Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. oktober 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 13. oktober 2006 13 Hans Karl Saltá, Salt­­nesi, andaðist 11. ok­tober, 72 ára gamal. Bønarhald verður í Lands­sjúkra­húskapell­ inum leygardagin kl. 16. Jarðarferðin verður sunnudagin kl. 14 úr Fríðrikskirkjuni. Tey, ið vilja minnast Hans Karl kunnu lata eina gávu til Fríðrikskirkjuna, konta í peningastovnunum. Karolina Petersen, Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 11. okt ober, 82 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkra­ húskapellinum fríggja­ dagin kl. 19. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Karolinu, kunnu lata Vistarheimunum í Havn eina gávu, konta í Før­ oya Sparikassa. Gudrun Joensen, flog­ terna, Sandavágur, fer til gravar úr heiminum leygardagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Gudrun, kunnu lata eina gávu til synirnar, konta í Føroyabanka. Kistan við Jóan Petur Weihe, Søldarfjørður, fer úr Landssjúkra­hús­ kapellinum í morgin klokk an 17. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju leygardagin kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Jóan Petur, kunnu lata Bønhúsinum í Søldarfirði eina gávu. Konta í peninga­ stovnunum. Rói Slættalíð Dam, lítli sonur Maiken og Anfinn Dam, Norðskála, and­ aðist týsdagin 10. okt ober, 2 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Leygardagin 14. okt ober frá kl. 13-15 skipar Astma Allergi Felagið fyri einum áhugaverdum tiltaki í Mið­ lon í Havn. Umframt væl umtókt u undirhaldararnar “Angela og Hannibal” verður lut­ tøka frá ymiskum fólkum í heilsuverkinum, sum t.d. ráð­gevar frá astma- og allergibólkinum á Apo­tekin­ um og fysioterapeutum í heilsuverkinum. Eisini verða tvær sjúkrasystrar, ein til vaksin og ein til børn. “Angela og Hannibal” luttøka í Miðlon nøvn Hesa yrking skrivaði Finnbogi Ísak­­son, sáli, tá dótt ­ urin, Glæma Finnbogadótt ir, andaðist, ikk i fýra mán­ aðar gomul. Mamman, Ása, hevur sent okk um vøkru og hjarta­ nemandi yrkingina, sum ikk i hevur staðið á prenti áður. Leygardagin 14. okt ober eru liðin 20 ár síðani Glæma doyði. TIL GLÆMU * 27. juni ✞ 14. okt ober 1986 Onki longur er tað sama, morgun kvøld er, dagur nátt. Alt er broytt, nú lítil glæma borin er um deyðans gátt. Tí tað ljós, í eystri rann, morgunstund í vestri svann. Eins og norðljós skært tað skygdi, men tó vónarbrýr tað bygdi. Meðan slavnir vindar strúka skýmingsstund um heyg og hól, eygu blíð og holdið mjúka verma meir enn summarsól. Lítið reyðargullið vá mett við barnsins bros og brá. Tá tað hendur legði saman, bjartast skygdi sólarglæman. Missur elvir skjótt til iva, saknur verður ísbrúgv sterk. Men har vatn er, urt kann liva, dropin ger har undurverk; Har, sum sorgarlogin brann, minnið dýra valdið vann. Tá ið stormar sólskin køva, minnisglæma veitir fløva. november 1986 Pápi Dagurin 14. oktober. Kalixtus, deyður umleið ár 222. Trælur, sum gjørdist diakonur hjá pávanum og fekk um hendur at standa fyri jarðarferðum. Summar av katakombunum bera navn hansara. Veturnætur, vetrarhálvár byrjar. 15. oktober. Heiðveig, deyð ár 1243. Hon var greivadóttir úr Bayern og giftist hertoganum Heinriki I í Slesiu. Bygdi fleiri sjúkarhús og kleystur. Varð skírd halgikvinna í 1267. Heiðveig er føroyska navnið fyri Hedvig. 16. oktober. Gallus, deyður ár 640. Írskur munkur, sum læt kleystrið St. Gallen við Bodenvatnið byggja. Doyði 95 ára gamal.   Astma & Allergi Felagið: Undirhald og heilsa í Miðlon Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara elskaða Gudrun andaðist 10. oktobur, 41 ára gomul. Jarðarferðin verður úr heiminum leygardagin kl. 14.00. Oddmar, Borgar og Eigil Tey ið vilja minnast Gudrun kunna lata eina gávu til synirnar, konta í Føroya Banka. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Hans Karl Saltá Saltnes andaðist mikudagin 11. oktobur, 72 ára gamal. Bønarhald verður á Landssjúkrahúskapellinum leygardagin kl. 16.00. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni sunnudagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Anna Edna, Hildigunn og Jóan Símun við familjum Tey ið vilja minnast Hans Karl, kunnu lata eina gávu til Fríðrikskirkjuna, konto í peningastovnunum. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu hjálp og samkenslu, tá kæra kona mín og góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Helga Strømsten doyði og varð jarðað. Takk fyri blómur og kransar og takk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serstøk tøkk til tykkum á sambýlinum Gøtubrá. Familjunnar vegna Luddi, Regin, Jóhan, Jákup Sigurd og Eyðfríð Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá systir, abbasystir, svigarinda og fastir okkara Jana P. F. Niclassen ættað av Velbastað, búsitandi í Tórshavn andaðist og varð jarðað. Takk til Kjartan Mørkøre prest fyri góð orð. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Parkinsonfelagið og takk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Lina