fríggjadagur 13. oktober 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 198 - 13. oktober 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
40 ár eru liðin síðani
spakin varð settur
í til byggingina av
leguhúsinum Zarepta
í Vatnsoyrum. 11.
oktober vóru 70 ár
síðan stigtakarin til
Zarepta, Brynleif
Hansen, varð føddur
Leguhús
Fríggjadagin 6. oktober,
vóru 40 ár liðin síðani spak
in varð settur í til byggingina
av Zarepta (gamla húsið)
í Vatnsoyrum. Tað er ikki
annað enn rætt at steðga á
ein slíkan dag og gera eina
lítla meting av týdninginum
av hesum spakataki.
Tá fyrsti maðurin setti
fótin á mánan, tók hann
soleiðis til: ”Eitt lítið fet
fyri ein mann, men eitt
stórt fet fyri mannaættina.”
Soleiðis trúgvi eg, at vit við
góðari grund eisini kunnu
siga um hetta spakatakið
norðast í Vatnsoyrum fyri
40 árum síðani: ”Eitt lítið
spakatak fyri ein mann,
men eitt stórt spakatak fyri
samkomulívið í Føroyum.”
Hesin kann av sonnum
kallast ”ein trúarspaki,”
tí var tað ikki trúgv, sum
stóð aftanfyri kvinnuna og
mannin, sum fóru undir
hetta stóra tak, so hevði
hetta verkið aldri byrjað.
Tað vóru ikki teir stóru
pengarnir og heldur ikki
almennar játtanir, sum góvu
íblásturin til hetta verkið,
men heldur var tað visjónin
og kallið, og sum eisini
hevur verið tann berandi
grundin í øll hesi 40 árini,
síðani fyrsti spakin varð
settur í – og ynskjandi er,
at tað eisini, tey næstu 40
árini, verður henda sama
visjónin og kallið, sum
verður drívkraftin aftanfyri
arbeiði í Zarepta inntil Harr
in kemur.
Tað er væl kent, tá Bryn
leif Hansen fór inn til
Dánjal Nielsen (Dollan)
á Vatnsoyrum at tosa við
hann um at standa fyri bygg
ingini. Tá segði Dánjal við
Brynleif, at hann hevði lítið
mót at fara undir eitt so
stórt tiltak. Tá varð Brynleif
eitt sindur firtin, og í tí
hann fór um hurðina, so
sigur hann við Dánjal: ”So
fari eg bara undir arbeiði
sjálvur.” Tá Brynleif var
farin, sigur Dora, sum var
kona Dánjal, við hann, ”tá
Brynleif hevur trúgv, so
kanst tú eisini hava trúgv!”
Hesi orðini gjørdu, at
Dánjal steðgaði á og hugs
aði seg um, og úrslitið var,
at hann tók eina heilaga
avgerð inn fyri Harrans
ásjón, og saman við Bryn
leifi og øðrum tók Dánjal
hetta stóra arbeiði uppá
seg at fara undir at byggja
Zarepta, og tann 6.oktober
í 1966 varð fyrsti spakin
settur í, og síðani, í øll
hesi fjøruti árini, hava
menn og kvinnur, ung og
eldri, allastaðni frá í land
inum, ein óteljandi skari
av arbeiðsfólki, arbeitt
við spakum, skovlum, eyr
hakkarum, gravmaskinum,
hamarum, borimaskinum,
kompressarum,
blandi
maskinum o.s.fr. og gjørt
Zarepta til tað sum tað er
í dag. Aftan fyri liggur eitt
ókent tímatal og krónutal,
men í Himli verður stór løn
til øll tey, sum trúføst hava
verið við í hesum arbeiði,
bæði sædd og ósædd, bæði
í lítlum sum í stórum.
Komandi summar eru 40
ár liðin síðani barnalegurnar
byrjaðu í Zarepta.
Neyvan var tað av tilvild,
at Brynleif Hansen valdi
júst 6. oktober at vera dag
in, tá spakin varð settur í,
tí júst hesin dagurin var
føðingardagurin hjá konu
hansara, Elsu, og kanska
var tað fyri at sýna henni
eina tøkk fyri tann stuðul,
hon hevði verið undir hans
ara lið og harvið ein stór
orsøk til, at hann var komin
har til, sum hann nú var
komin, ”tí undir liðini á
einum virksomum manni,
stendur ein virksom kona.”
Til upplýsingar kann
nevnast, at hevði Brynleif
Hansen verið ímillum okk
um í dag, so hevði hann
kunna hildið sín 70 ára
føðingardag mikudagin 11.
oktober.
”Tað størsta er ikki hvussu
”langt” okkara lív er, men
hvussu vit ”liva” okkara
lív.”
Sitat: Jim Elliot (trúboðari
til Auca-indianarnar)
pj
Zarepta í Vatnsoyrum:
Ein trúarspaki
Brúdleyp
Leygardagin 14. oktobur kl. 14.00 giftast í Vilnius Litauen,
Saule Kamille Maknyte, ættað úr Vilnius og Thorvald
Hjelm, ættaður úr Vági, bæði búsitandi í Keypmannahavn.
Brúdleypsadr.: Le Meridien Villon Resort & Cenvention
Centre, Highway A2, Vilnius-Riga, 3005 Vilnius-9, Litauen.
Leygardagin 14. oktobur kl. 17.00 giftast í Vesturkirkjuni
Marjun Johansen og Bjarni Hentze. Veitslan verður fyri
innbodnum kl. 19.00 í Róðrarneystinum á Argjum.
Leygardagin 14. oktobur kl.12 giftast í Nairobi Pentecostal
Church, Karen Assembly, Nairobi, Kenya, Kathryne Mayodi
úr Nairobi og Ingi Kirke úr Kaldbak, bæði búsitandi í
Keypmannahavn. Adressa: Dr.Bishop Earnest Mayodi,
P.O.Box 21982, 00400, Tom Mboya, Nairobi, Kenya E.A.
Leygardagin 14. oktobur kl.16 giftast í Sands kirkju Beinta
Fríðbjørg Simonsen og Erling Guðlaugur Arnarson ættaður av
Akranesi. Veitslan verður í Virkinum kl. 19 fyri innbodnum.
Leygardagin 14. oktobur 2006 kl. 14.00 giftast í Betesda,
Karin Maria Purkhús og Sjúrður Reginson Kunoy. Eftir
vígsluna verður reseptión í kjallaranum í Betesda til kl. 17.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Døgurðin verður fyri innbodnum
kl. 19.00 á Klaksvíkar Sjómansheimi.
Føðingar
1. sepembur fingu Brian K og Turid Mc Intosh Rødekro
eina dóttur. Hon vigaði 4170 gr. og var 54 cm long.
1. oktobur fingu Ann Hjelm og Kári Christiansen, Vágur,
ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3390 gr.
1. okt. fingu Eyðvør Müller og Jens Heri Jacobsen, Sumba,
ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4180 gr.
3. oktobur fingu Malan Tyril og Dánial Petur Højgaard,
Rituvík, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4050
gr.
4. oktobur fingu Anja av trøð Trondesen og Jákup Eli
Lauritsen, Sørvágur, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og
vigaði 4200 gr.
4. oktobur fingu Guðrun og Kári Magnussen, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 43 cm. long og vigaði 1770 gr.
5. oktobur fingu Ninna og Tórhallur Justinussen, Leirvík,
eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4635 gr.
5. oktobur fingu Eyðrith Sundsá og René Niclasen,
Tvøroyri, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4180
gr.
6. oktobur fingu Eydna Lucia Abrahamsen og Samson
Nesá, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði
3075 gr.
6. oktobur fingu Alda í Ólavsstovu og Jens Johan Dam,
Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3890
gr.
6. okt. fingu Birita Poulsen og Kristian Petersen, Tórshavn,
ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3450 gr.
7. oktobur fingu Britt Mortensen og Rógvi Winthereig
Rasmussen, Malmø ein son sum vigaði 3790 gram og var
55 cm langur
9. oktobur fingu Jutta í Horni Hansen og Ólavur Niels
Debes, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og
vigaði 3700 gr.
10. oktobur fingu Eyðvør Egholm og Ingdor Klein Olsen,
Vestmanna, ein son. Hann var 53,5 cm. langur og vigaði
3550 gr.
10. okt. fingu Joan Zachariassen og Agnar Skorastein, Klaksvík,
eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3450 gr.
80 ára føðingardagur
Týsdagin 10. oktobur fylti Odd Nilssen í Vági 80 ár. Vælkomst verður leygardagin 14. oktobur kl. 19.00 í hølunum
hjá Frelsunarherinum í Vági.
Brynleif Hansen, f. 11.
oktober 1936, doyði í
flogvanlukkuni í Mykinesi 26.
september 1970, 33 ára gamal
Fríggjadagin 6. oktober, vóru 40 ár liðin síðani spakin varð settur í til byggingina av Zarepta í Vatnsoyrum