Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. oktober 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 198 - 13. oktober 2006 Tað er eitt sera gott val hjá svensku No­b­el­ nevnd­ini at kjósa turkiska høvundan Orhan Pamuk Bókmentavirðisløn Nobels. Tað hevur leingi verið mett, at Nobelvirðislønin átti at farið til henda áhugaverda og framúrskarandi rithøvund. Seinasta skaldsøgan hjá Pamuk var bókin “Kar” (á donskum “Sne”) frá 2002 (donsk útgáva frá 2006). Her er evnið serliga tvístøðan millum islamismu og vesturlendskan modernitet í Turkalandi í dag. Hon er um útlegd, eksil og um tap av samleika. Í 2005 kom so “Istanbul — Memories of a City”, ið er partvíst endurminningar og essays. Tað er júst hendan bókin, sum hevur tryggjað Pamuk Nobelvirðislønin. Pamuk hevur eina serliga støðu, sum ein av teim fremstu og mest modernaðu vesturlendsku turkisku intell­ekt­u­ ellu, ið m.a. hava talað at turkiska drápinum av armenarum. Pamuk er sera væl dámdur í vesturheiminum. Pamuk er sum ein høvundur tekur til í blaðnum í dag, ein djarvur høvundi og intellektuellur, tí hann hevur verið í vanda fyri at kunna fáa fongsul, fyri at hava tosað um armenarnar. Høvundin, tann vælkendi viðmerkjarin Kim Simonsen, vísir á, at vit hava í Vesturheiminum langan sið fyri at finnast at samfelagnum og religión, hetta er ikki so við islam, her er Pamuk helst eitt dømi um ein sum nærum varð revsaður fyri síni orð. Tað kemst ikki uttanum, a henda virðislønin hevur ein ávísan politiskan týdning, tá hon verður latin. Fleiri altjóða eygleiðarar hava víst á, at virðislønin til Pamuk helst fer at fáa stóran politiskan týdning fyri Turkaland, hóast Pamuk ikki er vællýdd ur í heimlandinum. Turkar fara at vera stoltir av landsmanninum, sum sjálvur kann fara at fáa ta lættari við sínar landsmenn eftir hetta. Pamuk hevur roynt at byggja brýr millum eystur og vestur, millum islam og kristna heimin. Nobelvirðislønin er ein viðurkenning av m,a, hesum virksemi og tænir nevndini til miklan heiður – sjálvsagt fyrst og fremst tí talan er um sera gávuríkan høvund. Her er talan um eina djarva og rætta avgerð Sosialurin Pamuk - ein djørv og røtt avgerð Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Nógv kjak var í bløðunum fyri okkurt um einum ári síðani viðvíkjandi sam­kynd­ um í samband við lóg­ar­ upp­skotið um, at samkynd skuldu verða vard í ant­idis­ krim­i­na­tions­par­a­graff­ini. Og av homoFObia verk­u­ num hjá Ole Wich. Í dag er tað eyðsynt, at tey sam­ kyndu heima í Føroyum hava fyri neyðini at vera vard í lógini. At samkynd verða av­bard og hótt við lívinum er ótolandi, og Føroya skomm. Mótstøðufólk av at inn­ lima samkynd í ­ ant­i­dis­ krim­i­na­tions­para­graff­ina hava ført fram, at samkynd hava eina ónátúrliga atferð. Men sjáldan vísa hesi fólk á, hvussu ella hví hví homosexualitetur er ó­nát­úr­ ligur. Tað er eyðsæð at samkyndi lívs­hátt­urin ikki viðførir børn, og at ílegurnar hjá teim­um samkyndu tískil ikki yvirliva í samkyndum par­lag. Er hetta orsøkin, at samkynd eru ónátúrlig í teirra sexualiteti? Á henda hátt verður samkyndi lívs­ hátt­urin reduseraður til bert at snúgva seg um sex, og sex verður reduserað til bert at snúgva seg um nøring. Hetta er heilt burturvið og alt ov einfalt. Elskhugur mill­um menniskju er fyri tað mesta ikki við tí í hyggju at fáa børn, men heldur at skapa trivna í parlagnum. At vátta kærleika hvør fyri øðrum, og styrkja bond­ini sum knyta tvey menn­iskju saman. Henda kensla er helst lík hjá øll­ um menniskjum, bæði sam­ kynd­um og hinkyndum. Mað­ur og kona, sum ikki kunnu fáa børn, halda ofta kortini saman. Og er teirra sexualitetur tá nógv øðrvísi enn hjá teimum samkyndu? At sex ikki bert er fyri at tryggja nøring sæst aftur hjá menniskjum, sum ikki skulu hava fleiri børn. Elsk­ hug­­urin hvørvur ikki. Hóast títt­leikin vanliga minkar, so er vanligt, at eisini gomul fólk eru sexuelt aktiv, um ikki sjúka forðar hesum. Onkur lesari tvíheldur kanska framvegis um, at tað samkynda er ónátúrligt. Gam­aní, men so er at hyggja at náttúruni. Tað eru nógvar eygleiðingar av samkyndum djórum. Flug­ ur verða í nógvum lív­frøð­ is­ligum starvstovum gjølla kannaðar, tí at teirra arva­ egin­leikar minna um teir, vit finna í menniskjanum. Lív­frøð­ing­ar hava víst, at summar kall-flug­ur eru sam­kyndar. Teir hava eisini víst, at um ein ávís ílega verður muterað (t. v. s. broytt so ílegan ikki virkar sum vanligt) so gerst flugan samkynd (2). Eisini í fuglum er sam­ kynd atferð eygleidd . Í Ny Sælandska Porphyrio por­phy­rio, ein fuglur, ið minn­ir nakað um Sevhønu, vilja nakrar bøgur held­ur ”para” við øðrum bøg-um, sjálvt um steggjar eisi­ni eru at velja ímillum. Tveir pingvin-steggjar í djór­a­ garð­i­num í Central Park Zoo á Manhattan vóru sera forliptir hvør í øðrum, gjørdu reiður og teir skiftust trú­liga at sita á einum steini, teir royndu at klekja. Tá ein djórapassari gav teimum eitt egg, gekk ikki long tíð, áðr­enn eggið varð klakt, og steggjarnir tryggjaðu pisuni føði (3) (http://www.msnbc. msn.com/id/4352011/site/ newsweek/). Ein barnabók er skrivað um hesar samkyndu pingvin steggj­ar (And Tango Makes Three; Parnell, Richardson og Cole). Fleiri onnur súg­ djór enn menniskja syna samkynda atferð. Ein kann­ ing vísti, at partur av veðr­ um (8-10% av teimum kannaðu veðrunum) vóru sam­kyndir (1). Eg veit ikki, um føroyskir seyðamenn eis­ini kenna til hetta fyr­i­ brigdið? Neytakvígur hava eisini verið eygleidd ar og kunnu sýna samkynda at­ferð. Okkara nærmast ætt­ aðu av djórunum, apurnar eru heldur ikki øðrvísi, hvat hesum viðvíkur. Japanskar makak apur hava verið eygleidd ar í mong ár, og millum hesar finnast fleiri sam­kynd­ar­ kvenn-apur. Hesi dømi vóru bert fyri at vísa at tann samkynda atferðin ikki er sermenniskjaslig og ónáturlig. Okkara hugur at øðrum verður helst grunnlagdur á ungum árum, um hetta ikki er viðføtt. Summar kann­ ingar benda á at hormon á­virk­anir í forstrinum hava stóra ávirkan á okkara sex­ u­ellu orientering. Sum børn vita tey flestu hvat tey tráða eftir. Og henda tráðan styrkist sum vit gerast eldri, og fyri tey flestu er tráðanin til hitt kynið. Tráðanin kann ikki broytast, um hon illa passar til í samfelagnum vit liva í. Hetta er lætt at skilja um ein hugsar um egnan sexualietet – fá hin­ kynd vildu broytt til at ver­ ið samkynd, um tey onk­ ur­vegna fluttu til eitt sam­ felag, har tað samkynda var tað einasta loyvda. Og hugsanin at tey samkyndu kunnu grøðast, og gerast hinkynd er burturvið. Nú frættist at Finnur Helms­dal fer at leggja nytt uppskot til lóg, at tryggja at samkynd eru vard í antidiskriminations- paragraffini. Tað er eyðsæð at júst hesin minniluti heima í Føroyum hevur verju fyri neyðini. Gerið ikki sum prestur og Levitur, men sum Sámáriubúgvin. Hjálpi og tryggið teimum hóttu og bukaðu. Tað fer at vera hvørjum einstakum tinglimið til sóma - nú og á dómadegi. 1. Roselli, C. E., K. Larkin, J. M. Schrunk, and F. Stormshak. 2004. Sexual partner preference, hypothalamic morphology and aromatase in rams. Physiol Behav 83:233-45. 2. Ryner, L. C., S. F. Goodwin, D. H. Castrillon, A. Anand, A. Villella, B. S. Baker, J. C. Hall, B. J. Taylor, and S. A. Wasserman. 1996. Control of male sexual behavior and sexual orientation in Drosophila by the fruitless gene. Cell 87:1079- 89. 3. Zuk, M. 2006. Family values in black and white. Nature 439:917. Samkynd og náttúra lívfrøðingur Gunnar Øregaard