Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 199 - 16. oktober 2006 William Heinesen er ein tann mætasti listamað­ur, ið Føroyar hava fostrað. Hann var rithøvundur, yrkjari og myndlistamaður um ein háls. Hann hevði eisini eitt gott oyra til tónleikin, og ummælarar plagdu mangan at taka til, at bøkur hansara eru skrivaðar av listamanni við stórum ansi fyri tónleiki. Í vikuni, sum fór, var ein av kendastu stutt­ søgum hansara “Den gale mands have” ella “Í Óðamansgarði”, sum søgan eitur á føroyskum, framførd sum opera við tónleiki eftir tónaskaldið Sunn­leif Rasmussen. Øll eru samd um, at framførslan var ein treyta­ leys succés. Alt gekk sum best, og hetta sera stóra og sera torføra tiltak eydnaðist alt, sum tað var. Tjóðpallur Føroya, sum stóð fyri fram­ førsluni, hevur framt eitt tónlistarligt og leik­ listarligt bragd. Tónleikurin var vakur og hugtakandi, sangurin var á altjóða støði, og spælið var framúr gott. Framførslan er eitt mentanarligt tiltak, sum øll eiga at fegnast um og sum vit føroyingar kunnu vera stoltir av. Operan “Í Óðamansgarði” er enn eitt dømi um, at vit eiga eitt sterkt listarligt umhvørvi á sera høgum støði. Hetta eiga vit øll at fegnast um. Hetta vikuskiftið hevur annars verið sera ríkt uppá mentanlig upplivilsi. Um somu tíð, sum operain fór av bakkastokki, fóru áhugaleikarar á pallin í Sjónleikarahúsinum við leikinum ”Piaf ”, ein leikur, sum skal vera við til at seta út í kortið av nýggjum okkara alra kæra sjónleikarahús - á tess 80 ára føðingardegi. Ein ótrúlig prestatión og frálík føðingardagsgáva til felagið og húsið og øll tey, sum elska sjónleik. Hóast hesi bæði ”Í Óðamannagarði” í Norður­ landahúsinum og ”Piaf” í Sjónleikarahúsinum ikki kunnu samanberast, so eru tey kortini eitt tekin um, hvussu ríkt mentanarlívið er her á klettunum. Lat okkum geva báðum hesum tiltøkunum eitt vælmeint klapp. Tillukku. Sosialurin Tónlistarlig og leiklistarligt bragd Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Í hesum síðsta parti í grein­ arøðini um væl­ferðar­ politisku raðfestingarnar í fíggjarlógaruppskotin­ um fyri 2007 skal eg fyrst vísa á nøkur ser­ støk bústaðarátøk og síð­ani stutt lýsa íløgu­ ætl­anina á almanna- og heilsuøkinum. Sosialpsykiatriskir bústaðir Hesi seinastu árini er stór orka løgd í arbeiðið fyri at fáa sinnisveikum sømilig bústaðar- og virknistilboð. Hetta sæðst aftur í játtanini til Deildini fyri Sinnisveik, sum er hækkað úr 7,8 mió. kr. í 2003 til 18,4 mió. kr. í uppskotinum fyri 2007. Ítøkiliga eru 2,2 mió. kr. av hækkingini í 2007 settar av til at reka eitt nýtt sambýlið til sinnisveik í Havn. Haraftrat eru 2 byggiverkætlanir, sum greitt verður frá um íløgurnar niðan­fyri. Býli til heimleys Í næstum verður lagt eitt lógaruppskot fyri tingið um almenn bútilboð til heimleys. Uppskotið fylg­ ir álitinum frá arbeiðs­ bólki, har bæði sjálv­bodnu felagsskapirnir Frels­ unarherurin og Blái Krossur eins og báðir kommunu­ felagsskapirnir vóru um­boð­ aðir. Kommunali mynd­ug­ leikin skal hava ábyrgdina av økinum og loysa upp­ gávuna í samstarvi við sjálvbodnu felagsskapirnar. Landið skal veita stuðul til hesi bútilboð og tí verður játtanin til endamálið hækka úr 1,1 mió. kr. upp í 2,4 mió. kr. Íløgur á almanna- og heilsuøkinum Í yvirlitinum niðanfyri er sett upp, hvussu ætlanin er at skipa íløgurnar á al­manna- og heilsuøkinum í 2007: Nútíðargerð av Lands­ sjúkrahúsinum: Í vár samtykti løgtingið eina verklagslóg um nútíðargerð og høvuðsumvæling av Landssjúkrahúsinum uppá 105 mió. kr. fyri árini 2006 – 2008. Hetta er fyrsti part­ ur í endurskoðaðu byggi­ ætlanini uppá íalt 350 mió. kr. í 10 ár. Útbúnaður til sjúkrahúsverkið: Hetta verður vanliga kallað Medicoteknisk tól, og størsti parturin av játtanini í 2007 skal fara til at gera røntgenverkætlanina lidna, so tað eftir 3 árum er hend ein nútíðargerð og útskifting av røntgenútbúnaðinum á øllum trimum sjúkra­hús­ unum. Framleiðsluhøli hjá apoteksverkinum: Umstøðurnar fyri heili­ vágs­framleiðsluni hjá apo­ teks­verkinum skulu endur­ nýggjast. Í 2006 eru 15 mió. kr. til verkætlanina og í 2007 skulu brúkast 5 mió. kr. aftrat til at gera arbeiðið liðugt. Endamálið er skapa betri karmar fyri at menna og víðka heili­ vágsframleiðsluna í Før­oy­ um, bæði sum betri veit­ ingartrygd til borgararnar og heilsuverkið, og til vinnulig endamál í landbúnaði og alivinnu her í landinum og til útflutnings. Byggiverkætlanir til sinnisveik: Í næstum fer ein byggi­ nevnd at leggja ætlanina fram um bygging av sosial­ psykiatriskum bústøðum til sálarsjúk, ið hava ser­ ligan tørv á hjálp. Hetta sambýlið skal liggja stutt frá Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Eisini fer ein bygginevnd at leggja eina aðra ætlan fram um bygging av Økis­ depli fyri sinnisveik í Suð­ uroy, har økis- og sosial­ psykiatrisk tilboð skulu samskipast. Klaksvíkar Sjúkrahús og sjúkrahúsverkið: Í fjør varð farið undir neyð­ ugar umvælingar, sum hava hildið fram í ár og eisini vera í 2007. Annars hava tingmenn spurt nógv eftir hvørjar ætlanir eru við Klaksvíkar Sjúkrahúsið, og nær farið verður undir nútíðargerð og útbyggingar av Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Áðrenn farið verður undir at leggja ætlanir fyri hes­ um, skulu vit hava eitt aðal­orðaskifti á løgtingi um okkara framtíðar heilsu­ verk. Álitið verður lagt fram seinni í ár, har m.a. skal vísast á, hvussu vit kunnu skipa og gagnnýta tey trý sjúkrahúsini, og eisini hvussu vit kunnu samskipa tað primera og sekundera heilsuverkið betri enn í dag. Verkætlanir til røkt­ar­ heim og eldrasambýli er umrøtt í 3. parti av hesi greinarøð, ið snúði seg um eldraøkið og viðurskifti hjá pensjonistum. At enda skal eg takka bløðunum fyri at tey hava givið mær innivist fyri hesum 5 greinastubbunum. Lesarunum skal eg takka fyri tolið, og eg vóni ikki at eg havi troytta tykkum óneyðugt, men at nøkur tykkara hava fingið okkurt burturúr. Tað góða samfelagið og fíggjarlógin – 5. partur Nútíðargerð av Landssjúkrahúsinum 33 mió. kr. Útbúnaður til sjúkrahúsverkið 8 - Nýggj framleiðsluhøli hjá apoteksverkinum 5 - Umvælingar Klaksvíkar Sjúkrahús 1 - Byggiverkætlanir til sinnisveik 6 - Verkætlanir til røktarheim og eldrasambýli 18 Tils. 71 mió. kr. landsstýrismaður Hans Pauli Strøm