mánadagur 16. oktober 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 16. oktober 2006
9
tíðindi
Løgreglan hevur
ikki kett seg hetta
vikuskiftið. Fýra
bilførarar eru tiknir
fyri rúsdrekka
koyring, og annars
hava ferðsluóhapp,
herverk, bardagar
og annað upptikið
løgregluna meðan
onnur hava havt frí
LØGREGLUTÍÐINDI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Júst farna vikuskiftið hevur
ikki verið stórt øðrvísi enn onn
ur hjá løgregluni. Á støðini
hava teir havt sítt at dragast
við, men hóast steypafinalan
var leygardagin, so var tó
ikki talan um eitt lívligari
vikuskifti enn vanligt.
Einastu beinleiðis avleið
ingarnar av steypafinaluni
var, at tveir mans vórðu
tiknir úr Gundadali oman
á støðina eftir dystin, tí teir
høvdu fingið í so nógv at
drekka og vóru dotnir av.
Kvinna við tvey
í promillu
Fýra fólk eru tikin fyri
rúsdrekkakoyring og tvey
teirra vórðu tikin innan fyri
eitt korter leygarnáttina á
Skálatrøð. Ein kvinna var
í millum hesi fýra, og hon
var eisini toppskorarin hetta
vikuskifti í promillukoyring,
tá hon varð máld at hava eina
promillu oman fyri tvey.
Av løgreglustøðini verður
sagt, at tað meiri enn so
kemur fyri, at kvinnur verða
tiknar fyri at koyra ávirkaðar,
men at menninir tó eru so
ruddiliga við yvirlutan.
Tíbetur hendi onki óhapp
í hesum fýra førunum, men
kunnu teir tiknu bilførarar
nir rokna við at missa koyra
kortið.
Skaðar á bilar
Rúsdrekkakoyring er ein
afturvendandi trupulleiki,
men eitt annað, sum altíð
tekur eitt sindur av plássi í
politirapportini, er skaðar á
bilar.
Hetta vikuskiftið hevur
herverk verið gjørt á
onkran bil. Men tað sum
næstan dagliga kemur fyri
er, at skaðar verða gjørdir á
parkeraðar bilar, har tann,
sum hevur gjørt skaðan
stingur av. Ein bilur bakkar
á ein annan, og so rýmir
førarin bara avstað uttan
at boða frá, og tað er sera
keðiligt hjá tí, sum hevur
fingið skaða á sín bil.
Herverk og bardagar
Sum vanligt er, so er eisini
smávegis herverk gjørt í
Havn um vikuskiftið. Onkur
hevur stytt sær stundir við
at bróta rútin í DER-bygn
inginum, har sum Baby og
barnaútgerð er, men her veit
løgreglan hvør hevur gjørt
herverkið.
Onkrir minni bardagar
hava eisini verið, og her
endaði eitt rokilsi uttan fyri
FK í miðbýnum við, at ein
maður bleiv skuldsettur fyri
brot á politiviðtøkurnar.
– Seks ungir mans vóru
farnir til hendurs, og løg
reglan kemur so á staðið fyri
at tosa menninar til sættis.
Men so er tað, at ein teirra
brýtur ein fløsku niður í vegin
framman fyri politibilin, og
hann er nú skuldsettur fyri
brot á politiviðtøkurnar.
Bygdamaðurin
og bussurin
Sunnunáttina skuldu nakrir
ungdómar av bygd so heim
aftur, eftir at hava verið
ein túr í býnum. Hesi ungu
høvdu leigað sær buss bæði
suður og norður, men buss
sjaførurin kom ongantíð eftir
teimum, tá tey skuldu heim
og so vóru góð ráð dýr.
Hetta gjørdist ein ungur
maður so argur um, at hann
fór beint á løgreglustøðina at
kæra sína neyð og vildi hava
løgregluna at koyra hann
norð, tá busssjaførurin ikki
møtti upp sum avtalað.
Løgreglan hevði annað
at gera, og bað mannin um
at fara avstað aftur, men
tað vildi hann ikki. Hann
ringdi til alarmsentralin
fleiri ferðir upp í saman, og
dugdi annars ikki at uppføra
seg sum fólk og tí varð hann
settur í brummuna.
Spentu tape
tvørtur um vegin
Leygarnáttina fekk løgreglan
boð um, at nakrir ungdómar
høvdu spent tape tvørtur um
vegin úti á Landavegnum.
– Hetta er ein rættiliga
vandamikil sportur, men
tíbetur hendi stóðst ongin
skaði av hesum, sigur vakt
havandi á løgreglustøðini í
morgun.
Um sjeytíðina sunnu
morgunin ringdi ein kona á
støðina. Maðurin, sum hon
er skild frá, og sum hevur
tilhald móti at koma henni
nær, var kortini komin á dyr
hennara um morgunin. Hetta
boðaði konan løgregluni frá,
og teir komu á staðið og fóru
avstað við manninum, sum
nú verður skuldsettur fyri
at bróta tilhaldið og fyri at
nokta at vilja upplýsa navn
og bústað fyri løgregluni.
Og at enda var eisini ein
tilburður, har løgreglan
var noydd at steingja ein
telefon. Viðkomandi, ið
átti telefonina, ringdi áhald
andi til alarmsentralin og
órógvaði, og tí ringdi løg
reglan til Føroya Tele og fekk
teir at steingja telefonina hjá
viðkomandi.
– Alarmsentralurin skal
bara nýtast í átrokandi førum,
og hava fólk annað upp á
hjarta, so eiga tey at ringja til
vanligu telefonina (35 14 48,
blðm.), sigur vakthavandi á
løgreglustøðini í morgun.
Løgreglan hevur ikki kett seg
Rúturin hjá Baby og barnaútgerð varð brotin um vikuskiftið, men løgreglan veit hvør hevur gjørt hetta
Mynd: Jens Kr. Vang
Serfrøðingar arbeiða
alt teir eru mentir fyri
at fáa upplýsingar úr
ferðmátaranum og
talu-skrásetaranum,
sum skrásetur
hvat varð sagt í
cockpittinum , og
roknað verður við,
at møgulig úrslit
fyriliggja fríggjadagin
FLOGVANLUKKA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Talu-skrásetarin, sum skrá
setur alt ið verður sagt inni
í cockpittinum, er saman við
ferðmátaranum sendur til
Florida til nærri kanningar.
Áðrenn hava serfrøðingar á
eini kanningarstovu í London
hugt at skrásetarunum, men
hava teir givið skarvin yvir,
og tí eru skrásetararnir nú
sendir til Florida.
Tað vísir seg at vera
ógvuliga trupult at fáa upp
lýsingar úr skrásetarunum, tí
partar av teimum hava fingið
skaða, hóast teir eru gjørdir
til at klára 1100 hitastig í ein
hálvan tíma.
– Taluskrásetarin er nú
ávegis til Florida, har tey hava
fólk, sum eru serfrøðingar í
at fáa fatur í upplýsingum,
sum annars eru truplir at
fáa hendur á, segði virkandi
stjórin í skaðanevndini,
Grete Myhre, við Avisens
Nyhedsbyrå fríggjadagin.
– Upplýsingarnir úr skrá
setarunum eru ógvuliga
týdningarmiklir fyri at vit
kunnu staðfesta tað, sum
er sagt í teimum ymsu sam
røðunum í miðlunum. Eisini
er møguleiki fyri, at aðrir
ókendir upplýsingar koma
fram. Okkurt sum flog
skipararnir og tey ferðandi
hava gloymt at greitt frá, ella
okkurt vit hava gloymt at spurt
tey um, sigur Grete Myhre.
Tað verður neyvan fyrr
enn fríggjadagin at vit vita,
um nakað brúkbart fæst
úr skrásetarunum, men
Grete Myhre er bjartskygd
og segði við Avisens
Nyhedsbyrå fríggjadagin, at
tey vóna at fáa upplýsingar
úr skrásetarunum.
Ikki punktering
Nógvar gitingar hava verið
frammi um orsøkina til van
lukkuna. Onkrar teoriir hava
verið um, at flogfarið punkt
eraði, tá tað setti seg, men
hetta er helst ikki tilfeldið.
Gummirestir eru funn
ar á breytini, men kann
ingarleiðarin í skaðanevnd
ini, Birgir Andreas Bull,
sigur við VG, at gummiið
ikki stavar frá nøkrum punkt
eraðum hjóli.
– Vit halda áfram við
arbeiðinum við at savna
fakta saman, og vit gera fleiri
samrøður við flogfelagið.
Skaðanevndin hevur funnið
fram ávís ting, sum gera at
onkrar orsøkir tykjast meiri
upplagdar enn aðrar, men
eg kann ikki siga meiri um
hetta beint nú, segði Birgir
Andreas Bull sigur við VG
fríggjdagin.
Talu-skrásetarin sendur til Florida
– Tað er einki at ivast í, at
allir føroyingar eru skelkaðir
av tí, sum hendi týsdagin í
seinastu viku, tá eitt flogfar
hjá Atlantsflogi fór út av
breytini í Stord í Noregi og
fýra fólk doyðu.
– Og sjálvandi eri eisini
eg skelkaður, men vit vita,
at vit fara at fáa eina ná
greiniliga frágreiðing um
orsøkina til tað, sum hendi.
Hesa frágreiðing og tess
niðurstøðu koma bæði At
lantsflog og eftirlitið hjá
felagnum Statens Luftfarts
væsen at fyrihalda seg til.
– Hendingin hevur iva
leyst ført tað við sær, at
Atlantsflog má sannføra
brúkaran, og tað vil so siga
fyrst og fremst okkum før
oyingar um, at trygdin og
mannagongdir annars eru í
hásæti, soleiðis at vit eisini
í framtíðini kunnu kenna
okkum trygg við at flúgva
við Atlantsflog.
– Spyrst tú um mítt álit á
Atlantsflog, so eri eg, sum
stórur brúkari av Atlantsflog
sjálvandi ávirkaður av
vanlukkuni í farnu viku.
Men týsdagin fari eg aftur
á flog við Atlantsflog í
arbeiðsørindum til Noregs,
sigur løgmaður, Jóannes
Eidesgaard.
Løgmaður um flog
vanlukkuna á Stord