkið er skipað.Eisini um møguligt tilknýti til móðurfelag. 2. Umsetningur virkisins seinastu 5 árini. 3. Tilvísingar til líknandi verkætlanir seinastu 5 árini. 4. Skjalprógv fyri førleika hjá undirarbeiðs- takarum,sum ætlandi skulu luttaka í arbeiðinum. Upplýsingar skulu vera stutt útgreinaðar, men tilskilar útbjóðarin sær rætt at krevja skjalprógv. Avgerðin um, hvør verður biðin um at bjóða, verður tikin við støði í omanfyri nevndu punktum. Útbjóðingin verður grundað á høvuðsprojekt gjørt av ráðgeva byggiharrans. Roknast kann við, at eini 4-6 verða biðin um at geva boð. Tey, sum hava áhuga, skulu lata umbidnu upplýsingarnar inn í seinasta lagi 2. februar 2001 til: Løgtingið ella Arkitektavirkið sp/f E.Jallsgøta 6 Heidi Hjalgrímsdóttir Poulsen Boks 208 arkitektur Fo-110 Tórshavn Karl Jakob Danielsen, Tlf.31 10 00 byggifrøðingur c/o HMT Strandgade 100 bygn.N Yvirlýsing Sum kunnugt hevur Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag alment boða frá, at um limirnir í Kollafjarðar Arbeiðarafelag ikki melda seg inn í felagið í Havn, so fer hetta at fáa avleiðingar fyri hesar limir, og tey arbeiðspláss, har teir í dag starvast. Kollafjarðar Arbeiðarafelag er sum kunnugt limur í Føroya Arbeiðarafelag og tí kunnu vit ikki sita hendur í favn, nú formaðurin í Havnar Arbeiðs- mannafelag alment setur fram slíkar hóttanir, og uttan nakra heimild roynir at troðka seg inn á øki okkara. Arbeiðskvinnufelagið í Havn hevur boðað frá, at tær eru sinnaðar at royna at gera avtalu við felag okkara, soleiðis at sleppast kann undan innan- hýsis ósemju millum fakfeløgini,men slíkari loysn hevur Havnar Arbeiðsmannafelag víst aftur at skifta orð um. Neyðugt er tí hjá Føroya Arbeiðarafelag at gera vart við, at um Havnar Arbeiðsmannafelag fer at seta í verk nøkur tiltøk, so fara vit uttan aðra ávaring at verja rættarstøðuna hjá limum okkara og aftursvar okkara fer m.a. at hava hesar avleiðingar fyri limirnar í Havnar Arbeiðsmannafelag: • at eingin limur í Havnar Arbeiðsmannafelag sleppur at arbeiða innan øki okkara, • at einki akfar,har limur í Havnar Arbeiðs- mannafelag er førari ella hjálparmaður,sleppur inn á øki okkara, • at limum okkara verður noktað at avgreiða vøru,sum kemur frá økinum,har limir hjá Havnar Arbeiðsmannafelag starvast, • at limum okkara verður noktað at luttaka í nøkrum arbeiði við t.d.lossing,har vøran kemurfrá øki ella virki,har limir í Havnar Arbeiðsmannafelag starvast. Vit vita fullvæl,at hetta aftursvar okkara kemur at raka tey virki í Havnini, har limirnir í Havnar Ar- beiðsmannafelag arbeiða, men ábyrgdina fyri hesum avleiðingum hevur felagið í Havn, tí vit hava mælt til at loyst hetta mál við samráðingum, men hetta hevur formaðurin í Havnar Arbeiðs- mannafelag sum nevnt blankt víst aftur. Vit halda tað er rætt at gera vart við hesar av- leiðingar,og serliga hvør hevur ábyrgdina av hes- um avleiðingum, og tí hava vit sent Føroya Ar- beiðsgevarafelag og størru virkjunum í Tórshavn avrit av hesari yvirlýsing okkara. Tórshavn,tann 09.01.2001 Føroya Arbeiðarafelag Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Sjóinntøkur/ frádráttur Sjóinntøkur eru tær inntøkur, sum nevndar eru í grein 25a í skattalógini, og fevna um inntøku umborð á fiskiskipi/útróðrarbáti og skipum, sum eru skrásett í FAS. Harafturat skipum, sum eru bareboat — leigaði til føroyskt reiðaravirki. Frá og við 1998 hevur ein frádráttur verið knýttur at hesum inntøkum.Frádrátturin hevur verið 15% av inntøkuni. Frá og við 2001 verður ein avmarking gjørd í hesum frádrátti, soleiðis at frádrátturin hægst kann vera 75.000 kr., svarandi til 15% av einari inntøku á 500.000 kr. Hetta merkir, at hjá persónum, sum hava 500.000 kr. ella minni í inntøku, er frádrátturin óbroyttur, meðan frádrátturin hjá persónum, sum hava meiri enn 500.000 kr. í inntøku, verður avmarkaður til 15% av teimum fyrstu 500.000 kr., t.v.s.til hægst 75.000 kr. Frá og við 2001 skal lønarlistin skrivast á sama hátt,sum hann varð skrivaður áðrenn 1998: Toll- og Skattstovan roknar síðani frádráttin, tí tann einstaki arbeiðsgevarin ikki hevur møguleika fyri at vita, um løntakarin hevur inntøkur av hesum slagi frá øðrum arbeiðsgevarum, og er tí ikki førur fyri at umsita frádráttin. Broytingin í skattalógini merkir: • at sjóinntøkurnar framvegis skulu ávísast gjøgnum tey V-tølini,sum tær hava verið ávístar gjøgnum árini 1998,1999 og 2000. • at inntøkurnar skulu ávísast við 100% á lønar- listanum.T.v.s.at lønarlistin skal skrivast á sama hátt sum allar aðrar lønir verða ávístar. • 15% frádrátturin verður roknaður av Toll- og Skattstovu Føroya.Frádrátturin verður bert roknaður av inntøkum,sum verða ávístar gjøgnum tey serligu V-tølini,og er tað tí umráðandi,at arbeiðsgevarin ávísir hesar sjóinntøkur gjøgnum tey somu V-tølini,sum hann brúkti í 1998,1999 og 2000. A-inntøka Forvunnin upphædd Frítíðarløn 1.000 1.000 120 Søkt verður eftir fólki Vit sóknast eftir einum ella tveimum dugnaligum handverkarum at byrja sum skjótast. Arbeiðið umfatar forskallingsarbeiði á virkinum v.m. Løn sambært avtalu. Hevur tú áhuga,so ring og hoyr meira. Element- og betongvøruvirkið við Gjógv P/F Tlf.423173 ella 445173 Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum mikudagin 17.jan.frá kl.16–17.30. Havið dóps- ella navnaseðil við. Velbastaðar Skúli Tlf.328006 Frá Runavíkar Kommunuskúla Innskrivingin av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum á Glyvrum mánadagin 15/01 ímillum kl. 15.00 og 17.00. Havið dóps- ella navnaseðil við. Runavíkar Kommunuskúli