fríggjadagur 13. oktober 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 198 - 13. oktober 2006
tíðindi
Tað er líka trygt at
flúgva við einum
flogfari frá British
Aerospace sum við
øðrum flogførum,
sigur kunningarstjóri
hjá Statens Luftfarts
vælsen, við Sosialin
Flogvanlukka
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
- Flogførini hjá Atlantsflogi
eru góðkend av Statens Luft
fartsvæsen sambært dons
kum og altjóða reglum, og
tey lúka øll krøv. Flogførini
hjá British Aerospace eru
líka trygg at flúgva við sum
onnur flogfør, sigur Torbjørn
Ancker, kunningarstjóri hjá
Statens
Luftfartsvælsen,
við Sosialin.
Torbjørn Ancker vísir á,
at trygdarreglurnar í sam
bandi við flogfør eru sera
umfatandi. Tá ein verk
smiðja fer undir at byggja
eitt flogfar, verður alt til
farið, stórt sum smátt, kann
að út í æsir til tess at fáa
staðfest, at hvør einasti
lutur lýkur altjóða reglurnar
á økinum. Tá flogfarið er
liðugt, verður tað kannað
og roynt, og harafturat
verður tað skoðað. Lýkur
tað allar treytir, fær tað
skrásetingarnummar. Sam
stundis verður avgjørt,
hvussu ofta flogfarið skal
til eftirlit, og at allar umvæl
ingar skulu gerast á góð
kendum verkstaði.
Torbjørn Ancker sigur,
at øll flogførini hjá Atlants
flogi lúka allar ásettar
treytir og hava verið til tær
eftirlitskanningar, sum eru
álagdar felagnum. Allar
umvælingar eru eisini gjørd
ar á góðkendum verkstaði.
Hagtøl siga einki
Í sambandi við vanlukkuna
fyrr í vikuni hava summir
fjølmiðlar víst á, at van
lukkan á Stord er ikki tann
fyrsta hjá einum flogfari
frá British Aerospace, og at
talið á vanlukkum er stórt
samanborið við, hvussu
mong flogfør av hesum
slagnum eru í flúgving.
Torbjørn Ancker sigur,
at tað ber ikki til at brúka
talið á vanlukkum til at
staðfesta, at eitt ávíst slag
av flogførum er ótrygt at
flúgva við.
- Frá 1962 til 2000 hendi
ikki ein einasta vanlukka við
teimum kendu Concorde-
flogførunum, og tí varð
ofta sagt, at Concorde var
tað tryggasta flogfarið í
heiminum. Men í 2000 datt
eitt Concorde-flogfar niður
í París, og skuldu vit tá
samanborið vanlukkutalið
við talið á flogførum av
hesum slagnum, gjørdist
Concorde
brádliga
tað
ótryggasta
flogfarið
at
flúgva við, men soleiðis
kunnu vit sjálvandi ikki
gera tað upp, sigur Torbjørn
Ancker.
Umstøðurnar
Tað avgerandi er, hvussu
nógv flogførini flúgva,
hvussu ofta tey flúgva,
og ikki minst hvar tey
flúgva,
sigur
Torbørn
Ancker. Kunningarstjórin
hjá Statens Luftfartsvæsen
ásannar, at vandin fyri
óhappum og vanlukkum
er sjálvandi størstur, har
umstøðurnar eru verri enn
aðrastaðni. Eitt nú hevur
tað týdning, hvussu langar
lendingarbreytirnar eru, og
hvussu veðurlíkindini eru.
- Vit kunnu siga, at vand
in er lutfalsliga størri í
eitt nú Grønlandi, Norður
noregi og Føroyum, tí har
kunnu vindur, vatn og
ísur ávirka trygdina, sigur
Torbjørn Ancker og vísir
í hesum sambandi á, at
skandinaviska flogfelagið
SAS hevur næstan bara
havt óhapp og vanlukkur á
innanríkisrutunum í Noregi
og Svøríki, har umstøðurnar
kunnu líkjast teimum í
Norðurnoregi, Føroyum og
Grønlandi.
- Her hava British Aero
space-flogførini tann fyri
mun, at tey kunnu lenda
á stuttum vallum, leggur
kunningarstjórin hjá Statens
Luftfartsvæsen afturat.
British Aerospace 146-200
líka trygt sum onnur flogfør
Hvassorðað orðaskifti
hevur tikið seg
upp í norskum
bløðum, eftir at ein
fakfelagsformaðurin
hjá oljuarbeiðs
monnum ákærdi
oljufeløgini fyri
at ganga uppá
kompromis við
trygdini, tá tey nýta
”billigfly”, sum hann
segði.
Flogvanlukka
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í norska blaðnum VG var
í gjár ein samrøða við fak
felagsformannin í lima
felagnum Safe, Terje Nustad.
Hann segði, at flogfarið
hjá Atlantic er óegnað til
ferðafólkaflutning, og at
oljuvinnan ikki raðfestir
trygdina nóg høgt, tá tey
velja bílig flogfør, sum eru
rakt av nógvum óhappum.
Eisini vildi hann vera við, at
norskir oljuarbeiðarar óttast
fyri, at fleiri álvarsligar
vanlukkur verða, og at
teir krevja, at oljufeløgini
gevast at nýta ”billigfly”,
sum hann tekur til.
Ger sær dælt
Í blaðnum í dag tekur
høvuðsálitismaðurin í Aker
Kværner, Atle Teigland,
málið upp og hann ákærir,
Terje Nustad, fyri at gera sær
dælt av flogvanlukkuni.
- Um Nystad hevur havt
illgruna um at trygdin ikki
var í lagi, so kundi hann
komið við teimum fyrr, tað
hevði verið meira virðiligt.
Men í hesum førinum ger
hann sær bara dælt av
støðuni og melur sína egnu
køku, sigur Teigland, sum
vísir á, at tey hava sera
fáar limir hjá fakfelagnum
Safe.
Sambært Teigland hevur
ongantíð verið talan um
veruligan ótta fyri trygdini
millum starvsfólkini hjá
Aker Kværner.
- Vit vita, at nógv fólk
eru bangin fyri at flúgva.
Og vit flúgva av og á undir
vánaligum umstøðum, sigur
Teigland.
Hava álit
Til spurningin um kreppu
fundin, sum var á Orminum
Langa mánadagin, sigur Teig
lend, at evnið á fundinum
var ikki flogtrygdin sum
so, men at prátað varð
um ymiskt í samband við
flogtænastuna. Og hann
sigur víðari, at álitisfólkini
hjá Aker Kværner høvdu
noktað fyri at starvsfólkini
skuldu flúgva, um illgruni
var um trygdina hjá At
lantic.
- Vit álitisfólk, stjórar og
verkætlanarleiðarar nýta
øll flogfarið, og tað sigur
somikið sum, at vit hava
álit á trygdini, sigur hann
við VG.
Billigfly ella ikki
Kanna um
eitrandi gass
kom inn í
stýrihúsið
Flogskiparin
varð í gjárkvøldið
avhoyrdur fyri aðru
ferð
Flogvanlukka
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Umboð fyri norsku skaða
nevndina vóru aftur í
gjárkvøldið á sjúkrahús
inum á Stord og tosaðu
við flogskiparan á van
lukkuflogfarinum. Hetta
er aðru ferð, at hann er
avhoyrdur.
Birger Andreas Bull
hjá skaðanevndini sigur
við Bergens Tidende, at
frágreiðingin hjá tí 34 ára
gamla flogskiparanum
kann vera heilt avgerandi
fyri at fáa staðfest, hvat
hendi, tá flogfarið hjá
Atlantsflogi fór útav.
Birger Andreas Bull
upplýsir eisini, at sjúkra
húsini hava tikið blóð
royndir av øllum, sum
vóru í flogfarinum. Blóð
ið skal nú kannast fyri at
fáa staðfest, um eitrandi
gass frá motorunum
lak inn í stýrihúsið. Tað
hevur verið frammi fyrr,
at flogskiparar á flog
førum av hesum slag
num hava kært seg um
svimbul.
Ferðskrivarin og upp
tøkutólið í flogfarin
um hava fingið skaða
undir vanlukkuni, men
upptøkutólið er sent til
USA fyri at vita, hvat
kann fáast burtur úr tí.
Ferðskrivarin skrásetir
upplýsingar um, hvussu
høgt uppi flogfarið flýg
ur, hvar tað er statt,
hvørja kós tað hevur, og
hvussu skjótt tað flýgur.
Upptøkutólið skrásetir
alt samskiftið millum
flogskipararnar og mill
um flogfarið og eftirlits
tornið.
Torbjørn Ancker sigur, at øll flogførini hjá Atlantsflogi lúka allar ásettar treytir og hava verið til
tær eftirlitskanningar, sum eru álagdar felagnum