fríggjadagur 13. oktober 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 13. oktober 2006
26 vikuskifti
Viðtal
Carl Jóhan Jensen
Myndir: Martin Sirkovsky
Hví hesin leikurin varð valdur?
Eg haldi, tað hevur leingi verið
í umbúna at taka eitt meira
krevjandi leikverk á skránna hjá
Sjónleikarhúsinum aftur. Tað
hava vit ikki havt í nøkur ár. Og
so kom Gulla Øregaard við
hesum hugskotinum um Piaf.
Tað er sjálvandi ikki bara sum
at siga tað, at fáa eitt sovorðið
leikverk á pall, tað er ógvuliga
krevjandi, men vit hava so hildið
okkum til allíkavæl.
Blaðm.: Tað er sangurin, kann
eg ætla, sum fyrst og fremst er
krevjandi?
Tað sum serliga er strævið,
má eg siga fyri mín part, er
at sýningin alla tíðina skiftir
millum sang og leik. Tað krevur
nógv av røddini, tí tøkniliga sæð,
brúkar tú røddina heilt ymiskt í
sangi og leiki. Sjálv havi eg ikki
lært at syngja, onga formliga
upplæring, meini eg, men havi tó
fingið sangtøkniliga vegleiðing
frá kønum fólki, nú meðan vit
hava vant. Fólk, sum koma til
sýningina, eiga eisini, haldi
eg, at hava í huga, at her er ein
leikari fingin at syngja og ikki
ein sangari at spæla sjónleik.
Blaðm.:Tað ljóðar næstan sum
tú biður komandi sýningargestir
halda tær laka sangrødd til
góðar?
Nei, dekan fari, nei. Ikki tí eg
eri ikki meiri enn sangari enn so,
men mær dámar væl at syngja
og havi eisini fingist við at
gera sangir og yrkja og soleiðis.
Hinvegin eri eg ikki von við
at brúka røddina so nógv, sum
krevst í hesum samanhanginum,
tað eri eg ikki. Og so er tað hetta
við, at tað er nokkso fitt av teksti,
ið skal dugast eisini. Har hjálpir
kortini, at eg sjálv havi týtt
sangirnar í sýningini. Eg vildi
fegin havt týtt allan tekstin eisini,
tá hevði eg havt alt tilfarið tøkt
í høvdinum frá byrjan. Men tað
varð so ikki. Hans Tórgarð hevur
umsett hann. Ikki tí, teksturin
er væl týddur, haldi eg, liðiligur
og evnar at skapa eina ímynd av
málinum á gøtuni, sum var tað
mál, ið Piaf hevði sín uppruna í.
Blaðm.: Nú spyrji eg kanska
býtt, men er hetta sama
leikverkið, sum hevur verið sett
upp víða um lond, tey seinastu
tjúgu, fimm og tjúgu árini?
Helst eru fleiri leikrit skriva
við evni úr lívinum hjá Piaf. Eg
veit um tvey, ið hvussu er, annað
íslendskt eftir Sigurð Pálsson
og so hetta, ið vit framføra og
sum sagt, er eftir Pam Gems.
Tað varð fyrstu ferð sett upp í
Onglandi seinast í hálvfjersunum
og er sama leikritið um Piaf,
sum Lisbeth Dahl hevði
høvuðsleiklutin tá ið tað varð
spælt í Keypmannhavn fyri skjótt
nógvum árum síðani.
Blaðm.: Men sangurin, er
hann ryggurin í sýningini ella
v.ø.o. er hetta ein hevdbundin
sangleikur?
Ja, hvussu skal eg siga. Eg
haldi verkið er soleiðis helvt um
helvt sangur og leikur. Leikur
og sangur líkasum styðja hvør
annan útí gjøgn.
Blaðm.: Hvussu hevur tú lagt
tína tulking av Piaf upp?
Eg havi lagt dent á at læra
hana at kenna so væl, sum
tað nú einaferð ber til við
støði leiktekstinum og øðrum
heimildum um hana, ævisøgu
hennara t.d.. Eg haldi, eg eri
komin at kenna hana rættuliga
væl, skal eg siga sum er.
Blaðm.: Hvussu er hon so sum
persónur?
Alt kemur beint frá hjartanum
hjá henni. Hon er, sum fólk
tíðum eru, ið hava fingið ein
harðbalnan uppvøkstur. Hon er
skørp, árvakin og beinrakin í
orðum og slakar ikki listarliga
í krøvum sínum hvørki til sín
sjálvs ella onnur.
Blaðm.: Pam Gems, ið hevur
skrivað fleiri leikverk um kendar
kvinnur enn hetta, eitt nú eitt
um Marlene Dietrich, verður
ofta søgd at geva søguevni sínum
eina feministiska vend, er hesin
leikurin eitt dømi um tað?
Nei, ikki sum so. Edith Piaf
er tó, sum eg bendi á í áðni,
tulkað sum ein sterkur persónur
og avgjørt ikki sum ein kvinna,
ið, heilt ella partvíst, livir sítt
lív gjøgnum menn. Hon brúkar
tvørturímóti mannfólk. Sum
hon sigur í einum av sangum
sínum (í føroyskari týðing): Ov
stórt til ein mítt hjartað er/ tí tók
eg kærleika úr allri verð. Hon
brúkar erotikkin ella ástina, sum
hon brúkar alkohol og heilivág.
Kærleikin skal ikki goymast
kalt, sigur hon onkustaðni.
Tað ræður um at hava annan
elskara tøkan, tá ið hin fyrri er
uppbrúktur. Hon livir ógvuliga
heitt kensluliga, bæði í síni
list og sínum persónliga lívi.
Og sveiggini eru stór í tilveru
hennara, hon reiggjar í heilum
millum eydnusælu og svartasta
mótloysi.
Blm.: Nú var Edith Piaf tiltikið
smávaksin, tað kann ikki sigast
um teg...?
Ha, ha. Eitt sindur havi eg
hugsað um hatta, men eg uggi
meg við, at tað eru fleiri aðrar,
um eg so má siga, stórvaksnar
kvinnur, ið hava spælt Piaf fyrr
og gjørt tað væl. Ikki tí, eg eri í
fløtum skóm á pallinum. Onga
høgar hælar, takk. Eg vil tó taka
fram í hesum viðfangi, at hetta
ikki er ein naturalistisk sýning,
vit seta upp her. Eg royni ikki
at líkjast Piaf í útsjónd. Og tak
eitt nú pallmyndina eisini (sum
Barbara í Gongini hevur sniðað
til). Hon er líkasum eitt sindur
av lagi, við skeivum linjum, eitt
sindur surrealistisk, eins og lívið
hjá Piaf sjálvari.
Blm.: Í framhaldi av hesum
havi eg eisini hug at spyrja, um
tað ikki er heldur vágið, næstan
nasadjarvt av einum óroyndum
sangara, at vilja skapa eina
ímynd í sangi av einum sangara,
ið helst var ein av heimsins
fremstu á sínum øki?
Sum eg segði, so royni eg ikki
at apa eftir Piaf. Ætlanin er ikki
at mana ta upprunaligu Edith
Piaf fram fyri áskoðaran, men
harafturímóti, sum tú orðar tað,
at skapa eina ímynd av henni
gjøgnum mítt spæl, mín sang og
mína tulking.
Blaðm.: Men slepst undan,
at fólk fara at líkna teg við
Piaf, soleiðis sum tey kenna
hana av plátum, fløgum og úr
fjølmiðlum?
Hatta plágar meg ikki so nógv,
álvaratos. Lisbeth Dahl segði t.d.,
at tá ið hon fór undir at spæla Piaf,
gjørdi hon sær alt fyri eitt greitt,
at hon ikki átti at royna at líkjast
Piaf. Tað bar ikki til at herma eina
ímynd av henni fram á palli. Hon
mátti líkasum gera burtur úr tí,
sum hon sjálv hevði í sær, sínum
lívsroyndum, sínum persónleika.
Og hasi orðini hjá Lisbeth Dahl
havi eg tikið mær til fyrimyndar.
Blaðm.: Men enn eitt sindur
í framhaldi av hesum sama. Eg
hugsi um sangirnar. Edith Piaf
er sjáldsama fronsk í sínum
sangstíli og mong kanska hava
ilt við at hugsa sær sangir
hennara sungnar á øðrum máli
enn nettupp fronskum?
Nú eru teir flestu sangirnir
týddir til føroyskt, men onkur
verður tó eisini sungin á
fronskum. Eyðvitað er Piaf
franskari á fronskum í oyrunum
á fólki flestum. Tað er sum vera
man munur á málum, á fronskum
og føroyskum bæði so og so:
orðalagsliga, ljóðliga o.s.frv. Tað
er rættiliga torført, ja, eg tori
at siga heilt ómøguligt, at fáa
eina týðing út í odd og egg sum
upprunan. Har dettur so nógv
burtur ímillum, hugsa bara um
hesi eyðkendu rullandi r-ini hjá
Piaf: Non, je ne regrette rien
t.d.. Kortini haldi eg, at tað ber
til at fáa kenslurnar fram í eini
týðing, tær eru tær somu antin
Non, je ne regrette rien
Eg angri einki, sigur Jytte Joensen, sum tann
tíð tað var valdi jarðarmóðurstarvið fram um
yrkisleikaralívið. Í annaðkvøld fer hon aftur á
pall í Sjónleikarhúsinum sum áhugaleikari. Tá
frumsýnir Havnar Sjónleikarfelag leikin Piaf,
sum bretski leikhøvundurin Pam Gems skrivaði
um lívið hjá heimsgitnu fronsku sangkvinnuni,
Edith Piaf. Hetta er helst tyngsta takið, sum
Sjónleikarfelagið hevur tikið tey seinnu árini
og ikki á hvørjum degi, at ítari høv verða lyft í
føroyskum áhugaleiki.