Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. oktober 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 13. oktober 2006 5 tíðindi - Eg eri bæði skakaður og keddur av, at nakar buk­ar ella jagstrar tey homoseksuellu. Tað er forkastiligt, og tað hoyrir ong­a­ staðni heima. Held­ur ikki eftir orði Guds, sigur Jónfinn Ol­sen, sum fyrr var pol­it­iskt aktivur í Mið­flokk­i­ num Samkynd Ella Larsen ella@sosialurin.fo Jónfinn Olsen úr Miðvági hev­ur sitið í stjórnini í Mið­ flokk­i­num og hevur eisini ver­ið uppstillaður fyri flokk­ in. Hann hevur fleiri ferðir umboðað Miðflokkin til kjak um tey samkyndu. Í dag er hann ikki politiskt virk­in, men hevur játtað at gera eina samrøðu, tí hann var skakaður av at hoyra um tann unga mannin, sum var bukaður, tí hann var samkyndur. - Vit eru øll menniskju, heteroseksuell ella hom­o­ seks­uell, hinduar ella mus­ li­m­ar, og fólk av øllum ras­um. Vit eru øll skapt í Guds mynd. Eingin munur er á okkum, sigur Jónfinn Olsen - Vit skulu ikki for­døma, men øll skulu taka av­leið­ing­ ar­nar av sín­um egnu gerð­ um. Sum trúgvandi mugu vit duga at fyrigeva. Um vit ikki duga at fyrigeva, kann Gud heldur ikki fyrigeva okkum. - Eg haldi, at vit áttu at sýnt virðing fyri hvørjum øðrum frá báðum síðum. Sjálvt um vit ikki góðtaka alt, so eiga vit at virða hvønn annan. Bíblian sigur, at alt er loyviligt, men ikki alt er gagnligt, greiðir hann frá. - Vit eiga at elska øll, tí Gud ger ikki mannamun. Vit eiga at elska tann hom­o­ seks­uella. Vit hava øll sama virði í Guds eygum. Men tað, sum vit velja, koma vit eisini at gjalda fyri tann dag, tá tíðin er komin. Tá er tað, at Guds orð kemur inn og sigur, at vit kunnu velja Kristus ella lata vera. - Mín uppfatan er, at tey hom­oseksuellu eru einki ­øðr­vísi enn vit, sum eru heteroseksuell, ella øvugt, sig­ur Jónfinn Olsen at enda. Eiga at elska tey samkyndu - Vit skulu ikki fordøma, men øll skulu taka avleiðingarnar av sínum egnu gerðum, sigur Jónfinn Olsen Atlantsflog er í ein­ um óndum sirkli í løt­uni. Tað kunnu øll skjótt koma ásamt um, og nú er enn eitt ó­happ komið undan kavi. Flogfarið sum fleyg landsliðið til Frak­lands skuldi til eina tekniska gjøgn­­um­­gongd, men kleyv­ar­skapur frá Swisss Air hevði við sær, at næsahjólið á flogfarinum bognaði, so flogfarið nú er úti í 5 vikur FLOGÓHAPP Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Óhappini tykjast ongan enda at taka hjá Atlantsflog. Flaps­ir, trygdarlendingar, ein lúka sum ikki vil aftur og so ein flogvanlukka. Hetta átti at verið nóg mik­ ið, men nú er so enn eitt ó­happ komið undan kavi. Eitt óhapp, sum Atlantsflog als ikki eigur nakra sum helst orsøk í. Men teir eiga flogfarið, sum í Basel fekk boygt stellið kring næsa­ hjólið, og tí ikki flýgur aftur næstu fimm vikurnar. Óndur sirkul Flogfarið fleyg fót­bólt­s­lands­ lið­ið til Fraklands, og har var ein teknisk gjøgnumgongd av flogfarinum planløgd. Hes­um skuldi Swiss Air taka sær av, og menn frá teimum fóru eisini undir at gera hetta arbeiðið. Teir komu tó ikki langt, tí kleyvarskapur frá teirra síðu hevði við sær, at næsahjólið bognaði og alt stellið kring hjólið tí má skiftast. – Flogfarið skuldi flyt­ ast inn í hangarin, og ein trukkur ger fast um næs­a­ hjól­ið soleiðis at hann kann toga flogfarið inn. Men tey frá Swiss Air gloyma at loysa bremsurnar, og tí bognar stellið kring hjólið og strukturin rundan um fær skaða, greiðir nevnd­ar­ for­maðurin hjá Atlantsflog, Kristian Andreassen, frá um ó­happ­ið, sum eisini sigur, at tað ljóðar sum reinur kleyv­ ar­skap­ur frá Swiss Air, at hetta hendi. – Hetta er ein umfatandi umvæling tí alt kring næs­ a­hjólið skal skiftast út, og tað kann skjótt taka fimm vikur, sigur Kristian Andreassen, sum ásannar, at hatta bert er ein partur av tí røð av óhappum, sum raka Atlantic Airways í løt­ uni. Gott samstarv við Swiss Air Kristian Andreassen vísir ann­ars á, at Atlantic Airways hev­ur eitt sera gott samstarv við Swiss Air. – Vit hava eitt ógvuliga gott samstarv við Swiss Air og tað er als ikki óvanligt, at teir gera uppgávur fyri okkum. – Vit keyptu eisini eitt flogfar frá teimum í fjør. Okkara RJ100 er eitt flog­ far, ið teir hava átt, sigur Kristian Andreassen, sum leggur eina við, at onki fólk hjá Atlantsflog var hjá, tá óhappið fór fram. – Hetta er bara ein partur av teimum óhapp­um, sum raka okkum í løtuni, sigur Kristian Andreassen, nevndarformaður í Atlantic Airways. Óhappini hjá Atlants­ flog halda áfram Soleiðis sá næsahjólið út fyri 14 árum síðani, tá eitt flogfar hjá Atlantic Airways fór út av breytini í Vágum savnsmynd seyðasøla Í morgin, leygardagin 14. oktober kl. 14:00, skipar Róðr­arfelagið Knørr­ur fyri góðari seyðasølu í neysti felagsins á Skál­a­ trøð. Sølan verður skipað á ymsan hátt, bæði við vanligum upprópi og við nýggjum ísletti úr Meksiko, har ein kann gera kvettið og fáa 1 seyð fyri 1 krónu. Seyðurin verður sjálvandi flettur fyri fólk, um tey ynskja tað. Øll er hjartaliga væl­ kom­in. Allur peningurin fer til virksemið hjá Seyðasøla á Skálatrøð