Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. oktober 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 13. oktober 2006 11 tíðindi Tað vóru tendensiøs og ó­­ser­iøs sjónarmið, sum Eir í Ólavstovu saman við einum lív­frøð­ingi borð­­ reiddi við í prime time í ‘mentanartíðindi’ fríggj­a­dag­ in 6. oktober. Við støði í einum dul­nevnd­ um lesarabrævi viðgjørdi hon fyribrigdi religiøs fan­ at­isma og og kristnir fund­a­ ment­alistar. Uttan yvirhøvur at siga, hvat hon meinti við, vóðru óhugnaligu heit­i­ni religiøs fanatisma, rel­i­gi­øsir fundamentalistar og eks­trem­ ist­ar borin inn í stovuna, sum fekk ein at hugsa um 11. september 2001 og sjálvs­ morðs­bumbur, har somu heiti verða brúkt um tey, sum framdu illgerðirnar. At brúka slík tokukend og lødd orðafelli, uttan at greiða frá, hvat ein meinar við, elvir til ótrygd og ampa. Hvør er í hugaheiminum hjá vertinum kristin fundamentalistur? Og hvar gongur markið mill­um at vera ein hóvligur krist­in og fundamentalistisk kristin, ella ein hóvligur rel­ i­giøsur og ein fanatiskur rel­ i­gi­øsur? Verturin hevði fingið ein lívfrøðing at gera sínar viðmerkingar til tokukenda og leysa pástandin: ‘Akademikarar eru ikki vælkomnir í Føroyum, tí tað skal lítið til at verða outsidari her, og hetta kemst av, at tann føroyska mentanin er stýrd av religiøsari fanatismu.’ Hvussu lívfrøðingurin fekk vavt neo-darwinsmu og religiøsar ekstremistar upp í sendingina er mær óskiljandi. Jóannes Dan­ i­el­s­en, lívfrøðingur, skal hava loyvi at koma fram við sínum sjónarmiðum, tá hann vil. Mín viðmerking til sjónarmið hansara er orðini hjá Michael Ruse: ‘we who cherish science should be careful to distinguish when we are doing science and when we are extrapolating from it, particularly when we are teaching our students. If it is science that is to be taught, then teach science and nothing more. Leave the other discussions for a more appropriate time.’ Eg og nógvir akademikarar við mær taka ikki undir við áskoðanum hjá lív­frøð­ing­i­ num um, at vísundaligu dát­­a­ ini vísa á, at alt er íkomið við tilvildarligum mutasjónum og nátúrligari útveljing. Vís­ u­nd­a­ligu dátaini stuðla eins væl tí modellinum, at ein skapari stendur aft­an fyri tað sum er. Men so­leið­is sum verturin og lív­frøð­ing­ urin málbóru seg í send­ ingini, so manglaði bara at senda mær navnaspjaldrið ‘fundamentalistiskur kristin, religiøsur fanatikari og eks­ trem­istur’. Tað varð nevnt av lív­frøð­ ing­i­num í sendingini, at vit føroyingar eru til grin í umheiminum, orsakað av okk­ara fundamentalistisku støðu til uppruna til alt tað sum er, at vit trúgva at ein skapari stendur aftanfyri. Eg kundi nevnt eina ør­grynnu av út­lendsk­um gransk­ar­um og pro­fess­ar­ um, sum ikki grína at okkara sokallaðu fund­a­ment­a­l­ist­ isku støðu, men lat meg a­v­ marka meg til Ole Vang. Ole Vang, PhD, er granskarin og molekylerbiologurin og lektari á RUC (Roskilde Un­i­versitetscenter). Ole hev­ur vísundaliga førleikan at gera sína metan av, um vísundaligu dátaini vit hava vísa á at alt hevur sín uppruna í berari tilvild. Ole Vang er komin til ta niðurstøðu, at ein skapari stendur aftan fyri. Hansara sjónarmið kunnu lesast í donsku Week­end-avisen 15. august 2003 var samrøða við Ole Vang. Greinin hevur heitið ’Biologen der ikke tror på Darwin’ Kringsvarpslógin krevur, at eg skal rinda sjónvarpsgjald. Ta geri eg eisini. Kring­var­ ps­lógin krevur, at sjón­varp­ ið ber sakligan og ob­jek­ tiv­an tíððindaflutn­ing. Ta gjørdi sjónvarpið ikki í mentanarsendingini 6. ok­tober. Blaðmaðurin roynir at krógva tað niðast í greinini. Og í mansjetttekstinum endurgevur hann bara tað, sum bispur sigur talar ímóti at broyta anti­­diskrimina­tiónspara­ grafina. Í Sosialin í gjár er sam­ røða við Hans Jacob Joensen, bisp, um happing av samkyndum í Føroyum og eina møguliga broyting av anti­diskriminatións­ paragrafini. Bispur vil helst ikki nevna fleiri bólkar í paragrafini, men sigur eisini, »Um tað (verja samkynd ímóti happing, fe) ikki kann gerast á annan hátt, so kundu vit helst skoytt “kynsligur samleiki” uppí lógina.« Góðu tingmenn, tað er upp til tykkum at meta, um tað er neyðugt at broyta anti­diskrimina­tións­ para­grafina. Men tað er í øllum førum greitt, at Føroya bispur, burtur­sæð frá nøkrum praktiskum lógartekniskum argu­ment­ um, sum ikki er hansara fakøki, einki hevur ímóti at kynsligur samleiki er við í paragrafini. So eingin orsøk at óttast Guds dóm (tað er fakøki bisp) – einans veljarans, men har vil eg mæla tykkum til at lurta eftir Hergeiri Nielsen! Broytið so §266b, bispur hevur givið sítt vælsignilsi! Vanløse Flóvin Eidesgaard, Hvalvíksprestur: Samkynd í stríð við skapanarverkið Nógv umrøddi presturin úr Hvalvík, Mogens Thilsted Christensen, hevur verið donskum miðlum og sagt sína hugsan um samkynd TOLLYNDI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Tað er eftirhondini við at gerast ein fastur táttur, at danskir miðlar seta seg í samband við nógv umrødda danska prestin úr Hvalvík, Mogens Thilsted Christensen, tá etisk mál eru á breddanum í Føroyum. Danskir miðlar hava sein­ astu dagarnar endurgivið søguna um harðskap, sum verður framdur móti sam­ kyndum í Føroyum, og seinnapartin hevur hval­víks­prestur sagt sína hugsan í Danmark Radio. Mogens Thilsted Christensen hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at hann heldur tað er eitt stórt mistak at geva teimum samkyndu innivist í revsilógini, og harðskapurin móti teimum samkyndu í Føroyum tykist ikki hava fingið hvalvíksprest at leggja á annan bógv. - Føroyar eru eitt skilagott og gamaldags samfelag, har Guds orð fyllir nógv. Tað er í stríði við skapanarverkið og gamla testamenti, at tvey av sama kyni liva saman. Guds orð sigur, at tað eru maður og kvinna, sum eiga at liva saman og ikki tvey av sama kyni, sigur Mogens Thilsted Christensen við Danmark Radio Mogens Thilsted Christensen Sjónvarp Føroya for Dummies MSc (Pharm), MSc (Information Systems) Richard Schwartson Í nevningatinginum, sum hevur verið uppi í Mjørkadali seinastu dagarnar, fara nevningarnir í morgun í eitt rúm fyri seg sjálvar at gera av, um ákærdi filipinarin er sekur í øllum ákærunum, nøkrum ákærum ella ongum. Rættarmál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í málinum um dekkarin, sum er ákærdur ætla at drepa skip­aran á Tórsvík, fellur væntandi dómur í morgun. Tá fer dómarin at geva nevn­ ing­unum ein samandrátt av tí, sum ákærin og verjin søgdu í nevningartinginum í gjár, tá dómsviðgerðin var í fýra tímar. Síðani fara nevningarnir í eitt rúm fyri seg sjálvar at gera av, um á­kærdi maðurin er sekur í øll­um ákærunum, nøkrum á­kær­um ella ongum. Sambært Dimmalætting, hev­ur danska ræts­lækna­ráð­ ið staðfest, at filipinarin Rom­eo Galgo Tibobos er skizofrenur og helst var tað, tá ið skaðatilburðurin var. Í dag verður spurningurin eisini svaraður, um tað ber til at tamba sjómanslógina so nógv, at til ber at døma fyri uppreistur, myttarí, um­borð á skipi, hóast bara ein maður gjørdi upp­reist­ ur? Ein ákæra móti manninum er um uppreistur, ella mytt­a­ r­í, sum uppreistur á skipi van­liga verður róptur. Sjó­ mans­lógin sigur ikki, hvat eitt myttarí umfatar, men vanliga fatanin er og var, at fleiri taka seg saman um at gera myttarí. Men nú tøknin er vorðin so framkomin, at eitt fólk saktans kann stýra einum skipi, er vert at royna, um ikki eisini tað kann myttarí, tá bara ein í manningini ger uppreistur. Øll fimm vitn­ ini, allir sjómenn, brúktu orðið myttarí um tað, sum dekkarin á Tórsvík gjørdi 28. juni í fjør, sigur ÚF. Sambært ákæruvaldinum kundi maðurin fingið átta til tíggju ára fongsulsrevsing, um til bar at døma í fongs­ ul. Sambært Dimmu er krav­ ið hjá ákæruvaldinum at fáa hann útvístan. Romeo hev­ur ongantíð havt upp­i­ halds­loyvi í Føroyum og verð­ur hann helst vístur av landinum í minsta lagi fyri fimm ár. Kravið hjá ákæruvaldinum er, at mað­urin skal á sjúkrahús fyri sinnissjúk. Verður hetta dómurin, fer hann í fyrsta umfari væntandi á sjúkrahús í Danmark. Dómur fellur í dag HEMARAKAPPING Nýskapandi hemara­kapp­ ingin, sum hevur verið tvey tey seinastu árini, er nú komin í fasta legu og hevur fingið sítt egna navn – ”Shark Atlantic”. Hesa ferð er kappingin frá 1. november 2006 til 1. mars 2007, og sum áður er Magni Blástein fyriskipari. Farnu kappingarnar hava verið sera væl umtóktar, tí fátt er so spennandi og hugvekjandi sum at veiða hemara - hetta stóra og sterka dýrið í dýpinum. Einasti reiðskapur er tráða, tí veiðihátturin er sjálvandi líka einfaldur og frumkendur sum spenningurin sjálvur. Og tað eru ikki smákykt, ið bjóða tær av, tí hemari liggur ofta millum 200 og 400 pund og kann gerast yvir tríggjar metrar langur. Shark Atlantic 2006 er opin fyri øll, sum bera ævintýrið í barmi - før­ oyingar sum útlendingar. TRYGD er høvuðsstuðul fyri tiltakinum og letur virðislønir á 40.000 kr. Av teimum strýkur vinnarin avstað við 25.000. Við stuðli sínum vil TRYGD vísa á stóra týdningin av at menna nýggjar, føroyskar vinnumøguleikar, ið eru áhugaverdir og mennandi fyri bæði luttakarar og ferða­vinnuna. Og júst Shark Atlantic er dømi um tiltak, ið TRYGD heldur kann birta upp undir eina heilt serliga vinnu í Føroyum, ið bæði útlendingar og ikki minst føroyingar sjálvir kunnu fáa stóra gleði av, bæði til likams og sálar. »SHARK ATLANTIC 2006«: Ein móti einum – maðurin og dýrið Um Shark Atlantic 2006: Fyriskipari: Magni Blástein Høvuðsstuðul: TRYGD Virðisløn: 25.000 kr. Veiðutíð: 1. november 2006 - 1. mars 2007 Veiðuøki: Allastaðni kring oyggjarnar Reiðskapur: Tráða Vinnarafiskur: Tyngsti hemari (mynd av fongi og veiðumanni/kvinnu skal takast) Tilmelding: Magni Blástein, tlf. 581582, tpa. HYPERLINK ”mailto:magniblastein@ kallnet.fo ” magniblastein@kallnet.fo Luttøkugjald: 500 krónur