fríggjadagur 13. oktober 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 198 - 13. oktober 2006 ]
B71 skal
tryggja sær
gullið
Leygardagin spælir
B71 seinasta dystin í
1. deild í ár. Liðið má
hava minst javnleik
ímóti LÍF fyri at
tryggja sær gullið
1. deild menn
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
B71 hevur tryggjað sær
uppflytingina til For
muladeildina, og tað
hevur AB eisini gjørt.
Men tað er framvegis
ikki greitt, hvør vinnur
1. deild hjá monnum í ár,
og gullið finnur ikki sín
eigara fyrr enn á seinasta
leikdegnum leygardagin.
Tvey stig eru á muni
millum B71 og AB, og
um B71 snávar í Leirvík
leygardagin, kann AB
strúka fram við og vinna
gullið fyri nøsini á sand
oyingum.
LÍF hevur mist sín
kjans at flyta upp í bestu
deildina næsta ár, og tí
hava leirvíkingar einki
trýst á sær til dystin leyg
ardagin. B71 skal hin
vegin royna at halda fast
um sína oddastøðu, og
málmunurin hjá B71 er
so nógv betur enn hann
hjá AB, at B71 kann
klára seg við einum javn
leiki ímóti LÍF.
AB má hinvegin vóna,
at LÍF vinnu dystin, og
samstundis skulu argja
menn syrgja fyri, at teir
vinna sín dyst ímóti SÍ.
Sandoyingar ætla sær
mannsterkir til Leirvíkar,
nú uppflytingin til bestu
deildina skal endaliga
staðfestast, og gullið
helst skal fáast heim
við aftur. Skipað verður
fyri bussferð í sambandi
við dystin ímóti LÍF, og
roknað verður við, at
fitt av fólki verður við
í ferðalagnum til Leir
víkar.
Formuladeildin
15/10
ÍF-EB/Streymur Eiler Rasmussen
15/10
VB/S-NSÍ
Petur Reinert
15/10
B68-HB
Lassin Isaksen
Finalan um Løgmanssteypið
14/10
B36-KÍ
Dagfinn Olsen
1. deild menn
14/10
SÍ-AB
Ransin N. Djurhuus
14/10
LÍF-B71
Lars Múller
U19 tapti ímóti Íslandi
Føroyska U19 landsliðið í fótbólti spældi mikudagin
seinasta dystin í EM-undankappingini í Svøríki.
Dysturin var ímóti Íslandi.
Ísland vann dystin 3-1, eftir at støðan hevði verið
0-0 í hálvleikinum. Beint eftir steðgin skoraði
Skúli Jónasson til 1-0, og eftir ein tíma øki Arnor
Smárason úr Heerenveen til 2-0. Tveir minuttir
seinni skoraði Rurik Gislason úr Charlton til 3-0.
Føroyar minkaðu um munin 10 minuttir fyri tíð,
og tað var Sam Jacobsen úr GÍ, sum skoraði málið.
- Venjarin hevur trúð
upp á okkum, og tað
haldi eg vera eina
av týdningarmestu
orsøkunum til,
at vit skulu leika
steypafinalu
leygadagin, sigur
Atli Danielsen,
verjuspælari hjá KÍ
STEYPAFINALAN
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Vit skulu fimm ár aftur í
tíðina fyri at finna síðsta
finaluplássið hjá KÍ. Tá
taptu teir í steypafinaluni.
Seinast KÍ hevur vunnið
nakað var í 1999, tá teir
vunnu bæði landskapping
og steypakapping. Felags
fyri KÍ-liðið í 1999 og KÍ
liðið í dag er, at sami venjari
stendur við stýrisvølin.
Atli Danielsen metir, at
viljin hjá venjaranum, Tony
Paris, at vinna, hevur havt
ótrúliga stóra ávirkan á leik
ararnar.
- Vit vóru ikki meir
enn komnir í gongd við
kappingarárið,
tá Tony
Paris fór út í bløðini og
segði, at vit skuldu vinna
antin landskappingina ella
steypakappingina.
Hetta
setti krøv til okkum spæl
arar, men venjarin trúði upp
á okkum, og tað haldi eg
vera eina av týdningarmestu
orsøkunum
til,
at
vit
skulu leika steypafinalu í
morgin.
Mangla týðandi
leikarar
KÍ manglar tó týðandi leik
arar til dystin sunnudagin,
og Atli Danielsen sigur, at
hetta er stórur missur fyri
KÍ.
- Harley Bertholdsen hev
ur brotið eina tá, og tí verður
hann ikki við í finaluni.
Paul Clapson hevur eisini
drigist við ein knæskaða
í eina tíð, men í vikuni
byrjaði hann at venja aftur.
Í hósdagsvenjingini endaði
tó aftur galið. Paul Clapson
mátti á sjúkrahúsið við pínu
í knænum, og tíverri kom
hann út aftur á høkjum. Vit
vita ikki við vissu, um Paul
Clapson verður klárur til
dystin í morgin, men tað
sær svart út.
Hetta er dyggur smeitur
fyri klaksvíkingar. Harley
er ein av mest royndu leik
arunum á liðnum, og tí er
keðiligt at missa hann til
ein so týðandi dyst, sigur
Atli. Hann leggur afturat, at
stórur saknur eisini verður í
Paul Clapson, um hann ikki
gerst klárur.
- Paul Clapson er topp
skjútti hjá okkum í ár.
Hann hevur dugað væl at
hildið uppá bóltin frammi
í álopinum, og júst hesum
hava vit brúk fyri á Tórs
vølli. Vit fara neyvan at
síggja nakað polerað fót
bóltsspæl, so tí hevði ver
ið gott at havt ein sum
Clapson við, tí hann stríðist
fyri hvørjum bólti.
Ætla at vinna restina
av dystunum
At enda spurdu vit Atla,
um teir nú bert ætlaðu at
vinna steypakappingina og
samstundis ikki satsa so
nógv í landskappingini.
- Júst nú hugsa vit bert
um steypakappingina. Hana
vilja vit heilt sikkurt vinna.
Tveir dystir eru tó eftir í
landskappingini, og vit hava
enn ein møguleika at røkka
triðja plássinum. Í dag og í
morgin hugsa vit bert um
steypakappingina, men vit
hava eisini ætlanir um at
vinna báðar dystirnar, sum
eru eftir í landskappingini,
sigur Atli Danielsen at
enda.
Viljin hjá venjaranum
hevur ført liðið í finaluna
- Tveir dystir eru eftir í landskappingini, og vit hava enn ein møguleika at røkka triðja
plássinum, men í dag og í morgin hugsa vit bert um steypakappingina, sigur Atli Danielsen