Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. oktober 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 [ Nr. 198 - 13. oktober 2006 ] ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 - Steypafinalan leygardagin skal bjarga okkum kappingarárinum. Klæmint Matras, liðformaður hjá B36 VB/S hevur vónina Hóast B68 hevur tikið seg fram um VB/Sumba og ÍF, hava teir í Vági framvegis vón um at yvirliva í Formuladeildini VB/S-NSÍ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nú hevur VB/Sumba tvey skot eftir í byrsuni. Liðið, sum í løtuni ligg­ ur til niðurflyting úr For­muladeildini, kann bjarga sær í deildini, men so er neyðugt við tveim­um plettskotum í sein­astu umførunum. Sunnudagin kemur NSÍ á vitjan í Vági, og runavíkingar hava ikki staðið seg serliga væl seinastu umførini. NSÍ hevur bert fingið fýra stig seks seinastu dystunum, og tað tykist, sum at liðið hevur lítið at spæla fyri restina av kappingin. Liðið hevur framvegis ein lítlan møgu­leika at røkka fram til heiðursmerkini, men so skal liðið vinna í teim­um báðum seinastu dystunum. NSÍ hevur allar sínar spælarar tøkar til dystin í Vági sunnudagin. Christian Høgni Jacob­ sen hevur verið burtur í landsliðsørindum, og tað hava eisini Bogi Løkin og Einar Hansen, sum spæla við U19 landsliðnum. Vónin er til staðar VB/Sumba hevur eisini allar sínar spælarar tøkar til dystin sunnudagin. Einki leikbann er hesa­ ferð, og teir smáu skað­ arnir, sum eru í leguni, fara ikki at forða nøkrum í ár spæla sunnudagin. - Um vit hava sama hugburð til dystin sunnu­ dagin, sum vit høvdu ímóti HB seinast, so kann alt henda. Vit skulu veru­liga stríð­ast fyri okk­ ara kjansi, og allir spæl­ ararnir mugu arbeiða hart fyri einum góðum úrsliti, sigur Bjarni Jo­hansen, sum er annar venjarin hjá VB/Sumba. - Støðan hjá okkum er ikki tann besta, og tað verður trupult at sleppa undan niðurflyting, men vit hava framvegis vón­ ina, og vit ætla at stríðast til tað seinasta, sigur hann. HB fer við sterkastu manning til Toftir at spæla ímóti kroysta botnliðnum, sum ætlar sær at fáa stig burtur úr dystinum B68-HB Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað stendur nógv upp á spæl hjá bæði B68 og HB til dystin á Toftum sunnudagin. HB er nú rættiliga komið við aftur í stríðið um FM- heitið, eftir at EB/Streymur hevur snávað tvær ferðir, og B68 stríðist fyri lívinum í Formuladeildini. Seinasta umfarið í For­ muladeildini passaði væl til bæði HB og B68. HB vann sín dyst, meðan EB/ Streymur tapti, og B68 vann týdningarmikla botndystin ímóti ÍF. Nú bresta hesi bæði lið­ ini saman í einum dysti, har bæði vilja vinna, men har B68 kanska best kann liva við javnleiki, eftir at toftamenn tóku seg tvey stig fram um hini botnliðini í seinasta umfari Væl mannað lið Bæði B68 og HB stilla við sterkastu manning til dystin sunnudagin. Tað hevur verið eitt sindur tunnligt til venjing hjá HB í vikuni, tí eini 9 spælarar hava verið burtur við A ella U19 landsliðunum. Hós­kvøldið vóru allir aftur til venjing, og allir spæl­ ararnir eru tøkir til dystin sunnudagin. Hjá B68 stendur eisini væl til við fólki. Jann Ingi Petersen hevði leikbann seinast, men hann er tøkur aftur. Verjuspælararnir Kári Hansen spælir ikki aftur í ár, meðan Øssur Hansen verður við báðar dystirnar, sum eftir eru at spæla. Julian Johnsson fekk ein snudd á landsliðnum, men hann hevur vant í vikuni, og á Toftum rokna tey við, at hann spælir ímóti HB. Oddaliðið hevur ikki vunnið tríggjar teir seinastu dystirnar, nú teir sunnudagin skulu venda gongdini í Fuglafirði, har ÍF fer at gera alt fyri at sleppa upp um niður­ flytingar­strikuna ÍF-EB/Streymur Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Oddaliðið hevur ikki vunnið ein landskappingardyst í næstan ein mánað. Seinasti sigurin EB/Streymur fekk, var 17. september tá teir vunnu 2-0 á Skála. Og september hevur verið ein strævin mánaður fyri EB/Streym, men nú hevur landsdystur verið og liðið hevur løtt battaríini aftur, og ætla teir á felagsliðnum at herja á sunnudagin. Bárður við aftur Manningarliga sær tað eisini betri út, enn tað hevur gjørt í langa tíð hjá EB/Streymi. Bárður Olsen er við aftur eftir at hevur sitið uttan fyri við skaða, hann fekk í fyrra hálvfinaludystinum móti B36. Hetta fegnast tey um í Sundalagnum, og eisini styrkir tað munandi um hópin, at Egil á Bø kemur aftur í verjuna, eftir at hava verið leikbannaður seinasta dyst. Jørgin Meitilberg hev­ur ikki vant saman við hóp­ in­um í vikuni, men hann miðar eftir at vera tøkur sunnudagin. Tað sama ger Hans Pauli Samuel­sen, sum gav avboð til lands­ dystirnar báðar, tí hann fekk ein snudd undir lands­ liðsvenjingunum. Einasti leikarin, sum heilt víst ikki verður tøkur hjá EB/Streymi, er Marni Djurhuus, tí hann hevur karantenu eftir at hava fing­ ið fimm gul kort. Bartal leikbannaður Í Fuglafirði ætlar ÍF sær øll trý stigini. Hetta verður trupult ásanna fuglfirðingar, men samstundis neyðugt, um tilveran í bestu deildini skal leingjast eitt ár aftrat. Greitt er, at Bartal Eliasen ikki verður við. Hann fekk gula kort nummar átta sein­asta dyst, og er sostatt leikbannaður sunnudagin. Hetta er ein dyggur smeitur hjá ÍF. Harnæst hevur liðið fleiri smáskaðar at dragast við. Serliga eru tað Høgni Zachariassen og Fritleif í Lambanum, sum hava havt trupulleikar, men í Fuglafirði rokna tey við, at hesir báðir kortini verða tøkir til dystin, sum er so sera týdningarmikil fyri bæði ÍF í botninum og EB/ Streym í oddinum. Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 EB/S 25 15 - 6 - 4 61 28 33 51 2 HB 25 14 - 7 - 4 58 36 22 49 3 B36 25 12 - 7 - 6 41 29 12 43 4 KÍ 25 11 - 9 - 5 52 35 17 42 5 NSÍ 25 11 - 6 - 8 48 37 11 39 6 GÍ 25 9 - 11 - 5 34 31 3 38 7 Skála 25 7 - 8 - 10 30 26 4 29 8 B68 25 4 - 6 - 15 34 55 -21 18 9 ÍF 25 4 - 4 - 17 28 58 -30 16 10 VB/S 25 4 - 4 - 17 21 72 -51 16 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B71 20 14 - 4 - 2 70 26 44 46 2 AB 19 13 - 2 - 4 44 26 18 41 3 LÍF 19 11 - 3 - 5 39 23 16 36 4 TB 21 9 - 3 - 9 33 32 1 30 5 HB 20 6 - 3 - 11 38 48 -10 21 6 KÍ 19 6 - 2 - 11 35 65 -30 20 7 FSV04 19 6 - 1 - 12 22 32 -10 19 8 SÍ 19 3 - 2 - 14 35 64 -29 11 Spæla um gull og yvirliving á Toftum EB/Streymur skal venda skútuni HB skal halda lív í FM-vónini við sigri á B68, sum hinvegin stríðist fyri at yvirliva í Formuladeildini Mynd: Álvur Haraldsen