Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. oktober 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 198 - 13. oktober 2006 tíðindi Gott hundrað fólk eru í stóra kórinum á sangskeiðnum í ár. Afturat hesum eru umleið 30 børn í barnakórinum. Ásbjørn Berthelsen, kórleiðari, lova eina rimmar konsert leygarkvøldið SANGSKEIÐ Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Aftur í ár er tað aftur­vend­ andi sangskeiðið hjá Heima­ miss­ión­ini í Nesvík. Kórið hev­ur nú vant í eina knappa viku, og sangskeiðið end­ ar við einari konsert í ítróttarhøllini á Eiði leyg­ar­ dag­in klokkan 19. Í ár er Ásbjørn Bert­hel­ sen kórleiðari hjá stóra kór­ in­um. Ásbjørn er ættaður av Strondum. Hann hevur drúgv­ar royndir sum kór­leið­ ari hóast ungur enn. Hann leið­ir eisini kórið VOX. Tað eru mangar familjur, sum eru á sangskeið mest­ sum á hvørjum ári. Sosi­ali parturin liggur ikki eft­ir. Eitt barnakór er eis­ini, og tí liggur væl fyri hjá fam­ il­j­um at fara á sang­skeið í barna­vinarliga um­hvørv­in­ um í Nesvík. - Tað hevur gingið sera væl hesa vikuna. Sang­ar­ ar­nir læra skjótt og væl. Vit eru faktiskt longu klár til konsertina leygardagin, segði Ásbjørn, tá ið Sosi­al­ ur­in møtti upp til venjing í Nes­vík í gjár. - Vit skulu líka verða sam­an­spæld við tón­leik­ar­ar­ n­­ar. Kórið og tónleikararnir hava vant hvør sær, og í dag er fyrsti dagur, at vit hava vant saman. Annars fer restina av tíðini til at fín­ pussa, sigur Ásbjørn. Høgur miðalaldur Miðalaldurin í ár er lægri enn vanligt. Ásbjørn dugir ikki ordiliga at siga, hvør orsøkin er til tess. - Tað eru sera nógv ung. Ser­liga eru tað nógv, sum akku­r­át hava aldur at vera við í stóra kórinum. Tað er óheppið, at tað ikki er eitt javnt býti millum ald­ur­ s­bólk­­ar­nar, sigur hann, men hann dugir ikki at siga, hví tey eldru halda seg aftur at koma. Sang­skeiðið er eitt stórt til­tak, og Ásbjørn er sera err­in av at sleppa at vera kór­leið­ari. - Eg havi altíð verið til sang­skeið. Pápi mín sat í sang­nevndini, sum skipar fyri sangskeiðnum. Í mín­ um hugaheimi hevur sang­ skeið­ið altíð verið tað stør­ sta tiltakið í landinum inn­ an kór, og tí er tað eisini sera stórt, at eg nú sleppi at leiða kórið. Eg segði nei fyri trimum árum síðani, tá ið eg eisini varð spurdur, tí at tá kendi eg meg ikki klár­ an. Men eg havi ment meg nógv síðani tá, og hetta hevur verið eitt sera gott upplivilsi og læruríkt higar­ til, sigur Ásbjørn. Tað hevur gingið væl und­ ir venjingunum, og Ásbjørn lov­ar eina rimmar konsert leyg­ar­kvøld­ið. Trúfastur luttakari Hanna Petersen hevur verið á sangskeið mestsum hvørja ferð síðani tað byrjaði í 1978. Tað er kanska fýra ferðir at sangskeið hevur verið, har ið Hanna Petersen ikki var ímillum luttakararnar. - Mær dámar sera væl at vera á sangskeið. Her er góður felagsskapur, og vit læra nýggjar sangir, sigur hon. Hanna fegnast um, at nógv ung koma á sangskeið. - Tað er deiligt at síggja nógv ung. Tað mangla kanska nøkur í mínum aldri, men tað er so nógv at fara til. Tann ungi føroyski kórleiðarin, Ásbjørn Berthelsen, klárar seg væl. Hann hevur dugað væl at valt góðar fjølbroyttar sangir. Summir eru lívligir, meðan aðrir eru róligir. Soleiðis raka vit allar aldursbólkar, sigur Hanna at enda. - heinik - Gott upplivilsi Andrias Magnussen av Toftum er á sangskeið fyri fyrstu ferð. Spurdur um, hví hann fer á sangskeið, svarar hann: - Fyri tað fyrsta eri eg uppvaksin innan Heimamissiónina, og tí komi eg til nógv tiltøk hjá Heimamissiónini. Annars dámar mær væl at syngja, og hetta er eitt gott høvi at læra meira, nú vit syngja í eina heila viku. Andrias hevur lært nógv hesa vikuna. Honum dámar eisini væl felagsskapin á sangskeiðnum. - Vit hava tað gott saman her. Ásbjørn, kórleiðarin, hevur lært okkum nýggjar sangteknikkir. Hann leggur stóran dent á, hvussu vit standa, og at vit fara tíðliga í song. Hann sigur, at tað er rættiliga vanligt, at nógv missa røddina hósdagin ella fríggjadagin, tí at tey gloyma at hvíla røddina, sigur Andrias. Hann sigur, at tey eru spent til konsertina leygarkvøldið. - heinik Kórleiðarin: Sangskeiðskórið klárt til eina rimmarkonsert Sangskeiðskórið í fullari ferð við at venja. Kórleiðarin, Ásbjørn Bethelsen, stendur frammanfyri kórinum. Konsertin verður leygarkvøldið klokkan 19 í ítróttarhøllini á Eiði Klokkan 9 í morgun varð boðið til tíðindafund í hølunum hjá Tryggingarfelag Føroya, har ið sangleikurin FAME varð eksponeraður SANGLEIKUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Avtalan um stuðul frá Trygg­ing­ar­felag Føroya varð undirskrivað fyrst. Jákup Weyhe greiddi frá brot­um úr leikinum, og í­mill­um sungu næmingarnir nak­r­ar sangir. Har vóru nak­r­ar framúrskarandi solo­fram­førsl­ur frá ungu studentunum. Tað var av sonnum ein góð smakki­ roynd, sum hevur einum hug at fara at hyggja at leik­in­um í fullari longd í Norð­ur­landa­húsinum. Sigrið Sivertsen hevur vant leikararnar í sangi. Hon er væl nøgd við úrslitið, og hon lovar, at tey vera enn betri til framførsluna. - Tað hevur verið nógv arb­eiði at venja sang við teim­um. Men tey hava øll ment seg sera nógv. Tann eini, sum sang solo í dag, hev­ur ongantíð sungið fyrr, so tað er rættiliga flott, sig­ ur Sigrið. Góð smakkiroynd av sang­leik­inum FAME Tíðindafundurin beyð millum annað uppá eina "solodebut" frá Terja Djurhuus. Øll vóru samd um, at tað ljóðaði sera væl hjá honum. - Eg havi einans sungið udnir brúsuni áðrenn, sigur hann SANGLEIKUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ein av leikarunum í sangleikinum FAME er Terji Djurhus úr Kollafirði. Hann gongur í 3. Ð í Hoydølum. Hann sang solo á tíðindafundinum í morgun. Øll á staðnum vóru samd um, at tað ljóðaði sera væl hjá honum. Men Terji er ikki nakar royndur sangari. - Hetta er fyrstu ferð at eg havi sungið alment. Annars havi eg altíð verið ein skápssyngjari. Eg havi sungið undir brúsuni, men hetta var eitt stórt stig fyri meg. Terji mátti bróta nøkur mørk, tá ið hann trakaði fram í dag. - Eg havi sera nógvar nervar. Eg hevði sum sagt ongantíð sungið alment fyrr. Eg havi lært nógv av undirvísingini hjá Sigrið, og vónandi fari at menna meg enn meira, sigur Terji. - Hann útihýsir ikki, at hann fer at gera meira við sangin í framtíðini. - Eg havi fingið betri sjálvsálit av hesum. Tað kann vera, at eg fari at gera meira við sang í framtíðini. Eg útihýsi tí ikki, sigur Terji at enda. Bara sungið undir brúsuni Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, stendur frammanfyri nakrar av leikarunum í FAME Mynd: Heini S. Kristiansen Terji Djurhuus framførir fyri fyrstu ferð alment. Tað ljóðaði sera væl hjá honum. - Hetta kravdi, at eg breyt nøkur mørk, sigur hann Mynd: Heini S. Kristiansen