fríggjadagur 13. oktober 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 13. oktober 2006
29
vikuskifti 29
Bókin Heystsuita er eitt
kærkomið íkast í tann
hvørvandi lítla partin av
føroyskum bókmentum,
sum vit kunnu rópa
heimildarmyndaverk.
Myndirnar eru løddar við
tí spenningi og mústikki,
sum tann, ið stendur uttan
fyri, kennir á sær, tá flett
verður
Olav Schneider / Sonja Schneider
HEYSTSUITA
Bókadeild Føroya lærarafelags, 2006
Myndaverk, 135 s.
Ummæli
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
Ein av forkunnugu bókaútgáv
unum í heyst, er myndaverkið
Heystsuita, sum Bókadeild
Føroya lærarafelags gav út fyri
kortum. Tað er Olav Schneider,
sum hevur tikið fotomyndirnar,
og Sonja Schneider hevur
skrivað tekst og yrkingar, sum
hoyra til hvørja mynd.
Olav Schneider er heimildar
fotografur, og hann hevur seinnu
árini havt fleiri framsýningar við
fotomyndum runt um í landinum.
Bókin Heystsuita er soleiðis eitt
úrslit av framsýningini “Heyst
suita” – ein søga um slakt – ein
søga um børnini, sum varð sýnd
í Smiðjuni í Lítluvík í Havn og
í Leikalund í Klaskvík á sumri
2005.
Skurðfjøll og fletting
Skurðfjøll og flett ing, sæð við
barnaeygum, er evnið, sum
henda bók, við myndum og
orðum, roynir at lýsa. Myndirnar
eru svartar og hvítar og fylla eina
heila blaðsíðu hvør. Á síðuni
yvir av myndini standa smáir
tekstir, oftast bara nøkur fá orð,
sum vísa til tað, sum fer fram á
myndini.
Bókin er eins og suitan býtt
upp í partar, sum hvør sigur frá
einari løtu ein vanligan fjalldag
í skurð. Alla tíðina eru børnini
við, antin sum lutt akarar, ella
sum eygleiðarar av tí, sum
fyriferst. Yvirskriftirnar eru
til dømis “Av fjalli í bóndans
garð”, “Teir svæva”, “Teir opa
og taka innanúr”, “Seyðarhøvd”,
“Vambakonur” og “...Tey gera
rullupylsu”.
At geva bókini titt ulin Heyst
suita er eitt gott hugskot, tí ein
slíkan fjalldag í skurð hevur
hvør løta sín heilt serstaka
dám, og hett a hevur tað eydnast
fotografurin væl at fáa fram í
myndum sínum.
Fotomyndirnar
Við hesi bók vísir Olav Schneider
okkum, at hann er ein góður
heimildarfotografur. Myndirnar
eru sum heild tekniskt sera
væl úr hondum greiddar, og
myndevnini eru javnt væl vald
og í minsta lagi áhugaverd. Tað
er sjálvsagt ymiskt, hvussu nógv
og hvat tær ymsu myndirnar siga
einum; tað valdast hvør ið ein er,
og hvat ið ein framman undan
veit um skurð og flett ing. Allar
myndirnar siga tó millum nakað
og nógv, og tað er ikki so lítið.
Bestu myndirnar eru myndir
nar av seyðahundinum á síðu
23, av smágentuni á síðu 39,
av dronginum á síðu 87 og av
dronginum við seyðarhøvdum
í báðum hondum á síðu 111.
Hesar myndir eru meira enn
hinar løddar við tí spenningi og
mústikki, sum tann ið stendur
utt an fyri – her børnini – kenna á
sær, tá flett verður.
Tekstirnir
Tekstirnir hjá Sonju Schneider
haldi eg vera størsta veikleikan
við hesum annars góða mynda
verki. Ikki tí at tekstirnir í sjálv
um sær eru vánaligir, men tí at
teir í staðin fyri at leggja nakað
afturat myndunum ofta taka frá
teimum.
Í Heystsuita hendir tað ikki
sjáldan, at ósamsvar er millum
dramatiska og stundum dapra
huglagið í fotomyndunum og
tann góðvarna tekstin, sum ofta
tykist meira vælmeintur enn
heimilaður sum frágreiðing til
myndirnar. Bókin er ivaleyst
partvíst ætlað børnum, sum ikki
enn eiga hugtøk fyri skurðfjøll
og flett ing, og tí kann tað fyri ein
part forsvarast, at so er, men mær
hevði dámt betri, at myndirnar
talaðu fyri seg, tí tað megna tær
flestu av teimum væl og virðiliga.
Ójavnstøða
Eitt heilt annað slag av trupul
leika við tekstunum er kynspolit
iska innihaldið, sum staðfestir
eitt kynsbýti í flett ing, sum ikki
longur er so svart og hvítt , sum
eitt nú orðabókin vil vera við.
Myndirnar skjalsanna at í hesum
førum er tað soleiðis, at menn
hava ávísar uppgávur, og kvinnur
hava nakrar aðrar uppgávur,
men júst av somu orsøk lata
myndirnar upp fyri einum kjaki
um kynsbýtið í flett ing anno
2006.
Her tykir tað mær, at tekstirnir
– í øllum førum yvirskriftirnar
– lata aftur heldur enn at lata upp.
Yvirskriftir sum “Teir tumma”,
“Teir opa og taka innanúr” og
“Vambakonur” taka ikki hædd
fyri broytt um tíðum, eisini innan
flett ing, har menn vaska vembur
og seyma rullupylsur, og har
kvinnur bæði tumma, opa og
taka innanúr.
Talgild ella samgild
fototøkni?
Heystsuita er fyrst og fremst
eitt myndaverk, og tí hevði tað
eisini verið áhugavert at fingið
at vita, hvussu myndirnar eru
vorðnar til. Sum fyrrverandi
amatørfotografur, sakni eg
upplýsingar um myndatól og
framkallingartøkni, ikki minst
í hesum tíðum, nú talgild
myndatól nærum hava ruddað
út ta gomlu tøknina. Hett a er
sjálvandi bara eitt ynski, ikki eitt
krav til eina slíka bók.
Samanumtikið er Heystsuita
eitt kærkomið íkast í tann hvørv
andi lítla partin av føroyskum
bókmentum, sum vit kunnu
rópa heimildarmyndaverk. Fari
eg ikki heilt skeivur, er ongin
bók av hesum slag komin
út í Føroyum síðan 2000, tá
Gundur F. Mikkelsen gav út
bókina Jarnbardur. Tá var tað
kappróðurin, sum varð lýstur við
fotomyndum.
Myndirnar tala fyri seg
Olav Schneider, hevur tikið
myndirnar