fríggjadagur 13. oktober 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 13. oktober 2006
30 vikuskifti
Dreingirnir úr
Føroya myrkasta
tónleikabólki SIC,
hava síðsta mánaðin
verið hjá einum av
Danmarks toppførandi
ljóðstudio’um innan
fyri Heavy Metal.
Tommy Hansen
stendur aftanfyri
upptøkuproduktiónini
og Ziggy ljóðblandar
fløguna. Hesir hava
m.a. upptikið og
ljóðblandað fyri bólkar
so sum, Hatesphere,
Nephew og D.A.D. SIC
skriva Føroya søgu við
nýggju útgávuni.
Nýggj floga
Eyðun Müller
eydun_t@hotmail.com
324 km/t við heavy metal
Heavybólkurin SIC úr Tórshavn
hevur ikki verið nógv at síggja
í seinastuni, men hetta er av
góðari orsøk. Teir hava seinasta
mánaðin verið í Horsens í
Danmark, har teir hava lagt alla
orku og alla sál í tað teir elska
mest. Tónleikin.
Jailhouse Studios er eitt
av teimum mest eftirspurdu
upptøkustudio’num í Danmark,
tá ið tað kemur til harðan tónleik.
Í hesum føri, føroysku SIC. Teir
búgva í einum húsi, fimm fet við
síðuna av arbeisplássinum. Og
hvønn dag frá kl:10.00 til 18:00
er teldan tendrað, og hon etur alt,
sum guitararnir, trummurnar og
vokalarnir spýta út.
SIC í góðum hondum
Projektið við fløguni kom fyrstu
ferð til veruleika, tá ið SIC
saman við Karl Anton Klein,
fóru til Danmarkar í januar
mánað. Tá var lagt upp til ein
túr í studio í Århus og luttakan
á DMG ”Danish Metal Grand
Prix”. Studioupptøkurnar vóru
fantastiskar, men komu ongantíð
út til tað almenna. Og har frá
druknaðu upptøkurnar. Men
túrurin til Aalborg til Grand
prix’ið útviklaðist meira enn
væntað.
SIC vunnu ikki, men ein
fýrur, sum kallaðist Ziggy sá
upptraðkanina hjá bólkinum
og gav teimum eini tilboð um
at koma til hansara í Århus og
upptaka eina fløgu, sum skuldi
taka næsta stigið fyri bólkin.
Ziggy er produsari og
ljóðblandari. Hann hevur
seinastu árini arbeitt við bólkum
so sum Mercenery, Illdisposed,
Hatesphere og Nephew.
Mánaðir gingu, og Ziggy
misti aldrin áhugan fyri SIC.
Men tá løtan kom til at byrja
upptøkurnar, bleiv Ziggy sjúkur
og mátti melda seg frá øllum,
ið hevði við tónleik at gera.
Ivasamir SIC’arir stóðu nú við
einum stórum pengapungi, men
Ziggy var kvikkur og kontaktaði
sín góða vinmann frá Jailhouse
Studios, Tommy Hansen.
So var alt upp at koyra.
Ætlanin var og er, at Tommy
Hansen skuldi upptaka fløguna
og síðani skal Ziggy ljóðblanda
og mastra til tað endaliga
produktið.
Jailhouse Studios
Jailhouse Studios liggur beint
omanfyri kenda fongslið
”Horsens Statsfængsel”. Eitt
gigantiskt fongsul, sum fyllir
tríggjar Tórsvøllar við langum
grønum og avsperaðum
grasslíkum. Hetta ger, at
umhvørvið er stórt, rúmligt og
sera friðarligt.
Men opnar tú dyrnar inn
á Jailhouse Studios, so er
friðurin nær um deyður ella
rýmdur. Atmosferan er heilt
einanstandandi. Gullplátur á
hvørjum veggi, sum representera
lívsverkið hjá legendariska
Tommy Hansen. Produsara. Átta
tímar um dagin hoyrdist buldrið
og skríggjandi røddir inni frá
Jailhouse.
Tommy er ein vældámdur
maður. Hann lat Jailhouse upp
fyri fyrstu ferð í 1989, og saman
við konuni liva tey av hesum.
Bólkar so sum, SIC, Halloween,
Hatesphere og Saybia hava
arbeitt saman við Tommy. Og
hann er komin væl burtur úr
øllum sínum uppgávum.
SIC eru maskinur
Teir fyrstu fýra dagarnar var
Magnus, trummusláarin, sum
eisini er kendur úr bólkinum
Makrel í ferð við at innspæla.
Hann er ein crazy maskina, tá ið
hann kemur í gongd og rakar ikki
eina tí einastu takt við síðuna av.
Hetta gekk ómetaliga skjótt fyri
seg, so restin av bólkinum fekk
nýtt høvi til at geva sær góða tíð
fyri at fáa tað besta úrslitið.
Trummur, bass, guitar, guitar
og meira guitar og síðani The
King of Darkness, Mikk. Mikjal
er í betri formi enn nakrantíð fyrr.
Og sama kann sigast um restina
av bólkinum. Ein ótrúlig orka,
sum sveimar í upptøkuhølinum.
Og hetta merkist sanniligani
eisini á fløguni. Eitt meistaraverk
innan fyri føroyskan tónleik og
bara tónleik í heila tikið.
Tá eg spurdi Tommy, hvat
hann helt um SIC, svaraði hann
soleiðis: ”SIC er ein bólkur við
ómetaliga nógvari orku, og teir
eru nakað heilt fyri seg. Teirra
tónleikur skilir seg út frá øðrum
metallrokki. Hjá SIC er tað ikki
soleiðis, at man hoyrir sama
sangin um aftur og umaftur. Teir
geva hvørjum sangi eitt tema, eitt
tema, sum verður lagt upp í bæði
svart, hvítt og alskyns ælaboga
farvum. SIC eru 100% klárir til
at upptaka hesa fløguna, tað vísir
seg á upptøkunum, men eisini
alt tað teir hava verið ígjøgnum
seinastu tíðina. Eg veit, at ein
teirra størsti tónleikaprofetur og
vinur andaðist her fyri stuttum,
so teir skullu ígjøgnum nógv á
hesu fløguni”.
Fløgan væntast til jóla
Dreingirnir í SIC siga, at eftir
teirra ætlan skal fløgan verða
klár til jóla. Nógv arbeiði er
lagt í fløguna og tað skal nokk
merkjast aftaná, at man fyrstu
ferð hoyrir hana. Næstu ferð,
triðju, fimtu o.s.v. SIC skriva
Føroya søgu við nýggju útgávu
teirra. Aftaná at hava hoyrt
fløguna kann sigast, at hetta
verður nýtt fyri Føroya fólk og
vil uttan iva hava stóra ávirkan
á tónleikarar og onnur fólk. Alt
í alt, ein ótrúliga flott, stór og
inspirerandi fløga. Fløgan fær
heiti ”Pandemoneum” og verður
at fáa, tá kavin fellur.
Til tey, ið vilja vita meira
um Tommy Hansen, Jailhouse
Studios og Ziggy, brúkið
alnótina.
SIC útgeva fløgu tá kavin fellur