mánadagur 16. oktober 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 16. oktober 2006
11
Tá beiggi mín sum 22-
ára gamal segði okkum í
familjuni frá, at hann var
samkyndur, gjørdist eg sera
glað hansara vegna og var
errin av honum, tí hann var
so djarvur og strálaði av
sjálvsáliti og dirvi. Seinni,
tá henda spontana gleðin
hevði lagt seg, byrjaðu ótta
fullir tankar at stinga seg
upp, tí væl visti eg, at sam
kynd ikki verða eins og
væl viðfarin av øllum. Og
als ikki í Føroyum, sum vit
hava verið vitni til gjøgnum
longri tíð. Tað er nívandi
og hart at leggja oyra til
sera niðurgerandi og hatsku
orðingarnar, enntá eisini frá
landsins ovastu, mótvegis
teim samkyndu. Serliga
aftan á seinasta tilburðin,
sum eg sum systir at einum
samkyndum leingi havi ver
ið bangin um: at ein sam
kyndur varð álopin, háðaður
og bukaður orsaka av, at
hann var samkyndur. Og
verri enn tað: hann hevur
aftan á hesa meiningsleysu
og ómenniskjasligu viðferð
verið ákærdur fyri at vera
“grenjutur” og “sjálvur at
hava havt skyldina”! Tað,
at løgreglan ikki hevur
heimild at gera nakað í hes
um málið, vísir klárt og
týðiligt, at tey samkyndu
hava hjálp fyri neyðini.
Tað er tí við djúpastu sam
kenslu við familjuni hjá
Rasmusi og við tonkunum
um framtíðina fyri okkara
samkyndu í Føroyum, at
eg eggi til, at lógin MÁ
endurskoðast.
Í sendingini “62 norður”
hjá ÚF frá týsdegnum
10.10.06, har Alfred Olsen
var gestur, ringdi Mortan
Rasmussen inn og segði,
at høvdu álopini á Rasmus
verið framd í USA, hevði
tað verið viðgjørt sum
“hate crime”. Tíverri gjørdu
hvørki journalisturin ella
Alfred Olsen nakað burtur
úr hesum fyribrigdinum,
møguliga tí tey ikki høvdu
hoyrt um tað fyrr. Hugtakið
”Hate Crime” ella ”haturs
ágangur” skilir seg frá øðr
um lógarbrotum við tað,
at orsøkin til brotsgerðina
er hatur mótvegis einum
einstøkum minniluta. Offrið
er sostatt umboð fyri nakað,
sum gerningsmaðurin er
ímóti, og orsøkin til brots
gerðina hevur harvið einki
við persónlig viðurskiftir
millum offrið og gernings
mannin at gera. Við øðrum
orðum er talan um full
komiliga meiningsleysan
ágang.
Beiggi mín lesur fyri tíð
ina í Danmark. Sum støðan
er í Føroyum nú, hevur
hann sjálvsagt ongan hug at
flyta aftur. Eiheldur hevur
hann hug at stegða leingi
heima í frítíðini, tí sum
hann sigur “hetta er ikki eitt
verandi stað fyri meg”. Er
tað hetta, tit vilja uppnáa: at
okkara samkyndu flyta av
landinum?! Tit politikarar,
sum í sínari tíð atkvøddu
nei til, at tey samkyndu
skuldu nevnast í antidis
kriminatiónslógini?
At
viska tey samkyndu burtur,
at fortreingka tey, ber kanska
til í eitt stutt tíðarskeið.
Men vit eru mong, sum ikki
vilja finna okkum í, at hesin
minnilutabólkurin verður
goymdur og gloymdur, tí tey
samkyndu hava altíð verið,
eru og fara altíð at vera ein
(minniluta)partur av einum
og
hvørjum
samfelag!
Hóast vit ikki eru samd um
etiskar spurningar, eiga vit
at hava virðing hvør fyri
øðrum.
Hetta er tí ein innilig
áheitan til tykkum politik
arar um at ganga upp
skotinum hjá Finni Helms
dali um at broyta anti
diskriminatónslógina
á
møti!
Skal “hate crime” vera loyvd í Føroyum?
Dorthe
Pedersen
Meðani eg var uttanlands
og ferðaðist, hendi syrgi
ligi tilburðurin við Ras
musi, at hann umframt
at verða happaður fyri at
verða samkyndur, eisini
var hóttur eftir lívinum.
Tíbetur eru nógv fólk,
sum eisini gera vart við
seg í bløðunum - har er
nógv gott skrivað.
Eg havi ilt við at trúgva,
at meirilutin av okkara
fólki skal hava nakað
ímóti, at vit við lóg tryggja,
at happing av samkyndum
verður bannað. Tað er tað,
málið snýr seg um.
Vit minnast, hvussu
ófatuliga long tíð gekk,
áðrenn vit fingu javn
støðulóguna viðtikna. Eis
ini tá regnaði við skrift
støðum úr Bíbliuni sum
argumentatión móti, at
lógin varð viðtikin.
Tá Kvinnufelagið síðst
í 80-unum fór undir at
stovna Kvinnuhúsið, var
eisini sagt, at hetta var
fullkomuliga
óneyðugt
í Føroyum, tí føroyskar
kvinnur høvdu tað so
gott. Her var ongin, sum
bukaði kvinnur og børn.
Men tað vísti seg skjótt,
at Kvinnuhúsið fekk úr
at gera, og at føroyskar
kvinnur og børn teirra
ikki hava tað pettið betri
enn í londunum kring um
okkum. Tørvurin var her
og størri enn væntað.
At misnýtsla av børn
um, incest, eisini var í
Føroyum, kundi heldur
ikki passa. Men tað hevur
víst seg, at á hesum øki er
líka so galið, sum í øðrum
londum.
Vit eru ikki pettið ann
arleiðis enn fólk í øðrum
londum og hava somu
trupulleikar sum tey.
At fólk eru samkynd,
kunnu tey ikki sjálv gera
nakað við, soleiðis eru tey
skapt. Tað eiga vit at góð
taka uttan víðari. Tað eru
ikki tey, sum eru trupul
leikin!
Hví skal hetta verða ein
trupulleiki hjá øðrum?
Hvat viðkemur sexuali
teturin hjá øðrum menn
iskjum okkum?
Er eitt menniskja ikki
eitt menniskja uttan mun
til sín sexualitet?
Hvat er hetta fyri ein
býtt ræðsla nøkur fólk
hava?
Hvat er at ræðast?
Vit hava so nógvar
møguleikar at finna fakta
fram um ymisk evni í dag.
Tí eru míni ráð til tykkum
ræddu: Kunnið tykkum
um evnið, so tit ikki í
býttheit gera næstanum
fortreð.
Vit mugu krevja av
løgtingsmonnum, at teir
eru sína uppgávu vaksir
og taka hetta í álvara,
so diskriminatiónslógin
eisini kemur at umfata
kynsliga
orientering.
Hetta er einki minni enn
teirra skylda.
Tað er at fegnast um,
at fleiri teirra nú siga seg
vilja taka undir við, at
diskriminatiónslógin eis
ini skal fevna um sexuella
orientering.
Teir
taka
ábyrgd.
Eg fari so inniliga at
heita á restina av ting
monnunum, sum enn eru
ímóti, at hugsa seg um
og broyta støðu. Hvussu
kunnu tit liva við og
forsvara, at okkara lóg
gáva skal vera verri enn
í londunum kring okk
um? Tað er stór vanærulig
skomm!!!
Sjálvandi skulu
vit við lóg verja
minnilutabólkar
Inga
Ellingsgaard
Búfuglar
Ljómandi grágásaflokkur
yvir Klingurstjørn –
flytifuglur horvin er.
Heystvindar
oman millum Eysturskarð –
blæsandi yvir fólnandi lyng.
Sveimandi búfuglur –
oftast lítið hugsað um teg –
trúfesti títt til oyggjar okkara er.
Viggo Olsen
Guds samkoma gekk sína beinu leið,
langt burtur frá heimsins slóð,
og heimurin sjangraði síni løg,
men hon sang eitt heilagt ljóð.
„Rætt mær tína hond,“ rópti kátur hann,
„vit skulu jú somu leið.“
Men hvítu hond sína fjaldi hon
og svaraði avgjørt: „NEI.“
2. „Ájú, bert ein stuttan tein, kom við!“
Nú røddin var mild og blíð.
„Her vegurin slættur og góður er,
og sólin her skínur fríð.
Eg gangi á breiðum dygdarveg,
og víð eru grind og lið,
jú, gaman er í hjá okkum báðum
at fylgjast lið um lið.“
3. Hon rætti nú út sína hvítu hond,
sum smæðin hon snúði sær á.
Hann hondina tók, tey fylgdust so,
og ljódliga mælti hann tá:
„Í betri klæðum eg fegin teg sá;
eg perlur tær geva skal,
fínt floyal og silki og gimstein í hár,
tað fer tær at klæða væl.“
4. Sín snjóhvíta búna hon skammaðist við
– hon saman við heimsins hann bar,
og rodnandi hugdi í eygu hans inn,
sá hitt spottandi smílið, har var.
„Eg fari í hatta,“ helt samkoman tá.
„Hatta fína, jú, eg taki av!“
5. Og búnan hin hvíta hon blakaði burt,
læt seg í tað, sum heimurin gav:
hitt dýrasta silki, hitt fínasta lín
við gimsteinum, perlum á.
Og prýtt var høvdið, hitt vakra hár
í túsundtals purlum lá.
6. „Tann kroysan, tú býrt í, er als ikki góð,
men borg eg skal byggja til tín.
Har innbúgv skal vera av fínasta slag
og teppi og gluggatjøld fín.“
So stoltur var heimur, tá hann henni gav
eitt vakurt, eitt glitrandi heim,
har saman við sonum og døtrum hon nú
væl hugna sær kundi við gleim.
7. Nú leikur og rómur í høllum fór fram,
og heimur við børnum har var.
Við látri og tónleiki hugnaðust tey
– og einki var bønarhald har!
„Eg synd tína kenni,“ so syrgin hann var,
hin náðinnar eingil, har fleyg.
Tá suffandi samkoman vendi sær á.
„Ja, børn míni – hvar eru tey!“
8. „Tínir talarar, bersøgnir eru teir“
– nú harmur var rødd hans í,
„míni kæru børn, teir jú ræða tey,
teir hoyra til farna tíð.
Teir tala um pínu, um svávul og eld
og neyð, ið ei enda fær,
um pínustað, sum nú á okkara tíð
ei nakar kann hugsa sær.
Eg senda skal nakrar av betri slag,
teir tala so stuttligt og væl.
Teir siga: Nú ein og hvør ger, sum hann vil,
hann enda í Himli tó skal.“
9. Nú heimsins børn fylgdust hennara við
í vinskapi, tvey og tvey,
so bert tann Harri, ið kennir alt,
kann skilja ímillum tey.
Og samkoman setti seg niður í frið:
„Nú eri eg mett og so rík;
ja, nú skal eg dansa og stuttleika mær
og vera heiminum lík.“
10. Við fragd tá heimurin vendi sær burt:
„Nú samkoman fallin er;
og einasta, hon kann rósa sær av,
er skommin so opinber.“
*Matilda C. Edwards.
(Sigurd Berghamar týddi)
Heimurin og samkoman
viðmerkingar