Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. oktober 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 13. oktober 2006 18 vikuskifti Innistovuættin Vit eru komin saman í dag fyri at minnast ein part av ætt okkara. Vit leita til gamlar gøtur, til røturnar. Hetta er eitt gylt høvi at steðga á, lesa uppá, kunna seg um Innistovuættina og æra fedrarnar, øll tey, ið undan eru farin. Men vit eru eisini komin saman við tí fyri eyga, at læra ætt og skyldfólk betur at kenna, ið runnu av somu rót og eru spjadd kring oyggjarnar, vitandi um »at urtin hon følnar og verður ikki drúgv, er rótleysur stelkurin hin stinni«. Bøur og bátur Karmurin um fyrra part av hesum serstaka degi er prýðiliga Christianskirkjan. Hon stendu rí Innistovubønum, ið fedrar okkara veltu og dyrkaðu. Og líta vit upp í tróðrið í hesi víkingahøll, síggja vit eitt áttamannafar hanga í fullari stødd, ið eisini hevur samband við ætt og søgu okkara. Hesin bátur er tann seinasti, ið var bygdur til prestakallið á Viðareiði, so prestur, ið búði eystan Múla, kundi ferðast og røkja sínar skyldur í Norðoyggj­ um. Í 1912 varð báturin seldur til Fugloyar. Fugloyingar brúkt hann til útróður, og teir vóru eisini á útróðri lagnudagin, sjálvan tollaksmessudag 1913. Teir vóru fyrstir at vinna upp land henda illveðurs- og feigdardag, meðan tríggir aðrir bátar í Norðoyggjum gingu burtur, ein úr Norðdepli, ein úr Kunoy og ein av Skarði. Tað var hesa náttina, Skarðsbygd doyði út. Úr Fugloy kom báturin til Klaksvíkar. Tað vóru Vágsmenn, ið keyptu hann, og Innustovu­menninir áttu sjálvsagt sess í bátinum. Her varð hann brúktur sum grindabátur. Nú hongur báturin sum prýðislutur í kirkjuni. Vit kunnu siga í fluttari merking, at nú fara vit umborð á Vágsbátin og setast við árarnar undir liðini á fedrum okkara, og meðan tað ríkjur í tollum og árarskeytum, rógva vit um tíðar­ innar hav. Fyrndargøtan Um eina løtu gongur leiðin oman í Vág, har bóndahúsið »Inni­ stova« stóð og vøggan við. Har búleikaðust Joen Pauli Joensen, bóndi, føddur í Vági 2. des. 1850 og Sophie Cathrine Ziska, fødd í Gerðum 4. sep. 1849 saman við børnum sínum. John Reid Bjartalíð, sáli, skrivar um gamla Vág og umrøður abban og ommuna við hesum orðum: »Hann var spakførur maður og hon eitt satt hampafólk«. Niðri í Vági vilja vit dvølja eina løtu og lata søgu og minnir tala. Ella sagt við einum av teimum stóru profetunum í Gamla Testamenti, Jeremia profeti: »Takið støðu við vegirnar og rannsakið og spyrjið eftir fyrndargøtunum« (Jer. 6, 16). Æra faðir tín og móðir tína Umframt hesi rámandi orð, ið kunnu síggjast í ljósinum av fedraheimi, ætt og ættarbandi, kenna vit máliskuna: »Æra Gloymdu ikki ættarbandið Umleið 450 eftirkomarar úr Innistovuættini høvdu sett sær stevnu í Klaksvík 30. september. Talan var um eina bæði hátíðarliga og fólksliga løtu, tá tey mongu ættarfólkini møttust í Christianskirkjuni til sang og tónleik og fløvandi talu hjá Meinhard Bjartalíð, presti, fyri síðani at ganga oman í Vágstún, har Innistovuhúsini stóðu og loksins at leggja leiðina í KÍ høllina, har borðreitt varð við øllum góðum og røður hildnar. Har varð eisini áhugaverd framsýning við ættarmyndum umframt at stórar ættartalvur vórðu at síggja. Borðhaldið varð skipað soleiðis, at familjurnar sótu saman og hvør ættargreinin fekk høvi at halda sína egnu røðu. Tað var annars Sigmund Poulsen, su m helt høvuðsrøðuna um Klaksvíkina og Innistovuættina í søgu og søgn. Talan var um eitt sera væleydnað og væl fyriskipað tiltak. At savna saman so mong ættarfólk úr øllum herðashornum í Føroyum og útlandinum við. Tey mongu fólkini eru eftirkomarar eftir Joen Pauli Joensen og Sophie Cathrine Ziska, sum vóru bóndahjún í Innistovu í Vági í Klaksvík. Joen Pauli varð føddur í Vági 2. desember í 1850 og andaðist 16. Apríl 1901, meðan Sophie Cathrine varð fødd í Gerðum 4. September í 1849 og andaðist 2. Februar 1911. Tey giftust 5. november 1873 og fingu 10 børn. Eftirkomarar eru eftir seks av børnunum. Hátíðarlig løta í Christianskirkjuni Meinhard Bjartalíð prestur helt eina sera góða røðu