fríggjadagur 13. oktober 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 198 - 13. oktober 2006
THOMAS HØILAND AUKTIONER A/S
Muslingevej 40 · DK-8250 Egå
Tlf. +45 86129350 · +45 40324711 · +45 21272198
www.thauctions.com · e-mail: tr@thauctions.com
FRIMÆRKER OG MØNTER SØGES!
Gratis vurdering i Tórshavn på Hotel Föroyar.
Onsdag d. 18. okt. kl. 15-19 samt torsdag d. 19. okt. kl. 13-14
Til vore kommende auktioner søges gl. breve til og
fra Færøerne, gl. postkort, fragtbreve og alle former
for frimærkesamlinger samt mønter, medaljer,
pengesedler og øvrige gamle betalingsmidler.
Medbring Deres
samlinger til en gratis og
uforpligtende vurdering.
Vi køber også kontant!
Der vil ligeledes være mulighed for vurdering i Deres hjem efter forudgående
aftale. Kontakt evt. vor lokale repræsentant Thorolf Björklund på tlf. 313631
for yderligere information eller vort kontor i Danmark.
Suðuroyingar Í Havn
Leygardagin skipar ein 7.
flokkur í Vági fyri áhuga-
verdum marknaðardegi í
Losjuni í Havn, har tað er
uppí eina bingju av lutum
av øllum møguligum slagi
at síggja. Har verður bæði
nýtt og gott gamalt at fáa.
Torgerð Suðuroy luttekur
og er møguleiki at ogna
sær nýtt og gamalt antikk,
innbúgv, prýðis- og brúks-
lutir.
Flokkurin savnar pening
til námsferð og tiltakið er
opið frá klokkan 10 til 16.
Fríðka spælipláss í Vági
Leygardagin ætla
sjálvboðin at fríðka
spæliplássið í Lágabø
SPÆL
dagfinn@sosialurin.fo
Leygarmorgunin klokkan
10 fara sjálvboðin undir at
fríðka spælplássið í Lágabø
í Vági. Stigtakararnir vóna,
at so nógv sum møguligt
taka undir við tiltakinum
og geva eina hjálpandi
hond. Ætlanin er, at spæli-
plássið aftur skal koma til
heiður og æru, eftir at tað
ongan góðan hevur havt
eina tíð.
Tónleikaríkt vikuskifti
sunnanfjørðs
Í Suðuroynni nytist ongum
at keða seg um vikuskiftið.
Á Pubbini hjá Thomsen
fara Neil, Hjalmar og Dag-
finn at spæla fríggjakvøld-
ið og leygarkvøldið. Kendi
tvørabólkurin Revival fer á
pall í TB-húsinum leyg-
arkvøldið við sínum væl-
umtóktu pallframførslu og
í Stóra Pakkhúsi í Vági
skipar Trond Nolsøe fyri
countrykvøldi leygar kvøld-
ið.
Vígdis slapp víðari til beinleiðis umførini
Føroyska dansikvinnan
Víg dis Hentze Olsen dans-
aði seg hóskvøldið víðari í
kappingini um at gerast
besti dansari í Danmark, í
sendingini Kan Du Danse?
á donsku sjónvarpsrásini
Kanal 5.
Í fimtu sendingini av
Kan Du Danse? sóu vit
seinasta dagin av dansi-
verkstaðnum, og teir sekst-
an luttakararnir, ið fara
víðari til beinleiðis send-
ingarnar, ið byrja næstu
viku skuldu finnast.
Aftur í dag kláraði Víg-
dis seg sera væl, og dóms-
nevndin var ikki í iva
– Vígdis tú ert ein fan-
tastiskur dansari, tú fært
alt at flóta saman í eina
undurfulla eind. So sjálv-
andi er tú komin víðari, og
tað gleða vit okkum at
síggja, segði dómsnevndin.
Komandi hóskvøld er
fyrsta beinleiðis sendingin,
og tá skulu luttakararnir
royna ein nýggjan dansistíl
hvørja viku við nýggjum
partnara. Her kunnu danir
og føroyingar, ið síggja
Kanal 5 fylgja við, hvussu
tað gongst hjá Vígdis.
nud
– Vígdis tú ert ein fan-
tastiskur dansari, tú fært
alt at flóta saman í eina
undurfulla eind. So sjálv andi
er tú komin víðari, og tað
gleða vit okkum at síggja,
segði dómsnevndin.
Veðrið um vikuskiftið
Lýtt um vikuskiftið,
kaldari í næstu viku.
VEÐRIÐ
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Petur Skeel, veðurmaður,
sigur at tað verður lýtt um
vikuskiftið, mest ælaveður,
men tó onkur sólglotti.
Hitin fer at liggja millum 9
og 13 stig.
Mánadagin klárnar nak-
að upp og sum heild verður
kaldari í næstu viku. Onk-
ur sólglotti verður og hitin
fer at liggja millum 5 og 9
stig.