mánadagur 16. oktober 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 199 - 16. oktober 2006
tíðindi
Í dag, 16. oktober,
settist Allan Skaalum
í ovasta sessin á
Landssjúkrahúsinum.
Nýggi sjúkrahús
stjórin gleðir seg
til avbjóðingarnar
og hann væntar at
sita øll tey 5 árini, ið
áramálssetta starvið
inniber.
- Tað er við tí í huga,
at eg eri settur og tað
er við tí í huga, at eg
fari í starvið, sigur
Allan Skaalum
Sjúkrahússtjóri
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Nýggi sjúkrahússtjórin
eitur Allan Skaalum og
hann settist í stjórasessin
í dag.
Nýggi stjórin gleðir seg
at koma í gongd og hann
er sjálvandi spentur, nú
hann tekur við nýggjari
avbjóðing, greiðir hann
frá, tá vit kvøldið fyri, at
hann tekur við, seta honum
nakrar spurningar.
Hevur tú fyrireikað teg til
nýggja starvið
- Tað er nokk ikki fyrr
enn nú, at ein veruliga fær
sett seg inn í, hvat starvið
inniber, og tað fari eg at
gera.
Fyrstu
dagarnir
ganga óivað við tí. Men
eg havi hugt eitt sindur
í almenn skjøl, so sum
roknskaparskjøl og onnur,
sigur Allan Skaalum, sum
ikki reiðiliga visti hvat
hansara fyrsti dagur í
starvinum fór at hava við
sær, men hann gleðir seg
at hitta fólkini og at byrja í
starvinum.
Tú hevur fjølbroyttar
starvs- og leiðsluroyndir.
Koma hesar væl við nú?
- Jú, tað gera tær avgjørt.
Tað eru jú eisini nógvir
ymiskir
starvsbólkar
á
Landssjúkrahúsinum, men
í starvinum sum heild koma
fjølbroyttu royndirnar væl
við, sigur Allan Skaalum.
Eru viðurskifti á Lands
sjúkrahúsinum, sum tú
kundi hugsað tær at broytt?
- Nógvar broytingar eru
í gongd og tað leggur ein
eisini til merkis, um ein
hugsar um karmarnar. Og
hvussu skjótt hetta gongur,
veit ein ikki, men peningur
verður settur av til slíkt.
Men so eru tað eisini aðrar
broytingar, ið eru í gongd,
sum til dømis arbeiðið við
talgildari
journalskipan.
Men um eg beinleiðis havi
aðrar broytingar her og nú
veit eg ikki, sigur nýggi
sjúkrahússtjórin.
Nógvir stjórar
Stjórarnir undan tær hava
verið nógvir og títtir. Starv
ið er áramálsset í 5 ár.
Hvussu longi væntar tú at
sita í stjórasessinum?
- Eg vænti at sita tey
fimm árini. Tað er við
tí í huga, at eg eri settur
og tað er við tí í huga,
at eg fari í starvið, sigur
Allan Skaalum, og leggur
afturat, at tað er rætt, at
nakað av útskifting var eitt
tíðarskeið, men at hetta nú
er nakað síðani.
Hvussu væl kennur tú
staðið, har tú nú er stjóri?
- Ikki betur enn fólk flest.
Men síðani eg fekk starvið
havi eg sjálvandi sett meg
inn í ymisk viðurskifti. Men
royndir og útbúgvingar
verður helst tað, ið eg mest
komi at halla meg at, sigur
Allan Skaalum.
Nýggi sjúkrahússtjórin
hevur ikki eina beinleiðis
meting, tá hann verður
spurdur um sína meting um,
hvørt Føroyar bara eiga at
hava eitt, ella tey núverandi
3 sjúkrahúsini.
- Eg eri settur sum
sjúkrahússtjóri á Lands
sjúkrahúsinum og havi
sum so ikki eina serstaka
meining um hatta, sigur
Allan Skaalum og takkar
fyri, tá vit ynskja honum
alt tað besta í nýggja starv
inum.
Falsan
av heilsu
váttanum
Í sambandi við herda
eftirlitið við heilsuvátt
anum frá russiskum mynd
ugleikum, hava norð
menn gjørt nýggja manna
gongd fyri útflýggjan
av
heilsuváttanum
í
fiskivinnuni.
Sambært Heilsufrøði
ligu Starvsstovuni, hava
vit í Føroyum latið nógvar
upplýsingar til veterineru
myndugleikarnar
í
Russlandi í seinastuni.
Í
kjalarvørrinum
av
hesum, fara vit helst at
leggja okkara siðvenju
tætt
uppat
tí,
sum
norðmenn gera, fyri at
tryggja okkum ímóti
falsan av heilsuváttanum,
og harvið tryggja at
útflutningurin gongur so
lagaliga, sum til ber.
Fyrstu stigini í hes
um eru longu tikin.
Framleiðarar og útflyt
arar fáa í næstum veg
leiðing
um,
hvussu
nýggja mannagongdin
fyri undirskriving av
heilsuváttanum verður,
sigur
Heilsufrøðiliga
Starvsstovan í kunngerð.
--
Ridluskriði
staðfestur í
Danmark
Í sambandi við, at royndir
vórðu tiknar av einum
sjálvdeyðum
seyði
í
Kjellerup við Viborg, er
Scrapie - ella Ridluskriði
- nú fyri fyrstu ferð stað
fest í Danmark.
Seyðurin kom úr einum
flokki uppá 17 seyðir. Á
kanningarstovum bæði í
Danmark og í Onglandi
varð óvanliga slagið av
ridluskriða staðfest. Av
Heilsufrøðiligu Starv
stovuni verður sagt, at
talan er ikki um eitt
álvarsamt ella serliga
smittandi slag av sjúk
uni.
Eg gleði meg at koma í gongd
Allan Skaalum er 43 ára gamal og útbúgvin cand.merc.
innan leiðslu og marknaðarføring frá 1991. Hann hevur
starvs- og leiðsluroyndir innan bæði almenna og privata
arbeiðsmarknaðin.
Allan Skaalum hevur verið vinnukundaráðgevi í Føroya
Banka síðani 2001. Áðrenn hetta hevur hann verið stjóri
á ALS í 2 ár og stjóri í miðlafyritøkuni ReproZ í umleið
2 ár. Hann hevur eisini arbeitt sum búskaparfrøðingur
í Oljufyrisitingini. Harumframt hevur hann royndir frá
nevndararbeiði og sum semingsmaður.
Starvið sum sjúkrahússtjóri er áramálssett í 5 ár.
FAKTA
Allan Skaalum, nýsettur
sjúkrahússtjóri
Mynd: Jens Kristian Vang
Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri, Tummas í Garði, læknastjóri
og Marin Vagn,
sjúkrarøktarstjóri