fríggjadagur 13. oktober 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 13. oktober 2006
20 vikuskifti
sigi eg tykkum: Fellur ikki
hveitikornið í jørðina og doyr,
tá er og verður tað einsamælt;
men doyr tað, tá ber tað miklan
ávøkst«. (Jóh. 12,24).
Tað er andlit til andlits við
krossdeyðan, at Jesus tulkar
deyða sín við eini mynd frá
náttúruni, myndini av hveiti
korninum, sum verður lagt í
jørðina og doyr og ber miklan
ávøkst. Jesus er tað sanna hveiti
kornið, sum verður lagt í jørðina
og doyr, og deyði hansara ber
miklan ávøkst. Hansara deyði
hevur alheims týdning.
Við myndini av hveitikorninum
talar Jesus ikki einans um deyða
sín, men eisini um uppreisn sína
páskamorgun, ið er hæddin í
alheimssøguni, ið gongur frá
skapanini til søgunnar enda,
tá Guds ríki, ið er ávegis úr
framtíðini, upprennur sjónligt í
dýr og mæti. Hveitikornið, henda
tætta og máttmikla kjarnin, doyr,
men skapar samstundis loyndum
nýtt lílv. Flutt yvir á føroysk
viðurskifti: Seteplið, sum um
várið verður sett niður í ta vátu
og døkku moldina, doyr og
rotnar, men um heystið koma
nýggj og frísk epli uppaftur úr
moldini. Í deyðanum er lív og
gróður og nýggj frukt.
Fedrarnir eins og
hveitikorn
Tað er vísdómur í hveitikorn
inum. Hveitikornið kann eisini
nýtast um forfedrar okkara og
um okkum sjálv. Fedrarnir hvíla
undir grønari túgvu, men bera
tó miklan ávøkst. Hvat vóru vit
sum ætt, einstaklingar, tjóð og
samfelag uttan fedrarnar, uttan
teirra arbeiðssemi, hegni og
royndir, bæði á sjógvi og landi.
Vit standa á fedranna herðum.
Eins og forfedrarnir eiga vit at
bera ávøkst. Tað gera vit við at
virða ættarbandið og fjálga um
fedranna arv, har tað kristiliga og
gerandisliga varð samantvinnað,
og við sjálv at nýta orku, vit og
skil á øllum økjum, bæði sam
felagnum, tjóðini og komandi
ættarliðum at frama.
Tað er av sonnum vísdómur í
hveitikorninum. Henda vísdóm
lýsir Heðin Brú meistarliga í
»Fedranna talu«:
»Grein honum lutir, ið ættin
kosti til stavnhald:
Lívføri títt er slektin, tey sum í
mold liggja.
Komu tey stutt ella longur, tú
skalt víðari byggja.
Lívlát er ikki deyðin,
lívlát er hetta at seta førningin
av sær við vegin,
tað sum frá fedrunum goymdist
og sum tú sjálvur søkti, meðan
tú førkaði fótin.
Sonurin tekur aftur viðføri títt
at bera
longur fram á vegin«.
Út um sjónarringin
Myndin av hveitikorninum,
sum fellur í jørðina, doyr og
ber miklan ávøkst, røkkur út
um sjónarringin. Hveitikornið
boðar frá eini framtíð og einum
veruleika handan ytstu sýn. Eins
og hveitikorn verða vit løgd í
jørðina, men í deyðanum er lív
og gróður og nýggj frukt. Ella
sagt við orðunum hjá munkunum,
tá teir syngja í kleystrinum: »de
morte transire ad vitam«, »at
fara frá deyða til lívs«. Hetta
gerst lutur okkara og fedra
okkara hin stóra uppreisnar
morgun.
Tá grøvin tyrvd
er vaggar aftur
Er tað sátt at hvørt menniskja
leitar aftur til upphav sítt og spyr
eftir samleika (identiteti), er tað
eins sátt at hvørt ættarlið byggir
á annað. Tað er sum Grundtvig
sigur: »Når graven kastes,
vuggen gynger«, »tá grøvin tyrvd
er, vaggar aftur«. Og á hesum
serstaka degi gjørdist tað okkara
lutur, at minnast undanfarin
ættarlið við virðing og tøkk og
hitta ættarfólk og skyldfólk fyri
at læra tey betur at kenna. Tað
var eisini endamálið við hesi
ættarstevnu, nú Innistovuættin er
savnað.
Við ynskjum ein góðan, ríkan
og hugnaligan dag.
Tey finna sína ættargrein
Nógv ung úr Føroyum og úr Danmark høvdu leitað sær til Klaksvíkar
Framhald av síðu 19