fríggjadagur 13. oktober 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 13. oktober 2006
7
tíðindi
Í ár vann kendi
turkiski høvundin,
Orhan Pamuk,
Bókmentavirðisløn
Nobels. Heimsins
kendasta bókmenta
virðisløn er ofta
spádd at fara til hann
fyrr ella seinni. Hann
hevur verið í uppskoti
fyrr til Nobelvirðis
lønina
Nobelvirðisløn
Kim Simonsen
Seinasta skaldsøgan hjá
Pamuk var bókin “Kar” (á
donskum “Sne”) frá 2002
(donsk utgáva frá 2006).
Her er evni serliga tvístøðan
millum
islamismu
og
vesturlenskan modernitet í
Turkalandi í dag. Hon er
um útlegd, eksil og um tap
av samleika.
Í 2005 kom so “Istanbul
– Memories of a City”, ið
er partvíst endurminningar
og essays.
Ein modernaður
turkiskur høvundi
Pamuk hevur eina serliga
støðu, sum ein av teim
fremstu og mest modern
aðu vesturlensku turkisku
intellektuellu, ið m. a. hava
talað at turkiska drápinum
av armenarum. Pamuk er
bæði elskaður og nógv lisin
í Vesturevropa.
Við hesum kemur Pam
uk, við í fína felagið, har
Harold Pinter seinasta kom
við (2005), Elfriede Jelinek
(2004), J.M. Coetzee (2003),
Imre Kertész (2002), V.S.
Naipaul (2001), Gao Xing
jian (2000), Günter Grass
(1999), José Saramago
(1998), Dario Fo (1997) og
onnur.
Annars var sýriski yrkj
arin Adonis, ella Ali Ahm
ad Said, ein sum nógv
roknaðu fór at fáa virðis
lønina í ár.
Adonis er ein av teim
bestu yrkjarunum eg havi
lisið. Eri vísir í at hann fær
hesa virðisløn skjótt.
Ein kontroversiellur
skribentur
Herfyri fekk Pamuk Frið
arvirðislønina hjá Týsku
Bókamessuni. Hann nýtti
høvið at tosa um at Turka
land skal við í ES. Til
Politiken tók hann m.a. til:
”Vit vita øll, hvussu
nógvur stoltleiki og tá fólk
eru ov stolt, tá er altíð ein
skuggi av skomm og eyð
mýking av øðrum. Tá onk
ur kennir seg djúpt eyð
mýktan, kunnu vit vænta at
síggja eina nationalismu
vaksa fram. Tá turkarar
hoyra seg sjálvar umtalaðar
í fordømandi vendingum,
verða teir enn einaferð
mintir um, at teir standa og
banka á eina hurð og bíða
eftir at onkur lovar teimum
inn. Teir kenna seg sjálv
andi ikki vælkomnar. So
løgi sum tað ljóðar, so hev
ur útbreiðslan av anti
turkiskum kenslum skapt
eina grovan nationalistiskan
bakstoyt í Turkalandi”.
Pamuk er ein djarvur
høvundi og intellektuellur,
tí hann hevur verið í vanda
fyri at kunna fáa upp til trý
ára fongsul, fyri at hava
tosað um armenarnar.
Vit hava í Vesturheimi
num langan sið fyri at
finnast at samfelagnum og
religión, hetta er ikki so
við islam, her er Pamuk
helst eitt dømi um ein sum
nærum varð revsaður fyri
síni orð.
Problemið við Pamuk,
ella við viðurskiftinum hjá
Pamuk við heimlandið
Turkaland, er at landið ikki
enn vil viðurkenna atfinn
ingar og fongslar intel
lektuell, ið ikki lovar gott
fyri eitt komandi limaskap
í ES. Enn eru fá muslimsk
lond, har tað er ein farbarur
millumvegur millum Mu
hammed og modernitet.
Samanrenning
av mentanum
Orhan Pamuk, kann nú
endeliga fara heim við
Bókmentavirðisløn Nobels.
Í grundgevingini sigur
nevndin m.a., at: ”Hann í
leitanini eftir melankolsku
sálini í síni føðibýi hevur
uppliva nýggj symbol fyri
samanbrestin og saman
renningina millum ment
anir”.
54 ára gamli Pamuk er
hin best dámdi turkiski
høvundin uttan fyri Turka
land. Í heimlandinum er
hann, sum nevnt, sera illa
dámdur mangan.
Ein serlig øði kom at
raka hann, tá hann við eitt
blað segði, at fólkadrápið á
armenarnar
kostaði
1.
millión fólkum lívið. Eisini
vóru yvir 30.000 kurdarar
dripnir í 1915. Hetta skapti
eitt øgiligt rok í Turkalandi.
Pamuk varð ákædur fyri at
vera ein landasvíkjari og
fyri at hava sært turkiska
samleikan.
Politiken veit at siga, at
Pamuk er so illa dámdur í
Turkalandi, at ein kanning
vísti, at hann hevði fýra
ferð so nógv mótstøðufólk
enn viðhaldsfólk.
Í 2005 varð Pamuk noydd
ur at flýggja av landinum,
tí hann var sera álvarsliga
hóttur. Hetta var eftir at
hann hevði haft kendu
samrøðuna við eitt blað frá
Sveits. Hann kom aftur
seinni í 2005, tá hann
skuldi verja seg móti ákær
unum móti honum. Hann
segði sjálvur tá, at hann
vildi verja tælufrælsið, ið
er einasti møguleikin hja
Turkalandi at sóna seg við
søguna, tí tað sum hendi
við ottomansku armeniar
unum frá 1915-1917 er
nakað, ið turkiska tjóðin
hevur fjalt, men vit eiga at
kunna tosa um fortíðina”.
Turkiskur
minnispolitikkur
Turkaland er eitt av teim
mest nationalistisku lond
unum vit kunnu hugsa
okkum. Har valdar ein ser
liga strangur minnispoli
tikkur og ein sterkur sam
leikapolitikkur, ið Pamuk
hevur gjørt av at tala at.
Hann sigur t.d.: ”30.000
kurdarar hjá okkum eru
dripnir og ein millión ar
menarar og eingin torir at
siga tað”.
Tað var ikki fyrr enn
Turkaland varð hart átala
av ES, at landið uppgav
ákæruna móti Pamuk fyri
landasvík.
Tað
áhugaverda
við
minnispolitikki sum hes
um, er at minni kann brúk
ast til at finnast at, lasta
ella skemma, men eisini til
at legitimera ein serligan
almennan samleika. Felags
minni er við til at skapa
samleikar, her hevur minni,
serliga goymd minni og
traumatisk minni ein ser
ligan leiklut. Vit kunnu
síggja
intellektuell
og
høvundar loypa a lond, ið
ikki vilja minnast okkurt,
tí tað er skaðiligt fyri teirra
samleikapolitikk og hin
vegin lond, har fólk gera
alt fyri at minnst at tey
vóru pínd og myrd, um
hetta so var fyri 700 árum
síðani. Í minnispolitikki
spæla løstir og trauma ein
sera virkna lut. Søga, ella
rættari, minni verður brúkt
til at legitimera rørslur og
vald í nútíðini. Og tey sum
siga hesum ímóti, fáa
harðar ábreiðslur og sum
við Pamuk, verða hesi
harðliga forfylgd.
Stuðlaður av
heiminum
Í Turkalandi er nógv sum
halda, at Pamuk serliga
fekk áhuga fyri kurdiska
probleminum og fyri arme
narunum, eftir at enski
sjónleikahøvundin Harold
Pinter fekk Bókmentavirð
isløn Nobels í 2005, men
hetta eru sjálvandi giting
ar.
Stuðulin var øgiligur frá
umheiminum. Hann fekk
stuðul frá ES. Annesti Int
ernational, PEN America
Center, United Nations
International Covenant on
Civil and Political Rights
og European Convention
on Human Rights. Í 2005
skrivaði høvundar sum
José Saramago, Gabriel
Garcia Márquez, Günter
Grass, Umberto Eco, Car
los Fuentes, Juan Goytisolo,
John Updike og Mario
Vargas Llosa honum eina
yvirlýsing, har teir vildu
verja hann móti ákærum.
Nevndin sum hevur givið
Pamuk Bókmentavirðisløn
Nobels, sigur, at Orhan Pa
muk fekk altjóða gjøg
numbrot við skaldsøguni
”Det hvide slot”, ið er ein
søguliga skaldsøga um
forholdið millum ein træl
frá Venedig og ein ungan
skúladrong, sum keypir
hann.
Nevndin sigur eisini, at
Pamuk spælir við hvussu
persónmenskan og dubl
ettir, tema og annað kemur
fram í bókini ”Den sorte
bog” frá 1996, har høvuðs
persónurin leitar kring
Istanbul fyri at finna konu
na og hennar hálvbróðir,
sum
høvuðspersónurin
seinni skiftir samleika við.
Pamuk arbeiðir við sam
anbestinum millum fortíð
og nútíð, eystur og vestur,
islam og sekulera sam
felagið.
Við virðislønini fær Pam
uk 10. milliónir svenskar
krónur.
Keldur:
Orhan Pamuk »Min vision for
Europa«, kronikk í Politiken, 30.
oktober. 2005. DR2
Nobelvirðslønin
til turkiska Orhan
Pamuk
Kendi turkiski høvundin,
Orhan Pamuk, vann í ár
Bókmentavirðisløn Nobels.