Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. oktober 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 198 - 13. oktober 2006 ] Finalan skal bjarga árinum – Eg rokni við, at liðini fara at spælið eitt varisliga, og dysturin verður sera tættur, sigur Klæmint Matras, liðformaður hjá B36 Steypafinala Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í morgin skal B36 gera kappingarárið 2006 gylt við at vinna finaluna í steypakappingina. Meist­ar­ arnir úr Havn eru dottnir aftur um í stríðnum um FM-heitið í ár, og nú skal steypagullið bjarga ári­ num. – Tað er eitt sera stórt vónbrot fyri okkum, at vit ikki eru við í stríðnum um FM her móti endanum av kappingini, og tí hevur steypafinalan alt at siga nú. Hon skal bjarga okkum árinum, sigur Klæmint Matras, verjuspælari hjá B36. – Vit ætlaðu okkum av­ gjørt at kappast um FM í ár, men tað eru longu fleiri umfør síðani, at vit mistu okkara møguleika. Vit hava ikki spælt nóg støðugt í ár, og ein orsøk til tað kann verða, at vit fleiri ferðir hava havt nógvar dystir eftir stuttari tíð. B36 vann seg víðari í innleiðandi kappingini í Champions League, og tað kravdi nógv av liðnum. – Tað kostar orku at spæla fýra strævnar altjóða dystir, samstundis sum vit skuldu halda fast í toppi­ num í Formuladeildini. Eg haldi, at vit mistu onkur stig, sum kanska ikki høvdu mist annars orsaka av strævna programminum, sigur Klæmint Matras. Tøtt finala Nú snýr tað seg so sum finaluna í kappingini um Løgmanssteypið, sum verð­ ur spæld í morgin kl. 17.00. B36 hevur seinnu árini vunnið steypakappingina tvær ferðir, og báðu ferð­ irnar var Klæmint Matras við á liðnum, og hann vónar, at tað í morgin verður til eitt hattrick í steypasigrum. – Vit spældu eina góða hálvfinalu ímóti EB/ Streymi, men eg vænti ikki við, at finalan verður líka lívlig. Tá vóru vit eitt mál aftanfyri, og teir skuldu eisini bara hava eitt mál fyri at avgera hálvfinaluna, so bæði liðini lupu á. – Eg rokni við, at liðini fara at spælið eitt varisliga í finaluna, og dysturin verð­ ur sera tættur. Hvørgin parturin vil leypa fram av, tí sigurin hevur so stóran týdning fyri bæði feløgini, sigur Klæmint Matras. B36 manglar miðvallar­ spælaran Mikkjal Thoma­ sen til finaluna í morgin. Mikkjal, sum hevur spælt tveir teir seinastu lands­ dystirnar á tamb, hevur leikbann til finaluna. Allir hinir spælararnir hjá B36 verða klárir til finaluna. – Hetta er tað, sum vit veruliga hava at spæla fyri í ár. Sigurin í steypa­kapp­ ingini gevur eisini møgu­ leikan at spæla í UEFA Cup, so vit hava veruliga nakað at stríðast fyri í morgin, sigur Klæmint Matras. – Hetta er tað, sum vit veruliga hava at spæla fyri í ár. Sigurin í steypakappingini gevur eisini møguleikan at spæla í UEFA Cup, so vit hava veruliga nakað at stríðast fyri í morgin, sigur Klæmint Matras Mynd: Álvur Haraldsen Finalan verður á ovara vølli KÍ-venjarin heldur, at tað er ein fyrimunur fyri B36, at steypa­ finalan nú skal spælast í Gundadali, men B36-venjari dugir ikki at síggja tann stóra fyrimunin hjá sínum liði STEYPAFINALAN Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í gjár var kappingarnevnd­ in hjá FSF saman við grunninum fyri Tórsvøll og hugdi at Tórsvølli. Nið­ urstøðan var rættiliga greið. – Ítrottarliga er tað ikki forsvarligt at spæla á vølli­ num, tí hann er rætt og slætt ov vátur, sigur Høgni í Stórustovu, formaður í Kappingarnevndini. – Skotbráið er nú so stutt, og Gundadalur hevur somu ítrottarligu karmar runt vøllin við áskoðaraplássum allan vegin runt. Aftrat tí hevur finalan altíð verið spæld í Havn, sigur hann, men leggur so aftrat, at tað í sjálvum sær ikki er nakað argument. Í gjárkvøldið fingu fel­øg­ ini boð um avgerðina hjá Kappingarnevndini, og finalan verður spæld á ovara vølli í Gundadail kl. 17.00 í morgin. Hví ikki í Klaksvík Venjarin hjá KÍ er Tony Paris, og hann hevur hesa viðmerking til avgerðina. – Vit gleddu okkum til at spæla á grasi, men sum vøllurin og veðrið er beint nú, so hevði at verið eitt stórt runukríggj at spælt har, so tað er fínt at dysturin verður fluttur av Tórsvølli. – Men eg eri ikki heilt nøgdur við, at skula spæla á ovara vølli í Havn. Tað er jú heimavøllurin hjá B36, og tað tykist mær undarligt, at finalan ikki skal spælast á uttanveltaðum vølli, sigur Tony Paris. – Eg meini so við, hví kunnu vit so ikki bara spæla finaluna í Klaksvík, har vit hava yvirdekkaði áskoðarapláss og góð viðurskiftir í allar mátar, spyr venjarin hjá KÍ. Tony Paris sigur tó, at KÍ sjálvandi fer at spæla final­ una á ovara vølli í Gunda­ dali. – Tað er so seint nú at gera nakað meiri við málið, og vit vilja helst øll bara hava finaluna spælda nú, sigur Tony Paris. B36 fær ikki fyrimun Magni Mohr sum saman við Sigfríða Clementsen er venjari hjá B36, heldur ikki at teir fáa heimavallar­ fyrimun, sum Tony Paris sigur. – Nei, tað fáa vit ikki. Tað vera líka nógvir klaks­ víkingar á vøllinum sum B36’arar, og helst eisini líka nógvir áskoðarar, so í so máta verður tað ongin fyrimunur hjá okkum. – Hinvegin høvdu vit havt ein nógv størri fyri­ mun, um vit spældu á grasi, tí vit hava so nógvar leik­ arar, sum eru royndir á grasvølli, og tí er tað eitt lítið vónbrot nú finalan er flutt, sigur Magni Mohr. Hann vísir tó á, at tað í verandi støðu er full­komi­ liga ógjørligt at spæla á Tórsvølli. – Vit royndu at venja har mikukvøldið, men tað var fullkomiliga ógjørligt, sig­ ur Magni Mohr, annar av venjaraparinum hjá B36. Todi gevst í Start Todi Jónsson hevur seinastu tvey kappingarárini spælt fyri Start úr Kristiansand, men føroyski álopsspælarin gevst nú í felagnum. Sambært heimasíðuni hjá Start vil Todi hava meira tíð til familjuna, sum býr í Keyp­ mannahavn, og tí steðgar samstarvið millum hann og Start eftir kappingarlok í ár. – Vit vilja gjarna takka Toda fyri tíðina í Start. Hann hevur havt ein professionellan hugburð, royndir og dygdir, sum hava roynst okkum væl. Vit ynskja Toda alt tað besta frameftir, skrivar Start á heimasíðu sínari. Zidane í uppskoti til ársins spælara Altjóða fótbóltssambandið kunngjørdi í gjár nøvnini á spælarunum, sum eru í uppskoti til at gerast ársins spælari 2006. Nógvir kendir spælarar standa á listanum, og millum teirra er eisini franska legendan Zinedine Zidane, sum gavst at spæla eftir HM-endaspælið í Týsklandi í summar. Endin var ikki júst soleðis, sum Zidane kundi hugsa sær, men nú kann hann enda sína yrkisleið við at verða valdur til besta spælara í heiminum. Í fjør vann Ronaldinho úr Brasil hendan heiður, men roknað verður ikki við, at hann vinnur í ár.