fríggjadagur 13. oktober 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
[ Nr. 198 - 13. oktober 2006 ]
Stór flog
bóltskapp
ing í Havn
Stór flogbóltskapping
verður í Havnini í
vikuskiftinum, har
eldru deildirnar
skulu kappast.
Vinnarin í
meistaradeildini
hjá kvinnum og
monnum sleppur
beinleiðis í
steypafinaluna
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Eldru deildirnar í flogbólti
skulu í vikuskiftinum
kappast sínámillum í
sokallaðu FK-kappingini.
FK-kappingin fer av
bakkastokki leygardagin,
og verður hon spæld í
øllum trimum hallunum
í Havnini.
Liðini leggja til brots
leygarmorgunin, tá inn
leiðandi umførini verða
spæld. Hjá 1. deild kvinn
um og 2. monnum verða
bert fimm lið við í kapp
ingini, og tí spæla øll liðini
ímóti øllum. Vinnarin av
hesum samlaða bólkinum
verður kosin til vinnara av
kappingini.
Hinar fýra deildirnar
verða
skipaðar
sum
bólkaspæl. Her koma
besta og næstbesta liðið
úr hvørjum bólki víðari í
semifinalurnar.
Semifinalurnar verða
allar spældar seinnapartin
leygardagin, og so verða
finalurnar
spældar
seinni um dagin hjá 1.
deild monnum og hjá 2.
deild kvinnum.
Hjá meistaradeildun
um verður kappingin tó
eitt sindur øðrvísi. Her
verða
semifinalurnar
spældar
seinnapartin
leygardagin, meðan final
urnar verða sunnudagin.
Vinnararnir hjá bæði
meistaradeild kvinnum
og monnum leika seg
beinleiðis í steypafinluna,
sum plagar at vera í
februar, so hetta er ein
týdningarmikil kapping
fyri bæði kvinnurnar og
menninar.
Rókur, Rasmus og Páll halda fram
Rókur á Fløtum Jespersen, Rasmus Nolsøe og Páll Mohr Joensen
hava allir gjørt nýggjan tvey ára sáttmála við HB. Rókur Jespersen er
toppskjútti hjá HB í Formuladeildini higartil í ár. Hann hevur skotið
12 mál. Páll Mohr Joensen hevur verið nógv umtalaður í sambandi við
kærumálið hjá HB í steypakappingini, men hann hevur eisini skorað
10 mál og spælt væl fyri HB. Rasmus Nolsøe er verjuspælari, sum
eisini er góður frísparksskjútti.
Nú hevur HB so tryggjað sær undirskriftirnar hjá teimum á nýggjar
tvey ára sáttmálar
Venjarin hjá Liktinstein givin
Eftir at Liktinstein mikukvøldið tapti 4-0 fyri Danmark á
heimavølli, hevur venjarin hjá teimum boðað frá, at hann
gevst í starvinum. Martin Andermatt hevur vant Liktinstein
í tvey og eitt hálvt ár, og tað var ikki endiliga orsaka av
tapinum ímóti Danmark, at Andermatt gavst. Hann hevur
nevniliga fingið kjansin sum venjari hjá Young Boys í
bestu sveisisku deildini, og hesum kjansi hevur hann tikið
av. Fótbóltssambandið í Liktinstein fer tí at leita eftir
nýggjum venjara til liðið, sum spælir næsta dystin í EM-
undankappingini í mars mánaði næsta ár.
Mest spennadi
hondbóltsdysturin
hjá monnum hetta
vikuskiftið verður á
Skála, har VÍF vitjar
hjá StÍF. Felags fyri
liðini í mansdeildini
er, at tey eru nógv
darvað av skaðum
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tveir dystir vera á skránni
í bestu mansdeildini leygar
dagin. Toppdystur verður
á Skála, har StÍF og VÍF
hittast. Bæði liðini vunnu
sínar fyrstu dystir, og tí er
lagt upp til stóran spenning
inni á Skála.
StÍF er sera illa rakt av
skaðum, og tí vita tey á
Strondum og Skála ikki
heilt, hvat tey skulu vænta
av hesum kappingarárinum.
Leivur Justinusen er ikki
klárur enn vegna skaða,
meðan bróðurin Sveinur
Justinusen hevur fingið
boð um at binda frið í fimm
mánaðir orsaka av einum
skaða í knænum. Haraftur
manglar Artur Johansen,
sum fekk beinleiðis reytt
kort í Havn seinasta viku
skiftið.
Vit frætta av Strondum, at
teir ætla at gera sítt ítarsta
fyri at vinna dystin ímóti
VÍF eisini.
VÍF manglar eisini onkrar
leikarar. Ingi Olsen hevur
ein lítlan skaða at dragast
við, meðan Agnar Joensen
ikki er klárur enn. Teir ætla
tó at byggja víðari á sigurin
á Kyndli. Ingi Olsen sigur,
at teir skulu finna sama
vilja fram, sum tann ímóti
Kyndli, tí so skal tað nokk
ganga.
Hin dysturin leygardagin
er ímillum KÍF og Neistan.
Hesi bæði liðini taptu
teirra fyrstu dystir í ár, so
tey ætla væntandi bæði at
vinna. Úr Kollafirði frætta
vit, at allir leikarar eru tøkir
til dystin móti Neistanum.
Fótbóltsleikararnir
eru
sjálvandi
undantøk.
Rógvi Weihe, sum hevur
verið í Danmark í lestrar
ørindum kemur heim leyg
armorgunin, og hann verð
ur væntandi partur av KÍF-
liðnum.
Neistin hevur allar sín
ar mans tøkar til dystin
leygardagin. Vit frætta frá
Neistanum, at teir ætla
at vinna dystin. Venjarin,
Claus Rasmussen sigur, at
um teir fáa verjuna at rigga,
so væntar hann eitt gott
úrslit.
Skaðar gera um seg
hjá Kyndli
Í síðsta dystinum hjá monn
unum spæla Kyndil og H71
í høllini á Hálsi sunnudagin.
Hjá Kyndli sær einki serligt
út við fólki. Høgni Klein,
sum kom heim til dystin
í Vestmanna, verður ikki
við henda dagin. Ivamál er,
hvørt Lars Blak verður tøkur
til dystin sunnudagin. Hann
kemur heim sunnukvøldið,
men í Kyndli vænta teir
ikki, at hann verður klárur.
At enda er ein av ungu
leikarunum,
Hjalti
M.
Jacobsen, ivasamur, tí hann
møguliga hevur brotið nøs
ina.
Hjá H71 sær eitt sindur
betri út við fólki. Johnny
Durhuus fór út við skaða í
økslini ímóti KÍF, og hann
verður ikki við ímóti Kyndli.
Harafturat
er
ivasamt,
um Niels Viggo Niclasen
verður klárur. Hann hevur
ein skaða í tjúkkanum og
skal
møguliga
leggjast
undir skurð.
Kyndil tapti sín fyrsta
dyst í ár, so lítil ivi er um,
at teir ætla at vinna dystin
ímóti hoyvíkingum. H71
fekk hinvegin eina góða
byrjan uppá kappingina,
tá teir vunnu á KÍF. Úr
Hoyvík frætta vit, at teir
ætla at vinna umaftur, men
teir ásanna, at hetta ikki
verður lætt ímóti Kyndli.
Føroyameistararnir
úr Stjørnuni spæla sín
fyrsta dyst í hesum
kappingarárinum, og
í Havn kemur VB á
vitjan hjá Kyndli
Hondbóltur
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Kvinnurnar skulu eisini í
dyst hetta vikuskiftið. Leyg
ardagin vitja meistararnir
hjá Stjørnuni á Skála. Hetta
er fyrsti dystur hjá Stjørnuni
í landskappingini, men lítil
ivi man vera um, at tær ætla
sær inn á Skála eftir báðum
stigunum.
Strandakvinnur
fingu
eina ringa byrjan, tá tær
fingu ein ordans lúsing frá
Neistanum í Havn síðsta
vikuskiftið. Neistin vann
við 15 málum, og um
StÍF ikki vísir betri spæl
leygardagin, so kunnu tær
vænta somu viðferð frá
Stjørnuni.
Hin dysturin er á Hálsi
sunnukvøldið, har Kyndil
tekur ímóti VB. Kyndil
hevur styrkt sær munandi
um liðið frá síðsta kapp
ingarárið, og tí kunnu vit
vænta nógv av teimum. VB
hevur mist onkran leikara
frá í fjør, men tær ætla
sær eisini at leika við í
oddinum í ár.
Hetta er fyrsti dysturin
hjá hesum báðum liðunum
í kappingarárinum, og tí
er ringt at meta um, hvat
vit skulu vænta. Eitt er tó
sikkurt. Bæði liðini ætla
sær sigurin sunnudagin, og
tí kunnu fólk vænta ein sera
spennandi dyst í høllini á
Hálsi.
Skaðar gera um seg
í hondbóltinum
StÍF og VÍF, sum vunnu í fyrsta umfari av landskappingini, spæla í høllini á Skála leygardagin
Spennandi kvinnudystur á Hálsi