Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. oktober 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 13. oktober 2006  tíðindi Nýggjasta tilboðið til innrættingarhugaðar føroyingar er eitt longt vikuskifti við Norrönu til Bergens, har starvsfólkini í IKEA standa við opnum ørmum og taka ímóti. Lívstílur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í tráð við nýggjasta rákið inn­­an sús og hús og skáa­ lán­, verð­­ur nú ein nýggjur kap­it­tul skrivaður inn í shop­p­ing­ar­søgu føroyinga. Tí, fyrsta viku­skiftið í nov­ em­ber frem­ja før­oy­in­g­ar eina friðarliga og ó­vápn­ aða, men kortini kost­­nað­ ar­mikla hertøku av nor­­ska stórbýnum Bergen. Inn­rás­ in verður skipað av keyp­­ s­­hugað­um húsfrúm, har­­av onk­ur teirra helst tek­ur mann­in við - um ikki sum spýggju­bakka­heint­ari, so í øll­um førum sum berari. IKEA – here we come!! Í lýsingarátakið hjá Smyril Line, er nýggjasta tilboðið eitt longt vikuskifti við Norr­ önu til Bergens, har eitt nú starvsfólkini í IKEA standa við opnum ørmum og taka í­mó ti. Ein heilan dag slepp a fólk at keypa í handils­hús­in­ um, og úti á park­er­i­­ng­s­øki­n­ um stendur ein stór bingja, við áskriftini: FAROE IS­ LAND, har til ber at lossa all­­ar vørurnar upp í – líka frá sofum til køkar. Úr Bergen verður skemt­ an­di tikið til, at bæði IKEA og H&M hava bílagt eyka partí av vørum úr nýggjastu vet­rar­koll­ek­tión­ ini, tí norð­ menn eru ávaraðir um stim­­ar­­nar av føroyingum, sum fara at jolla sær inni á meginlandinum hetta long­ da vikuskiftið. Katalogmentanin Nógvir føroyingar nýta í minsta lagi ein dag av Dan­ mark­ar­ferð­ini í Ikea í Tås­ trup. Men tá eru vit ofta av­markað av, at vørurnar mu­ gu flytast við bussi og toki heim í býin og út á flog­vøllin. Tí endar tað ofta við smátingum, lamp um og gardinum ella onkrum hiss­ ini køksluti. Ella vit sita heima og yn­skja okkurt úr árliga kata­ log­in­um, sum boðar frá ein­um familjuvinarligum, sól­ brendum og eydnuríkum IKEA-fólkaheimi. Og hvønn stíl skal eg velja? Svensk­an skergarð, polka­ prikk­ar, nostalgi, vintage ella retro? Máti upp og skri­vi niður, upp og niður, ROG­ER ella ARON, hvønn skal eg velja? Eg eigi IKEA Men alt hetta er ikki tað sama sum at upp liva eitt veru­ligt IKEA-handilshús, sum onkursvegna er so dragandi, við sínum ser­ merkt­a dámi, ljóst, friðar­ligt og dreymakent. Sið­bund­ið við svenskum kjøtt­bull­um og eyðkendum merki­seðl­ um, har upp lýst verður, hvar í goymsluni vøran er at finna. Nýmó tans og einfalt, men samstundis persónligt. Og so er tað púra ógjørligt ikki at lata seg freista av fag­ ur­t­litt­um plastkrússum við 12 í pakkanum, serviettum fyri eina tíggjukrónu, elsku­ lig­um baðifyrihangum við nai­vis­tiskum djórum ella einum skríggjandi grønum upp­trekkjara, sum stendur sjál­v­ur. Og fyri ikki um at tala: barnadeildin, sum ong­ in í Føroyum røkkur upp til knýgg­ja... Helst er tað saman­renn­in­ g­in av einfalda sniðinum, bíl­­igu prísunum og einum sterk­um brandi, sum ger, at eg fái hug at vitja IKEA aft­ur og aftur. Tí okkurt inn­an í mær sigur, at IKEA er mín handil. Og eg kenni ikki eina kvinnu, sum ikki kundi brúkt meira pening enn hon eigur, í einum IKEA handilshúsi. Heimafturkomin er hent at hava onkran góðan und­ir liðini, tá brúnu papp­eskjur­ nar verða latnar upp og stovan fyllist við flamin­ go­kúl­um og hvar fór nú hobby­knívurin? Og undan kavi kemur reólveggurin í fimm túsund bitum, sum skulu setast saman. Tí ong­ in kvinna er heil, fyrr enn hon eigur sína egnu og per­ són­ ligu skrúvumaskinu! Leiðin er greið, tá lagt verður frá kei Hanna Mohr Müller, úr Havn, við dótrini Rebekku Eg kundi væl hugsað mær at farið ein túr við Norrønu til IKEA í Bergen. Fari altíð í IKEA, tá eg eri niðri, tí vørurnar har eru lekrar og bíligar. Vanliga bíleggi eg katalogið á netinum, so eg veit altíð, hvat er at fáa. Vit eiga nógvar lutir, sum eru keyptir í IKEA, men tað er eitt sindur keðiligt, tá man fer niður, tí tá er avmarkað, hvat tú fært tikið við heim, tá tað skal við í flogfarið. Helga Hansen úr Havn, situr í Snarskivuni Eg havi ofta shoppað í IKEA, tá eg eri niðri. Mest smáting og lampur, og ikki stórar møblar. Har er bíligt og vøruúrvalið er nógv størri enn í Føroyum, tí her selja øll stórt sæð tað sama. Haldi avgjørt tað hevði verið spennandi at farið við ein IKEA-túr til Bergen. Í samband við men­tan­ ar­viku­na í Runa­vík verður ein rimmar kon­sert í tann 28. ok­to­ ber í høllini í Runa­vík. Og tað eru ikki hissini bólkar sum fara at spæla. Marius, Frændur og Showmenn mynda tann føroyska partin av kvøldinum, men ongin ivi er um, at høvuðsnavnið kemur úr Danmark. Og tað er ongin minnið enn "stodder #1" – Jokeren. Konsert Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Hvor du fra? Jokeren er ein sonn dreing­ja­ reyv á danska tón­ leika­pall­in­ um. Hann er ein "tuff-guy", sum er komin til pengar, og hann dugur at brúka teir. Dýrir bilar, vøk­ur klæði og sjamp anja eru ein natúrligur partur av hip hop sjangruni, og Joker­en er onki undantak. Tað er "bling-bling" fyri allar peng­ar­nar. Men tað sum hann dug­ ur allarbest er at rapp a. Fyri nøkrum árum síðan hevði hann eitt risa "hit" í norðurlondum. Hvør minn­ ist ikki við sangin "Hvor du fra - Jeg fra Havnen"? Stílurin hjá Jokeren er rættiliga nútímans, og í Danmark verður hann sæddur sum ein av teim­um bestu rapp arunum í land­i­ num. Jokeren eitur í veru­ leika­n­um Jesper Dahl. Joker­en er í løtuni fløgu­ak­ tuell­ur við fløguni "Gigolo Jes­us". Mentanarvika Í oktober mánaða verð­ur aftur skipað fyri Ment­a­n­ar­ viku í Runavíkar komm unu. Vik­an byrjar sunnudagin 22. og endar sunnudagin 29. oktober. Býurin bjóðar upp á list­a­ fram­sýning­ar, tón­ leika­til­tøk, Open by Night, barna­til­tøk, føroyskan dans, fyri­lest­rar og mangt annað. Undir­hald og mentan fyri øll. Í somu viku verður altjóða vinnu­stev­n­an, iðhevur heit­ ið Faroexpo 2006, hild­in í Runavík. Tað er fyri­tøk­an Virkisráðgeving í Salt­ang­ a­rá, sum samskipar vinnu­ stevn­una. Faroexpo verður hild­in í døgunum 24. til 26. okto­ber 2006. Talan er um eina undir­ hald­an­di og spennandi viku hjá bæði almenninginum og hjá teimum fyritøkum, ið luttaka á vinnustevnuni. Ein rættur blandingur av ment­ a­n­ar­lig­um undirhaldi og fakligum innihaldi, stend­ur at lesa á www.runa­vik.fo . Hetta er ein stevna sum hev­ur við vinnu at gera, men við konsertini verður roynt at samantvinna vinnu og mentan. Rannvá Troest arb­eið­ir í Kunningarstovuni í Runavík, og hon er sum vera man spent upp á stóra til­tak­ið. –Vit hava verið í sam­band við ungdóm in her norð­uri, og hava soleiðis fing­ið at vita, at tað hevði verið­ stuttligt at hoyrt Joker­en. Tískil valdu vit at taka ung­ dóm­in upp á orðið, og fáa henda listamann hendan veg­ in, greiður hon frá. Konsertin verður enda­ brest­ur­in á mentanarvikuni, sum verður hildin í Runavík um tað mundið. Í fjør var eis­i­ni ein stór konsert. Tá spældu Lena, TÝR og 200. Men hví velja tey at bjó­ða ein­­um útlendskum lista­man­ ni við í ár? –Vit vilja gjarna gera okkurt øðrvísi í ár. Um tað riggar væl, fara vit at aftur at bjóða einum útlendskum bólki við næsta ár, sigur Rannvá við Sosialin. Stór Føroysk nøvn Men tað er ikki bara Joke­ r­en, sum verður at hoyra. Før­oy­s­ki GBOB vinnarin frá í fjør, Marius, skal eisini fram­­føra á konsertini. Mari­ us gav út fløguna "The Sky Is Our Home" í summ ar, og henda fløgan hevur fingið eina sera góða mó ttøku. Um­mælini hava næstan bara verið positiv, og sum heild tykist fløgan at vera væl­umtókt. Har­aftur­at verður helst tann besti føroyski bólkurin í­gjøgn­um árini á pallinum tann 28. oktober. Frændur finna saman aftur til hetta spenn­andi kvøld. Ongin før­oy­sk­ur bólkur man hava so nógvar landaplágur í lumm­an­um sum Frændur. Eros, Afrodite, Mítt Land, Mill­um Mussarnar eru bara nøkur av teimum væl­um­tók­ tu løgunum, sum Eyðun, Stein­tór, Rani & Co. hava giv­ið føroyingum. Aftaná konsertina fara Show­menn at spæla til dans. Teir eru ein veruligur super­ bólk­ur. Kim, James, Johan­ n­us og Jens Marni telj­ast millum teir allarbestu tón­ leika­ra­r­nir í landinum, og hetta hoyrist tá ið teir spæla saman. Atgongumerki fást til keyps longu týsdagin kring alt landið. Atgongumerkini kosta kr. 175. Hesin "stoddarin" verður at hoyra í høllini í Runavík Jokeren til Føroyar