Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 16. oktober 2006 5 tíðindi Leikurin Piaf livdi væl og virðiliga upp til vónirnar, sigur Gulla Øregaard, framleiðslustjóri á Piaf. Sjónleikur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tað var Gulla Øregaard, sum fekk hugskotið til leikin og hon hevur verið við í øllum fyrireikingunum. Gulla var, sum vera man, ómetaliga spent til frumframførsluna, og hon varð ikki vónbrotin. - Framførslan var fan­ tastisk og Jytta stóð distans­ una. Hon er sterk, og eg haldi at fólk vóru eitt sind­ ur bilsin av avrikinum. Eg upplivdi kvøldið sum eitt veitslukvøld, fólk vóru glað og heildin var imponerandi. Leikurin livdi væl og virði­ liga upp til vónirnar, sigur Gulla. Og hon greiðir frá, at leikurin Piaf er ómetaliga krevjandi og tað er torført at skifta millum sang og leik alla tíðina. - Hendan verkætlanin er millum størstu avbjóð­ ingarnar hjá Havnar Sjón­ leikarafelag nakrantíð og ógvuliga ambisiøs. Og sum heild eri eg sera væl nøgd við, at øll hava flutt seg so nógv listarliga, síðani vit á fyrsta sinni fóru undir at venja leikin. Ikki minst var tað ein fragd at arbeiða saman við og at uppliva avrikið hjá teimum, sum hava staðið fyri øllum rund­ anum, tónleik, ljós, ljóð, pall og búnar, sigur Gulla Øregaard. Einasta, ið hon kanska kann seta fingurin eitt sind­ ur á er, at leikurin, eftir hennara tykki, er eitt sindur ov drúgvur, og at pallurin er ov lágur. - Men nú er onki at gera við tað. Og eitt er vist, fólk keða seg ongantíð, og eg vil virkuliga ráða øllum at fara til leikin, sigur hon at enda. Piaf var fantastisk Heðin Mortensen, borgarstjóri og fyrr­v­erandi for­ mað­ur í Havnar Sjónleikarafelag var til Piaf leygar­ kvøldið. Hann sigur við Sosialin, at honum dámdi heilt ómetaliga væl leikin. Sjónleikur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Myndir: Jan Müller - Ein veldig uppliving. Soleiðis lýsir borgarstjórin leikin um Edith Piaf, sum varð frumframførdur í leygarkvøldið. - Eg hevði veruliga glett meg til leikin, tí, eins og flest onnur, havi eg altíð verið hugtikin av Edith Piaf, sangi og lagnu hennara. Jytte Joensen dugdi ómetaliga væl at seta seg inn í leiklutin. At hugsa sær at standa á palli og framføra í nærum tríggjar tímar, syngja og spæla, tað krevur veruliga yvirskot og góðan form, sigur Heðin Mortensen, sum eisini var hugtikin av, at sangurin gekk so væl, sum hann gjørdi. - Jytte er ikki lærd song­kvinna, men kortini megnaði hon at framføra sangirnar so teir vóru bæði nemandi og kenslu­ bornir. Edith var fólksins sangfuglur, og Jytte fekk innlivað seg so væl í leiklutin, at vit stóðu andlit til andlit við Edith, sigur Heðin Mortensen. - Leikurin lýsir harða umhvørvið í París um hetta mundi og har verða tingini søgd hart og kon­ tant. So leikurin er ikki fyri sartar sálir, sigur Heðin Mortensen, sum tó heldur, at soleiðis eigur ein slíkur leikur at vera. Hatta kláraðu tey til UG Eftir sýningina segði Gulla Øregaard nøkur orð Heðin Mortensen tók eisini orðið eftir sýningina Sigrún Vilbergsdóttir, íslendski leikstjórin, Heðin Mortensen og Jytta Joensen Ragnhild Skarðhamar og Jytta Joensen, bestu vinkonur