fríggjadagur 13. oktober 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 13. oktober 2006
37
Telefon: 317620 • Telefax: 317699 • Heimasíða: www.tt.fo
Sandisk USBdisk 512Mb .......... kr.
275,-
Sandisk USBdisk 1024MB ........ kr.
375,-
Sandisk USBdisk 2048MB ........ kr.
675,-
Sandisk USBdisk 4096MB ........ kr. 1.375,-
Geymar
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
Tórshavnar kommuna stendur í løtuni fyri nógvum áhugaverdum
verkætlanum og anleggsarbeiðum, og tískil søkja vit eftir einum
nýggjum starvsfelaga, ið saman við starvsfeløgum og ráðgevandi
vinnuni hevur hug og dirvi at føra hesar spennandi uppgávur út í
verki.
Arbeiðsuppgávurnar
eru m.a. at gera uppskot og kostnaðarmetingar í sambandi við
vegarbeiði umframt at standa fyri projektering, útbjóðing, eftirlit
og byggirokniskapi, sum kommunan stendur fyri.
Vit ynskja
at tú hevur útbúgving sum byggifrøðingur ella líknandi og hevur
góðar arbeiðsroyndir og royndir innan almenna fyrisiting, ið saman-
lagt geva neyðugan førleika at røkja starvið. Tað er ein fyrimunur at
hava kunnleika til telduforritini, ið hoyra til Microstation, Microsoft
Officepakkan og Navision Attain. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort.
Persónligir eginleikar
Vit ynskja, at tú ert røkin, gongur undan í at menna tænastustøðið
og dugir væl at fara við starvsfeløgum og viðskiftafólki. Tú skalt
kunna arbeiða sjálvstøðugt, kunna taka avgerðir og duga væl at
málbera teg í skrift og talu.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og verður sett sambært sáttmála
við avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Boða Haraldson, býarverkfrøðing,
ella Janus Isfeldt, deildarleiðara, tlf. 302010.
Umsóknir
saman við viðmælum, avrit prógvum o.t. og upplýsing um royndir,
skal vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, FO-110 Tórshavn, í
hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27. oktober 2006. Viðmerkið
umsóknina „Byggifrøðingur til teknisku deild“.
Tórshavnar kommuna
Byggifrøðingur [endurlýsing]
Tekniska deild hevur 12 starvsfólk í arbeiði og heldur til í posthús-
bygninginum saman við byggi- og býarskipanardeildini. Arbeiðsøkið
hjá teknisku fyrisitingini er mangt annað at viðgera byggimál,
útstykkingarloyvi umframt at standa fyri planlegging, projektering
og viðlíkahald av øllum kommunalu vegunum og tekniskum
veitingum, ið kommunan hevur ábyrg av. Harumframt hevur
tekniska deild sum høvuðsuppgávu umsiting av heilsu- og
umhvørvismálum.
Til sølu
Tvey hús á Tvøroyri til sølu.
Tlf. 0045 31257797
Stiðjagøta 10 • Boks 1008 • FO- 110 Tórshavn
Telefon 35 38 97 • Fax: 35 38 98
jogvan-weihe@jogvan-weihe.fo • www.weihe.fo
Skrivstovufólk
Søkt verður eftir fólki til skrivstovu okkara at
arbeiða hálvan dag.
Arbeiði fevnir um allar vanligar skrivstovuupp
gávur, so sum kassauppgerð, bókingar o.s.fr.
Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur royndir innan
skrivstovuarbeiði. Tað er ein fyrimunur, at um
søkjarin kennir til Navision bókhaldsskipanina.
Umsóknarfreistin er tann 20.10.2006. Starvið
verður sett skjótast tilber. Eru spurningar hesum
viðv., ber til at ringja til okkum á tlf. 353897 og
spyrja eftir Gunnvør, ella maila til gunnvor@
jogvanweihe.fo
Umsókn við møguligum prógvum, viðmælum
v.m. skal sendast til:
P/f Jógvan Weihe
Stiðjagøta 10
Postsmoga 1008
110 Tórshavn
Reingerð
Starv sum reingerðarfólk hjá politinum í Havn er
leyst at seta 1. november 2006.
Arbeiðstíðin er 15 tímar um vikuna. Tríggjar tímar
hvønn dag, frá mánadegi til og við fríggjadegi.
Løn verður veitt eftir galdandi sáttmála við
fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast á politistøðini við
at venda sær til Halldis Poulsen, skrivstovuleiðara á
telefon nr. 35 14 48, lokal 2100.
Umsóknir um starvið skulu latast inn áðrenn 25.
oktober 2006.
Føroya Landfúti, tann 6. oktober 2006
Karen Marie Olesen
Norðoya
Javnaðarfelag
Útsetti aðalfundurin verður í Skálanum í Klaksvík
mikukvøldið 18. oktober kl. 19.30.
Skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin
lýsingar