Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. oktober 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 13. oktober 2006 31 vikuskifti 31 Ummæli Kim Simonsen Kalle eitur í veruleikanum Karl, men øll kalla hann Kalle. Hann býr saman við pápanum Palle og mammuni Trille á gøtuni Primulavænget, har fuglanir syngja sera hart, og har tað eru nógv fleiri blómur, enn á øðrum villavegum. Besti vinurin hjá Kalla eitur Smartyboy, hann er ein slík typa sum veit alt. Alt er tað reina tekniseriufriðsæla á Primulavænget, men okkurt vantar. Við eitt skal familjan hava eina lítla systir, nevnd Lille. Gentan er púra vanlig, t.v.s., alt er sum tað skal við henni, uttan hetta at hon altso hevur veingir. Kari frá kommunini heldur ikki, at hetta er gott, men læknin er bara heilt væl nøgdur. Øll eru illa við av hesum, uttan kalle, ið veit, at Lille dugir at flúgva. At bjarga Lille Eingin leggur nakað í hetta, og ein dag so fer familjan avstað til eina skurðviðgerð á Plastic Palace fyri at operera Lille, so hon kann gerast ein vanlig genta. Kalle vil bjarga Lille frá hesum. Saman við Smartboy fara teir til stroks á súkklum. Á ferðini møta teir Alf, ið er so ótrúliga óheppin í øllum lívsins viðurskiftum. Hann býr á einum bilverkstað. Saman fara teir allir í stóra amerikanara Cadillacbilinum hjá Alf at bjarga Lille. Á ferðini hendir mangt og hvat. Hetta er ein sera merkiligur filmur, senurnar eru so gjøgnumførdar 50’ara americana kitsj, at tær veruliga fungera sum okkurt slag av campkendari senuseting. Ofta syngja tey bara, og her eru góðir sangir, ið m.a. eru gjørdir av Wikke & Rasmussen (Michael Wikke og Steen Rasmussen), Poul Halberg, Stig Kreutzfeldt og Bosssy Bo. Tónleikafilmur Tónleikurin spælir ein høvuðs­ leiklut í filminum. Wikke & Rasmussen fingu longu ein Grammy fyri ”Hannibal og Jerry”, ið m.a. hevði kenda sangin ”Brug dit hjerte som telefon”, ið seldi upp móti 30.000 eintøk. Í filminum ”Der var engang en dreng – som fik en lillesøster med vinger” eru sangir og duettir millum m.a. Anne- Grethe Bjarup Riis og Anders W. Berthelsen (”Jeg vil have en baby”), Caroline Henderson og Nicolas Bro (”Et kys med vinger”) og Troels Lyby og Kaya Brüel (”Kom ud”). Her eru sangir sum t.d. ”Pandekager” við Daimi, Trine Dyrholm og Jytte Abildstrøm, ”7 smukke mænd” við ”7x7”, ”Baby Bent” við Peter Frödin og ”Plastic Fantastic” eftir Wikke & Rasmussen. Góðir leikarar Janus Dissing Rathke er 13 ár og spælir høvuðsleiklutin. Hann hava vit sæð fyrr í filminum hjá Niels Arden Oplev ”Drømmen”. Nicolas Bro (f. 1972) er sera kendur eftirhondini. Hann er ein løgin leikari. Vit kenna hann frá filmurm sum ”En kærlighedshistorie”, ”Monas verden”, ”Små ulykker”, ”De grønne slagtere”, ”Rembrandt”, ”Kongekabale”, ”Adams æbler” og ”Voksne mennesker”. Anders W. Berthelsen (f. 1969) kenna vit øll frá Taxa og Krøniken (Palle), men eisini frá ”Portland”, ”Mifunes sidste sang” fra 1999 og ”Italiensk for begyndere”. Her er mangt og hvat gott at siga um hendan danska barna- og ungdómsfilmin, ið torir meiri enn hinir, her hugsi eg um allar løgu senurnar og flotta pallsetingin gjøgnum allan filmin, men innast inni er hann bert ein fittur danskur barnafilmur. 4 stjørnur av 6. Um vit gera teim smáu ónáðir, skal teirra veiði raka okkum Ummæli Kim Simonsen 10 ára gamli Lucas Nielsen hevur tað ikki so lætt. Hann er fluttur við familjuni til býin, men tað er ikki so lætt at finna vinir. Heima er tannáringasystir hansara Tiffany móti honum, og foreldur hansara hava ikki tíð til at síggja hvat bagir. Omma hansara er púra bims, og brúkar tíðina til at verja familjuna móti aliens frá rúmdini, sum hon hevur lisið um í fantasy bløðum. Eisini er Lucas endaður sum offur fyri grovari happing, ein bølli er í grannalagnum, ið ongantíð gloymir at happa hini. Hetta ger, at Lucas fer at bróta mýrutúgvur í havanum. Hann letur sína øði ganga út yvir ósek og teirra verjuleysu torn av jørð. Hann sparkar til túgvurnar og spular vatn omaná frá havaslanguni. Tað hann ikki veit, er at und­ ir hansara føtrum er ein sera skipa og livandi verð. Tað sum vit onnur halda er ein hópur av býttum meyrum, er í veru­leik­ anum eitt heilt kom­plekst sam­ felag við nøvnum, forholdum, ábyrgd og kenslum. Hesi eru um at gerast troytt av at fáa teirra verð sorlaða av Lucas Meyru­ happarinum. Gandur Meyrurnar eru nærum desperatar og hava sett ymiskt í verk fyri at verja seg. Tróllameyran Zoc hevur uppfunnið ein gandaløg og bert ein dropi stoyttur í oyra á Lucas gandar hann um til meyrustødd. Meyrurnar taka hann við niður í meyrutúgvuna og seta hann fyri rættin. Lucas verður ákærdur av Meyru­ráðnum fyri brotsverk móti meyru­ koloniini. Drotningin dømir hann sekan og at hann skal liva millum meyrunar framyvir. Hann skal læra teirra siðir, áðrenn hann kann fáa frælsi aftur. Hetta er ein stór uppgáva at finna seg til rættis millum meyrunar. Her er mangt og hvat sum er vandamikið. Í meyruheimi Vit kenna søguna eitt sindur frá filminum frá 1998, kallaður Antz. Hesin hevði eisini meyrutúgvuna sum eitt heilt kosmos. Eisini her er í hesum filminum er meyruheimurin ein allegrori og ein samfelagslig spegilmynd, og í tráð við slíkar søgur aftur til Ferðina hjá Gulliver hjá Jonathan Swift, so er hetta ein moralskur fabul. Hugtakandi er hesin heimurin tó, tí meyrur eru skapa sera løgin og áhugaverd samfeløg. Søgan er góð, og hon mennir seg væl gjøgnum filmin. Mangan er filmurin stuttligur og ein menningarferð fyri tey yngru inní ein ævintýrkendan heim. Filmurin er sera deiligur í uppruna útgávuni, har eru sera kenda rødir, so sum Julia Roberts, Nicolas Cage, Meryl Streep og Paul Giamatti. Ein filmur, ið er verdur at síggja. 4 stjørnur av 6. Ein løgin systir við veingjum ”Der var engang en dreng - som fik en lillesøster med vinger” Leikandi: Nicolas Bro Alf Janus Dissing Rathke Kalle Anders W. Berthelsen Palle Anne-Grethe Bjarup Riis Trille Bodil Jørgensen Karin Peter Frödin Baby- Bent Caroline Henderson Snehvide Daimi Gentle Jytte Abildstrøm Trine Dyrholm Troels Lyby Lækni Kaya Brüel Jarðarmóðir Leikstjórn: Michael Wikke og Steen Rasmussen. 92. minuttir. Einki aldursmark. Frumframførdur í Havnar Bio, 13. oktober klokkan 19.15. Meyruhapparin »Der var engang en dreng - som fik en lillesøster med vinger« er ein sera óvanligur danskur barna- og familjufilmur Myremobberen – The Ant Bully Leikandi (røddir á originalu útgávuni og á donsku): Hova (Julia Roberts) Anne O. Pagh Zoc (Nicolas Cage) Jesper Lohmann Meyrudrotningin (Meryl Streep) Jette Sievertsen Sten Mahs (Skaðadjórafyribeinarin) (Paul Giamatti) Torbjørn Hummel Lucas Nielsen (Zach Tyler Eisen) Jamie Morton Kreela (Regina King) Sidsel Agensøe Hauch- Fausbøll Fugax (Bruce Campbell) Lars Lippert Momse (Lily Tomlin) Grethe Mogensen Leikstjóri: John A. Davis. Leiktíð: 90 min. Aldursmark, 7 ár. Myremobberen verður frumsýndur í Havnar Bio, fríggjadagin 13. oktober, kl. 15.15.