mánadagur 16. oktober 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 199 - 16. oktober 2006
Lat tað vera sagt beinan
vegin. Tað er ikki stuttligt at
hyggja eftir føroyska lands
liðnum í løtuni. Liðið spælir
vánaligari enn nakrantíð og
hevur somuleiðis verri úrslit
enn nakrantíð. Føroyska
landsliðið telist nú millum
absolutt vánaligastu lands
liðini í Evropa, og er í
vanda fyri at enda sum eitt
nýtt San Marino - sum eitt
lið, ið stórt sæð ongantíð
fær stig, líkamikið hvussu
ússalig mótstøðan er.
Seinastu fýra dystirnar
hevur føroyska liðið tapt
4 dystir á rað og hevur
ein málmun á -20. Einans
(surprise!) San Marino er
vánaligari við málmuninum
-20 fyri einans 2 dystir,
meðan Andorra hevur ein
málmun á -18 fyri 4 dystir.
Um fótbóltur snúði seg
um at enda aftast, so lógu
føroyingar í oddinum, og
oddurin í evropeisku lands
liðadeildini hevði sæð út
sum á talvu A.
Undir øllum umstøðum
er føroyska landsliðið nú í
stórum vanda at vinna sær
tann ivasama heiður at gerast
vánaligasta
evropeiska
landslið av øllum. Og tá
er
spurningurin
hvørja
nyttu vit sum land hava
av okkara landsliði. Eftir
mínari meining er nyttan
nærum negativ, soleiðis
sum landsliðið spælir í løt
uni.
Dávid móti Goliat
- Hinvegin - vísir Dimma
lætting í oddagrein hós
kvøldið á - hava vit í sein
astuni sæð, at tað ber til
hjá teimum smáu. Malta
vann 2-1 móti Ungarn og
leygardagin vann Kypros
5-2 á Írlandi. Sum oftast
fer føroyski leikluturin
at vera tann hjá Dávidi,
men hann vann jú eisini á
Goliat. Føroyar hava eisini
fyrr víst, at tað ber til, og
vit ivast ikki í, at tað fer
at bragda aftur fyrr ella
seinni.
Sostatt metir Dimmalætt
ing, at vit eiga at halda
fram í altjóða fótbólti, og
tað er eisini mín meting,
hóast eg havi lyndi at renna
skríggjandi burtur frá sjón
varpinum av berari skomm,
tá landsliðið spælir.
1 stig fyri hvønn dyst
Hóast føroyska landsliðið
helst ongantíð kann gera sær
vónir um at sleppa við í eitt
EM- ella HM-endaspæl, so
eigur landsliðið tó at hava
onkrar aðrar ambitiónir enn
bara at ”vera við fyri at
læra”.
Sjálvandi verða tap góð
tikin, um landsliðið hóast
sterka
yvirvøld
hevur
kempað allan dystin. Men
sum heild eigur landsliðið
at satsa upp á eitt stig í
hvørjum dysti.
Persónliga eri eg ikki
nøgdur uttan at føroyska
landsliðið fær 12 stig í nú
verandi EM-undanbólki.
Hetta
verður
neyvan
av nøkrum í hesi undan
kapping, men eg vóni,
at landsliðið fer at satsa
meiri upp á at savna saman
stig í eini komandi undan
kapping.
Tað er tann einasti veg
urin út úr tí æviga kyks
endinum, tað er at vera eitt
”undirklassalið”. Og um
tað ikki er eitt mál hjá smáu
londunum í Evropu at standa
yvirklassaliðunum kurl, so
fari eg at geva monnum
sum Franz Beckenbauer
rætt í, at smálondini áttu
at spælt í eini ”undan-
undankapping”. So kundu
t.d. tey 4 frægastu av
”undirklassaliðunum” slopp
ið við í veruligu undankapp
ingina.
Kappingin móti hinum
smálondunum
Nú er tað sjálvandi ikki
lætt at siga nær eitt lið er
undirklassi,
meðalklassi
ella yvirklassi. Men fylgj
andi uppbýti kann møguliga
nýtast sum ein ábending.
Tølini eru roknað út sum
”stig fyri hvønn dyst”. Um
eitt lið vinnur allar dyst
irnar, fær liðið 3,00. Um
eitt lið tapir allar dystirnar,
fær liðið 0,00. Um eitt
lið hinvegin fær eitt stig
í hvørjum dysti, fær liðið
1,00.
Út frá hesum havi eg býtt
liðini upp í hesar klassar.
Hægri yvirklassi: 2,50-
3,00; Yvirklassi: 2,00-2,50;
Hægri meðalklassi: 1,75-
2,00; Meðalklassi: 1,25-
1,75; Lægri meðalklassi:
1,00-1,25;
Undirklassi:
0,50-1,00; Lægri undir
klassi: 0,00-0,50. (Strika
merkir her ”til og uttan”.)
Í talvu B eru øll lond
ini í núverandi EM-undan
kapping sett upp í ein
“tignarstiga”. Í talvu C eru
londini frá júst farnu HM-
undankapping sett upp í
ein tignarstiga eftir sama
leisti. Í báðum talvum eru
Føroyar millum absoluttu
botnskavararnar. Tað eru
hesar botnskavararnar, vit
eiga at samanbera okkum
við - ella rættari: at sleppa
undan at vera samanborin
við!!!
Mín persónliga ambitión
fyri føroyska landsliðið er,
at arbeitt verður miðvíst
fyri at skapa eitt landslið,
ið fær í meðal í minsta lagi
1 stig fyrr hvønn dyst. Tá
gerast vit tað eg havi valt at
rópa ”eitt meðalklassalið”,
og tá hava vit veruliga eitt
landslið, vit kunnu vera
errin av. Í hvussu er eiga
vit at stremba eftir hesum,
soleiðis at vit í minsta lagi
sleppa upp úr tí, eg her havi
valt at rópa ”lægri undir
klassi”.
Talva A
1: San Marino
0-0-2
0-20
0
2: Føroyar
0-0-4
0-18
0
3: Andorra
0-0-4
1-19
0
4: Liechtenstein
0-0-3
1-11
0
5: Luxembourg
0-0-3
0-4
0
6: Estland
0-0-3
0-4
0
7: Aserbaidjan
0-1-3
1-8
1
8: Moldova
0-1-3
2-10
1
9: Armenia
0-1-2
0-4
1
10: Írland
0-1-2
3-7
1
Landsliðið - vánaligast í Evropa
Talva B
EM-undan
kapping 2006-8
Hægri yvirklassi
Grikkaland
3,00
Svøríki
3,00
Turkaland
3,00
Týskland
3,00
Niðurlond
2,50
Serbia
2,50
Kekkia
2,50
Yvirklassi
Danmørk
2,33
Ísrael
2,33
Kroátia
2,33
Rumenia
2,33
Frakland
2,25
Skotland
2,25
Bulgária
2,00
Finnland
2,00
Noreg
2,00
Ukraina
2,00
Hægri meðalklassi
Belgia
1,75
Itália
1,75
Makedónia
1,75
Norðurírland 1,75
Ongland
1,75
Pólland
1,75
Meðalklassi
Russland
1,67
Slovákia
1,50
Litava
1,33
Portugál
1,33
Lægri meðalklassi
Bosnia
1,00
Hvítarussl.
1,00
Kýpros
1,00
Lettland
1,00
Malta
1,00
Slovenia
1,00
Spánia
1,00
Valisia
1,00
Undirklassi
Georgia
0,75
Ísland
0,75
Ungarn
0,75
Kasakstan
0,50
Lægri undirklassi
Albánia
0,33
Armenia
0,33
Írland
0,33
Aserbaidjan
0,25
Moldova
0,25
Andorra
0,00
Estland
0,00
Føroyar
0,00
Liechtenstein 0,00
Luxembourg 0,00
San Marino
0,00
Talva C
HM-undan
kapping 2004-6
Hægri yvirklassi
Niðurlond
2,67
Ongland
2,50
Portugál
2,50
Yvirklassi
Kroátia
2,40
Pólland
2,40
Svøríki
2,40
Itália
2,30
Kekkia
2,25
Serbia
2,20
Rumenia
2,08
Ukraina
2,08
Frakland
2,00
Spánia
2,00
Hægri meðalklassi
Russland
1,92
Slovákia
1,92
Turkaland
1,92
Danmørk
1,83
Helvetia
1,80
Ísrael
1,80
Noreg
1,80
Grikkaland
1,75
Meðalklassi
Írland
1,70
Bosnia
1,60
Bulgária
1,50
Eysturríki
1,50
Estland
1,42
Ungarn
1,40
Finnland
1,33
Skotland
1,30
Lettland
1,25
Lægri meðalklassi
Belgia
1,20
Slovenia
1,20
Albánia
1,08
Hvítarussl.
1,00
Litava
1,00
Undirklassi
Norðurírland 0,90
Georgia
0,83
Valisia
0,80
Makedónia
0,75
Liechtenstein 0,67
Armenia
0,58
Moldova
0,50
Lægri undirklassi
Andorra
0,42
Ísland
0,40
Kýpros
0,40
Aserbaidjan
0,30
Malta
0,30
Føroyar
0,10
Kasakstan
0,08
Luxembourg 0,00
San Marino
0,00
Sámal Matras
Kristiansen
Í byrjanini
Tað er eingin dýpd í rúmdini,
heldur ikki sporleysu fløtu andans
hvørs ásýnd skyggir fullkomileika - -
kvirr, ógatað, men ásýnd hóast alt.
Og so tók hann ein stein,
og kastaði hann,
og við vekt hansara sum hann fell,
dró niður hina fløtu vídd,
og telgdi eitt jarðildi og dal har eingin
hevði verið.
Og vektin av steininum í hjarta jarðarinnar
dró til tess bróst vektina av himni,
og á honum gingu føtur av skapningum,
og teirra hálsar Bylgjaðu luftina.
Og steinurin í avgrund himins,
hansara vekt av órógv og máli,
boraði frá hini tómu hædd
eina rennandi æðr av dýpd.
Talið, Skapningar - -
sláið á bundnu luftina við tykkara tungum.
Kallið, Einglar, gjøgnum hæddina ið steinurin
hevur gjørt.
Smakkið, og finnið heimin ið orð hansara hevur
kastað.
Í gjøgnum dýpdir, endurljómið hans tøkk!
Christian Fróði Djurhuus
umsetti
viðmerkingar
Kóka vatnið í Havn
og Kollafirði
Bert tvær vikur eftir at havnarfólk fingu boð um at kóka
vatnið, er kommunan aftur úti við tilráðing um at kóka
drekkivatnið.
Orsøkin til, at heitt verður á havnafólk um enn eina
ferð at kóka vatnið, stavar frá, at vatnkanningar, sum
í løtuni verða gjørdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni,
geva ábendingar um smáar nøgdir av bakterium í
drekkivatninum. Talan er um sulfit reducerandi
bakteriur og enterokokkar. Ávaringin er galdandi fyri
alt drekkivatn frá reinsiverkunum í Villingardali og
Havnardali, og ávaringin um drekkivatnið í Kollafirði
er enn galdandi.
Lært frá seinast
Heðin Mortensen borgarstjóri sigur við Sosialin, at
hesaferð hava tey lært av mistøkunum frá seinast, og
eru úti við ávaringini beinanvegin.
- Fyri at tað ikki skal endurtaka seg, at kanningarúrslit
ikki verða kunngjørd fyrr enn fleiri dagar eftir at tey
fyriliggja, fara vit út við ávaringini beinanvegin. Tað
lovaðu vit seinast og tað halda vit, sigur borgarstjórin, sum
eftir seinastu hending endurskoðaði mannagongdirnar í
sambandi við ávaringar um vatndálking í kommununi.
Sostatt hava Fiskavirking og ellisheim møguleika fyri
at taka neyðug fyrilit, greiðir borgarstjórin eisini frá.
Tað verða eini 2-3 dagar áðrenn kanningarúrslitini
fyriliggja
Vatnið skal kókast í 2 minuttir við 100 stig og lýst
verður aftur, tá kanningin er liðug.