Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 16. oktober 2006 7 tíðindi – Vit sleppa ikki málinum, fyrr enn løgtingið broytir revsilógina, so at hon eisini fevnir um kynsligan samleika, sigur Margretha Nónklett, samskipari hjá Amnesty International, Føroya Deild. Hon óttast fyri, at Føroyar enda í ársfrágreiðingini hjá Amnesty, um ikki lógin verður broytt Samkynd Finnur Jensen finnur@sosialurin.fo Føroyadeildin hjá Amnesty International leggur nú trýst á løgmann og polit­ isku flokkarnar fyri at fáa tey samkyndu vard í mannamunsgreinini í revsi­ lógini. Felagsskapurin hev­ ur sent løgmanni og polit­ isku flokkunum eitt bræv, har harmast verður stórliga, at løgtingið í vetur feldi uppskotið um at broyta revsi­lógina, so at hon eisini fevnir um kynsligan samleika. – Vit gera alt, sum vit kunnu, fyri at ávirka polit­ isku skipanina, so tey sam­ kyndu kunnu vera vard í revsilógini, eins og tey eru tað í grannalondum okkara, sigur Margretha Nón­klett, samskipari hjá Føroyadeildini hjá Amnesty International. Hon sigur seg fegnast um, at løgmaður hevur sagt sína hugsan um málið, men hon heitir samstundis á løgmann um meira aktivt at heita á tingmenn um at atkvøða fyri uppskotinum, sum tjóðveldistingmenn hava lagt fyri løgtinginum. Kunnu enda í svørtu bók Føroyadeildin hjá Amnesty vil gera alt fyri, at Føroyar ikki enda í ársfrágreiðingini hjá Am­nesty International. Hend­an árs­frá­greiðingin kann sam­metast við eina svørtu bók, har víst verður á tey lond, har mannarættinda­ viðurskiftini ikki eru í lagi. – Tað hevði verið sera óheppið og ein stór skomm fyri Føroyar. Í ringasta føri kann tað oyðileggja føroyska umdømið, metir samskiparin hjá Amnesty International. Margretha Nónklett vísir á eitt líknandi dømi, har Pólland endaði í nýggjastu ársfrágreiðingini, har tað er eitt líknandi rák, sum er í Føroyum. Pólland bann­ ar samkyndum at hava skrúðgongur. Eitt ann­að dømi er Dan­mark, sum end­aði í frá­greið­ing­­ini í sambandi við iso­la­tións­ fongsling, har kritikk­urin snúði seg um ovurnýtslu av langtíðar avbyrg­ingum. Fólk sótu ov leingi avbyrgd, varð mett. Tað bleiv eitt ramaskríggj í Danmark, og tað endaði við, at viður­ skiftini vórðu bøtt. Sleppa ikki málinum Samskiparin hjá Amnesty International í Føroyum vónar, at politikarar atkvøða fyri uppskotinum, men gongur hetta ikki, so gevst felagsskapurin ikki so. – Vit sleppa ikki málin­ um, fyrr enn løgtingið broyt­ir revsilógina, so at hon eisini fevnir um kynsligan samleika. Verður tað ikki meiriluti fyri at broyta lógina, so mugu vit umhugsa, hvat vit skulu gera, sigur Margretha Nón­ klett, ið ikki avvísir, at tað kann enda við einum altjóða trýsti frá hinum deildunum í Amnesty International. Í ringasta føri enda Før­ oyar enda í svørtu bók hjá Amnesty, men hetta er hvørki nakað, sum sam­ skiparin vónar ella væntar. - Eg havi givið mína hugsan til kennar, men tingmenn hava fría rætt at hava sína egnu støðu. Eisini javnaðartingmenn, sigur Jóannes Eides­ gaard, løgmaður, ið væntandi fer at kalla lítlu samgongu til fundar at umrøða málið um tey sam­ kyndu Samkynd Finnur Jensen finnur@sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard, løg­ maður, fegnast um, at Am­nesty International í brævi heitir á politiska myndug­leikan um at broyta revsi­lógina, so at hon eisini fevnir um kynsligan samleika. – Eg vóni, at tingmenn taka áheitanina til eftir­ tektar, soleiðis at tey sam­ kyndu eisini verða fevnd í mannamunsgreinini í revsi­lógini, sigur Jóannes Eidesgaard. Margretha Nónklett, sam­skipari hjá Amnesty í Føroyum, hevur givið til kennar, at brævið eisini er ein áheitan á løgmann um at gera sín aktiva lut fyri, at uppskotið verður samtykt. Hesa áheitan hevur løg­ maður tikið til eftirtektar. – Eg ætli mær at taka hetta málið upp í lítlu sam­ gongu fyri at vita, um vit kunnu finna eina loysn. Eg veit, at málið viðkvæmt, og tað verður torført at finna eina semju, men tað er ikki óhugsandi, at vit finna eina loysn, sigur Jóannes Eidesgaard. Alternativ samgonguloysn Fleiri samgongulimir, sum Sosialurin hevur prátað við, hava givið til kennar, at teir ynskja, at samgongan finnur eina felags loysn á málinum. Tann loysnin tykist ikki vera heilt í tráð við uppskotið, sum tingmanningin hjá Tjóðveldisflokkinum hevur lagt fram. Tað uppskotið snýr seg um at fáa skoytt »kynsligan samleika« upp í mannamunsgreinina í revsi­lógini eins og í granna­ londunum. Ein loysn, ið bæði tinglimir hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum hava nevnt, er fullkomiliga at strika minnilutarnar í manna­ munsgreinini, so­leiðis at greinin verður generell og fevnir um øll. Jóannes Eidesgaard met­ ir ikki, at ein sovorðin generell orðing dekkar nóg væl, men hann avvísir ikki, at loysnin – um hon er nóg góð – kundi verið tað, ið skal til fyri at fáa eitt samt løgting. Sær onga andsøgn Javnaðarflokkurin er ikki samdur í málinum. Seinastu ferð atkvøddu tríggir javn­ aðar­ting­menn ímóti upp­ skot­inum, sum fall við 20 atkvøðum ímóti. Kortini hevur Javnaðarflokkurin sent út eina yvirlýsing, har flokkurin sigur seg vera fyri, at samkynd verða vard við lóg. Hetta hevur elvt til hvass­ ar atfinningar. Ein andsøgn, vilja fleiri vera við. Millum annað hevur Sjúrður Skaale í einum lesarabrævi skýrt løgmann fyri at partrola, men hesum vil løgmaður ikki vera við. – Eg havi givið mína hugs­an til kennar, men ting­menn hava frían rætt at hava sína egnu støðu. Eisini javnaðartingmenn. Javnaðarflokkurin hevur í øllum førum tikið eina støðu. Men eg kann ikki forða fyri, at nakrir tingmenn í flokkinum hava eina aðra hugsan, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann viðgongur tó, at tað er óheppið, at tingmenn eru ósamdir við yvirlýsingina hjá flokkinum. – Men tað er eingin stór­ vegis trupulleiki, metir Jó­annes Eidesgaard, ið tó fer at fylgja áheitanini hjá Amnesty um at broyta støðuna hjá teimum ting­ monnum, ið atkvøddu ímóti. – Tað hevði verið sera óheppið og ein stór skomm fyri Føroyar. Í ringasta føri kann tað oyðileggja føroyska umdømið, um løgtingið vrakar uppskotið um at broyta revsiógina, so at hon eisini fevnir um kynsligan samleika, metir Margretha Nónklett, samskipari hjá Føroyadeildini hjá Amnesty International – Eg kann ikki forða fyri, at nakrir tingmenn í flokkinum hava eina aðra hugsan, sigur Jóannes Eidesgaard, sum viðgongur, at tað er óheppið, at nakrir javnaðartingmenn eru ósamdir við yvirlýsingina hjá flokkinum, har sagt verður, at samkynd skulu vera vard í mannamunsgreinini í revsilógini Amnesty: – Føroyar kunnu enda í svørtu bók Løgmaður avvísir partroling