fríggjadagur 13. oktober 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 198 - 13. oktober 2006
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
Tórshavnar kommuna søkir eftir vatnmeistara. Undir leiðslu av
teknisku deild, røkir vatnmeistarin hesar uppgávur:
• stendur fyri og hevur rakstrarábyrgd av viðlíkahaldi og
útbygging av vatnkervinum
• hevur dagligu leiðsluna av vatnverkinum um hendi
• hevur umsitingarligu ábyrgdina av amboðum, maskinum
og húsum, ið eru knýtt at vatnverkinum
• luttekur í skráseting av vatnleiðingum
Talan er um eitt spennandi og sjálvstøðugt starv við møguleika fyri
fakligari og persónligari menning.
Fakligir eginleikar
Vit vænta, at tú hevur maskintekniska útbúgving, hevur leiðslu-
royndir og kunnleika til rørleiðingsarbeiði v.m. Tú skalt hava
koyrikort. Eisini krevst kunnleiki til teldutøkni, t.d. teldukoyrikort.
Persónligir eginleikar
Vit hugsa okkum, at tú ert 35 til 45 ára gamal. At tú kanst arbeiða
sjálvstøðugt og ert málsøkjandi og fyrikomandi. Ert førur fyri at
taka skjótar og rættar avgerðir og at hugsa rationelt.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett við 1 árs royndartíð, løn sambært sáttmála við
avvarðandi yrkisfelag.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Viggo Christiansen, deildarleiðara,
ella Boða Haraldsson, býarverkfrøðing, tlf. 302010 ella 214015.
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal
vera Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn, í hendi í
seinasta lagi mánadagin 23. oktober 2006.
Tórshavnar kommuna
Vatnmeistari [endurlýsing]
Vatnverkið
Vatnverkið heldur til í Tórfinsgøtu 21, og har starvast 9 mans.
Høvuðsarbeiðið á vatnverkinum er at tryggja støðuga vatnveiting í
kommununi, og í hesum sambandi at hava eftirlit við vatnkervinum.
Fremja umvæling av verandi vatnleiðing, og nýgerð í sambandi við
m.a útstykkingar v.m. Í kommununi eru 9 størri og smærri reinsiverk.
Samlaða vatngoymslan í kommununi er 1.400.000 m3, árliga
nýtslan er 3.500.000 m3.
Havnar
Harmonikufelag
Fráboðan til stovnandi aðalfund
hjá Havnar Harmonikufelag
Boðað verður til stovnandi aðalfund í
Fr. Petersensgøtu 2 sunnudagin 22.
oktober kl. 16.00. Áhugað, bæði
íðkandi harmonikuleikarar og stuðlar,
eru vælkomin á fundin.
lýsingar