Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. oktober 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 13. oktober 2006 19 vikuskifti faðir tín og móðir tína«. Í hesum man liggja nakað meira og djúpari enn at æra faðir og móðir eina. I hesum man eisini liggja, at vit skulu æra ta rót, sum vit eru sprottin av, tí at lagt verður afturat: »Fyri at tær má gangast væl, og tú mást liva leingi í landinum«. Fátækur er hann, sum ongan virðir uttan seg sjálvan. Vit eiga at minnast og virða ættarfedrar okkara, sum undan eru farnir, vera góð við okkara ætt, ganga tær gomlu gøturnar, »fyrndargøturnar, har eydnuleiðin man liggja« og dvølja vit tær, ikki bara í sorgblídni um farna tíð, men eisini við takksemi og lata tær læra okkum at liva í nútíðini og við treysti at líta móti framtíðini. Kærleikans bond Fyri at skilja nútíðina, mugu vit kenna søguna, verður stundum sagt, og rætt er tað. Men tað eru eisini menniskju at finna, sum komu soleiðis fyri, at tey hvørki kenna foreldur ella ætt sína. Hesi hava kortini sína ætt at leita til, sum tey funnu í teimum, sum tóku sær av teimum, í faðirs og móðurs stað, góvu teimum faðirs og móðurs kærleika, gjørdust foreldur teirra og vóru góð við tey. Tá gjørdist ættin hjá hesum foreldrum, teirra ætt, bygdin og landið hjá hesum foreldrum teirra, teirra bygd og land, og tey kundu kenna seg at hoyra við í einum felagsskapi – hoyra einari ætt til. tí at tað eru ikki bert blóðbond, ið binda okkum saman og geva okkum forfedrar, skapa eina ættarkenslu, og geva okkum skyldfólk, men ikki minst eisini kærleikans bond, so at vit í øllum teimum ymisku londunum, fólkasløgum og ættum, kunnu kenna okkum at hoyra heima í einum serligum fólkaslagi, ætt og landi. Men bandið fram um øll onnur bond, sum eigur at binda okkum øll saman, allar ættir, tjóðir og tungumál, er Gud sjálvur, sum er faðir at okkum øllum, hin fyrsti og seinasti veruleikin. Hveitikornið Í Nýggja Testamenti lesa vit eina­stanði um hveitikornið: »Sanni­liga, sanniliga Hátíðarligur tónleikur og sangur Fleiri av teimum gomlu vóru við Steðgað varð á í Vágstúni Myndir: Photocar og Jan Müller ➘