Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 199 - 16. oktober 2006 tíðindi Tveir sparki­ vøllir til Klaksvíkar Fólk frá týska felagnum Polytan seta í hesum døgum tveir sparkivøllir upp í Klaksvík. Annar vøllurin verður á Helnabrekku og hin á Norðoyri. Girðingar verða um vøllirnar og ljós verður sett upp við teir. Vøllirnir verða 21 x 13,8 m til støddar, og verkætlanin verður stuðlað av FSF. Arbeiðsmenninir úr týska felagnum Polytan eru farnir til verka et leggja sjálvan vøllin, men veðrið hevur ikki rættiliga verið til vildar. Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu, stendur um verkætlanina, at bæði páparnir og børnini gleða seg til sparkivallirnir eru klárir. - Mammurnar nevna tó, at tað kundi verið stuttligt, um eitt spæli­ pláss var nærhendis, so genturnar eisini kunnu ”sleppa uppí part”. www.klaksvik.fo r. dam Skógvahandilin Bianco fer í nýggj høli í SMS, og Deres skal hava alla niðastu hædd í Handilskjarnanum. Har verður í løtuni bygt um, og tí er Deres fyribils stongt. Tey vóna at lata upp aftur í næstu viku við einum nýggjum flottum handli HANDILSTÍÐINDI Orð & mynd: Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Fríggjadagin byrjaðu tey at bróta niður í niðastu hædd í Handilskjarnanum. Deres og Bianco hava húsast har, men nú fer Bianco niðan í SMS, meðan Deres fær alla niðastu hædd í Handilskjarnanum. Orsakað av umbygging er Deres fyribils latið aftur. Fyri nøkrum mánaðum síðani keypti Hans Waag klædnahandilin Deres, og tá flutti hann úr SMS oman í Handilskjarnan. Har hava Deres og Bianco havt niðastu hædd at deilast um, men nú skal Deres fylla alla niðastu hædd. Leiðarin sigur, at handilin verður sera nógv broyttur. - Veggirnir, sum skilja handlarnar, verða brotnir niður. Gólvið verður tikið upp, og nýtt gólv verður lagt á. Tað verður ein fyrimunur, at vit fáa meira pláss, sigur Ása Poulsen, leiðari í Deres. Nógv fólk ganga inn í handilin. Tað eru serliga teimum ungu, sum dáma væl at keypa klæðir har. - Tað eru sera nógv fólk, sum ganga inn í handilin. Ung heilt niður í 10 ár og fólk upp í 30 ár koma javnan inn í handilin. Handilin verður nógv broyttur nú, og vit at hava nógv flott klæði at bjóða kundunum. Bianco fer at hava ein lítlan handil við fáum vørum í okkara handli. Annars fer Bianco niðan í SMS, sigur Ása. - Vit fara framvegis at selja somu merkir, og vit fáa G-star afturat. Av okkara best umtóktu merkjum eru Diesel, Levis, Miss Sixty og Converse, sigur hon. Tey vóna, at handilin letur upp aftur um eina viku, men tað er tengt at, hvussu arbeiðið við umbyggingini gongur. 42 ára gamli Romeo Galgo Tibobos úr Filipsoyggjunum var fríggjadagin dømdur fyri drápsroynd. Men nevningarnir frídømdu hann fyri at hava tikið ræðið á Tórsvík og fyri at hava framt myttarí. Nevningarnir søgdu eisini, at ákærdi var óútrokniligur av sinnissjúku. Nevningating Ella Larsen ella@sosialurin.fo Filipinarin, sum fríggja­dag­ in var dømdur fyri dráps­ roynd, verður vístur úr Før­ oyum með alla, og hann skal gjalda skiparanum á Tórsvík góðar 92.000 krónur í endurgjaldi. Filipinski maðurin var ákærdur í fimm punktum. Tað fyrsta var ein ákæra fyri “ulovlig tvang, frihedsberøvelse og trussel” har maðurin var ákærdur fyri at vera farin inn í kahúttina hjá yvirstýrimanninum og hava hótt hann við signalpistól og knívi, meðan hann hevði sagt at hann fór at drepa hann og síðan bant hann við einum togi og einum fartelefon leidningi. Tann ákærdi hevði frammanundan við­ gingið partar av hesum ákærupunkti, men var dømdur fyri meir enn tað, sum hann hevði viðgingið. Annað ákærupunktið var “forsøg på manddrab, ulovlig vang og trussel”, umframt “legemsangreb af særlig rå, brutal eller farlig karakter og trussel”. Maðurin var ákærdur fyri at hava roynt at drepa skiparan, við minst 12 ferðir at stinga hann við knívi, meðan hann eisini hevði eina signalpistól rættaða ímóti honum, so skiparin ikki kundi ríma ella tilkalla hjálp. Tann ákærdi noktaði, at hann ætlaði at drepa skiparan, men viðgekk at hann hevði framt harðskap. Undir hesum punktinum var ákærdi dømdur fyri drápsroynd og fyri at hava stungið skiparan minst 9 ferðir við knívi. Triðja ákærupunktið var um “ulovlig tvang og truss­ el”. Mað­urin var ákærd­ur fyri at hava hótt maskin­meistar­ an við signalpistólini, tá maskinmeistarin royndi at koma inn á brúnna. Hetta punktið hevði ákærdi við­ gingið og var dømdur fyri. Fjórða punktið, maðurin var ákærdur fyri, var at hava tikið stýringina ella yvirtikið tamarhaldið á skipinum, og hildið hana í minst hálvanannan til tveir tímar, tí eingin tordi at koma inn á brúnna. Ákærdi hevði noktað seg sekan í hesum ákærupunktinum og var eisini fríkendur í tí. Undir fimta ákærupunkt­ inum var maðurin ákærdur fyri ikki at hava fylgt teimum boðum, hann hevði fingið í tænastuni, og fyri at hann gera uppreistur og nokta at vera lýðin fyri leiðsluni umborð á skipinum. Maðurin noktaði seg sekan í ákæruni, og var fríkendur fyri at hava gjørt uppreistur, men var dømdur fyri at hava noktað leiðsluni lýdni. Dómurin Tað tók nevningunum, átta kvinnum og fýra monnum, fýra tímar at avgera um maðurin var sekur, og tann avgerðin er endalig. Nevningarnir og dómarin gjørdu tó skjótt av, tá ið revsingin skuldi ásetast. Ákæruvaldið fekk viðhald í, at maðurin skal innleggjast á sinnissjúkrahús. Verjin hjá filipinaranum Jógvan Elias Winther Poulsen bað um umhugsunar tíð, til at avgera, um hann vil kæra dómin ella ikki. Verjin hevur møguleika at kæra, um maðurin skal innleggjast á sinnis­ sjúkrahúsi, sum ákæru­ valdið hevði biðið um. Ella um dómurin kann broytast til at fylgja viðmælinum hjá Rættarlæknaráðnum um, at maðurin skuldi fáa dóm um viðgerð á sinnissjúkrahúsi. Umhugsunar tíðin er 14 dagar. Innlegging ella viðgerð Munurin á um maðurin er dømdur til at vera innlagdur á sinnissjúkrahúsi, ella um hann skal fáa dóm um viðgerð, er, hvør kann avgera, nær hann kann fáa útgongd, og nær hann kann vera royndarútskrivaður. Um maðurin fær dóm um viðgerð, er tað yvirlæknin á sjúkrahúsinum, sum kann avgera, nær hann fær útgongd, og nær hann kann royndarútskrivast. Tað vil siga, at tað er ein læknalig meting. Rætturin skal tó avgera, um ein dómur um viðgerð skal takast av. Nú maðurin hevur fingið dóm um at vera innlagdur á sinnissjúkrahús, er tað løg­reglan, ið skal av­gera, nær hann kann fáa útgongd, og rætturin skal góðkenna tað, tá hann skal royndar­ útskrivast. Í hesum føri er tað ein læknalig og ein løgfrøðilig avgerð, nær hann kann sleppa út. Ákæruvaldið bað um, at hann skuldi fáa ein dóm um at vera innlagdur, út frá einari trygdar meting, grundað á álvarsemið av brotsverkinum. - Tann ivin sum er, um hvussu vandamikil tann ákærdi er, skal ikki koma honum til góðar. Tann ivin skal koma samfelagnum til góðar, sigur Linda Hessel­ berg, sum var ákæri í sak­ ini. Deres byggir um Dømdur fyri drápsroynd – fríkendur fyri uppreistur Nevningating var í síðstu viku í málinum um filipinaran, sum 28. juni 2005 millum annað stakk skiparan á Tórsvík við knívi Ása Poulsen, leiðari í Deres, saman við Rannvu Nónfjall, sum starvast í Deres aftaná skúlatíð. Nú fer Deres at fylla alla niðastu hædd í Handilskjarnanum