mánadagur 16. oktober 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 16. oktober 2006
13
Poula Olivia Danielsen, Leirvík, ættað úr Nólsoy,
andaðist sunnudagin 15. oktober, 86 ára gomul.
Kistan fer av Giljagarði í Leirvíkar kirkju í kvøld
kl. 18.30. Jarðarferðin verður úr kirkjuni mikudagin
kl. 14. Tey, ið vilja minnast Oliviu, kunnu lata eina
peningagávu til herbergið hjá Frelsunarherinum í
Havn.
Kaj Thomassen, í Hoyvík, andaðist leygardagin,
35 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd
seinni.
Sonja Stangeland, fødd Kjelnæs, Klaksvík,
andaðist á Hauelang Sjúkrahúsi í Bergen frggja
morgunin 13. oktober, 75 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Dagurin í morgin
17. oktober. Florentinus, deyður umleið 1525. Biskupur
í Orange í Fraklandi. Kendur úr søguni av fleiri
kirkjufundum, har hann hevur verið við, men annars
vita teir einki um hann at siga. Mikkjal á Ryggi varð
føddur hendan dagin í 1879.
Týsdagin 17. oktober fyllir Bjarni
Ólav Jøkladal, búsitandi í Hoyvík,
80 ár. Bjarni er mest kendur frá
Essostøðini, seinni Statoilstøðini í
Kollafjarðardali, har hann rak sína
egnu fyritøku ígjøgnum tríati ár.
Mong munnu minnast aftur á staðið,
har beinasemi varð víst og hjálp, tá ið
ástóð, annaðhvørt tú ein summardag
vart uppsteðgaður fyri brennievni, ella
tú á vetrardegi ikki vanst vegin víðari
í eini kavaódn.
Bjarni er fuglfirðingur, føddur á
Tvøroyri. Foreldur hansara vóru Maria,
fødd Høgnesen, ættað úr Oyndarfirði,
og Óli Jøkladal, vanliga róptur Óli á
Lakjuni, sum var ættaður úr Fuglafirði.
Bjarni er elstur av seks systkjum.
Eftir barnaskúlan í Fuglafirði varð
farið í holt við at læra á Tórshavnar
Skipasmiðju og hildið fram við lær
uni á Blikksmiðjuni hjá Kjølbro á
Fornagørðum í Klaksvík, har morbróðir
hansara Erling Høgnesen var leiðari.
Eftir lokna útbúgving og motor- og
maskinpassaraprøvan í Havnini seinast
í fjørutiárunum fór Bjarni til skips sum
2. meistari við skonnartini “Hjørdis”,
sum júst hevði fingið nýggjan B.&W.
motor ísettan. Eftir hetta var hann 2.
meistari við trolaranum Krosssteini.
Nú bar leiðin so aftur til Klaksvíkar,
har maskinistskúlin varð á dagsskránni
fyrst í fimmtiárunum.
Næstu tíggju árini var Bjarni síðan á
sjónum, fyrst sum maskinmeistari nøkur
ár við hvalabátinum Sirru í miðjuni av
fimmtiárunum, síðan við trolarunum
hjá Kjølbro Jóannes Paturssyni – Bónd
anum – og fyrst í sekstiárunum við
Sjúrðarbergi, til hann legðist upp á
land. Mangan hevur Bjarni sagt frá
minniliga túrinum við Sirru, tá ið teir
fingu ein bláhval – einasti bláhvalur, ið
varð fingin tey árini. Bjarni stóð sjálvur
við spælið hesa spennandi løtu.
Bjarni tók nú við leiðarastarvinum
á Blikksmiðjuni hjá Kjølbro á Forna
gørðum í Klaksvík, har hann mong ár
frammanundan hevði starvast. Starvið
røkti hann til lítar, inntil hann flutti í
Kollafjarðardal í 1968.
Bjarni hevur verið virkin í samkomu
lívinum innan brøðrasamkomuna, og
hevur hann tey seinnu árini verið við til
at mynda leiðsluna av samkomuni Zion
í Kollafirði. Eisini hevur hann verið
virkin innan Kristniboðssambandið, har
hann eitt skifti sat sum nevndarlimur.
Bjarni er ættkærur maður og hevur
fingist nógv við ættargransking. Hann
hevur øll árini, síðan hann gavst at sigla,
havt bát, og hevur hetta verið hansara
høvuðsítriv, tá ið ein løta beyðst. Bjarni
er, hóast høvuðsyrkið er lagt á hillina,
lættur á fótum og er fúsur til verka at
taka eina hond í, har á stendur. Ja, hann
kann í so máta gera nógvum ungum
monnum til skammar við sínum áræði
og virkisfýsni. Optimismuna kanst tú
ikki taka frá honum.
Bjarni giftist í 1952 við Torbjørg
Maritu, fødd Jacobsen - seinni á
Bergi, ættað úr Klaksvík. Foreldur
hennara vóru Elisabet, rópt Betta, fødd
Mikkelsen, ættað úr Syðrugøtu, og
Sámal á Bergi, vanliga nevndur Sámal
hjá Antinesi. Bjarni og Torbjørg eiga
tveir synir: Ólavur og Bjarti. Ólavur býr
í Hoyvík, og Bjarti býr í Kollafirði.
Føðingardagurin verður hildin frá
klokkan 12 í heimi teirra í Torkilsgøtu
3.
Árni
Bjarni Jøkladal 80 ár
Hósdagin 12. oktober høvdu
vit í Miðlahúsinum vitjan av
3a í Tvøroyrar skúla.
Børnini komu til Havnar
um morgunin og fóru suð
ur aftur sama dag. Tey
vitjaðu heystfagnaðin á
Náttúrugripasavninum,
svumu í Svimjihøllini í
Gundadali og hugdu at djóra
garðinum hjá Peturi Nolsøe
á Ternuryggi. Síðan vitjaðu
tey í Miðlahúsinum, og sóu
hvat húsið verður nýtt til.
Tað var foreldrabólkurin
í flokkinum, sum skipaði
fyri túrinum, og fleiri av
foreldrunum vóru við.
Vitjan av 3a í Tvøroyrar skúla
Børnini í 3a í Tvøroyrar skúla vitja í Miðlahúsinum
Mynd: Magnus Gunnarsson
Í Lindini týsdagin kl.
13.10
Nú vertarskráin er komin á
breddan, eru ferðafrásagn
irnar hjá M.C. Restorff úr
Grønlandi aftur á skránni.
Hin fyrrverandi hotelverturin
dugir til annað enn at borð
reiða mat fyri fólki, og mong
eru tey, sum meira ella minni
regluliga hava lagt oyru til
umrøðuevnini úr útnorði.
Helt 55 ára
føðingardag í Nuuk
»Afturkomin til Sisimiut eftir
trúboðanarferðina við Juvel,
lat frúan meg vita, at hon
hevði bílagt kahútt umborð
á strandfaraskipinum Saffik
Ittuk. Eg gjørdist bæði glað
ur og bilsin at hon soleiðis
hevði fyriskipað eina mini
feriu á hotelli í høvuð
staðnum í sambandi við 55
ára føðingardagin hjá mær
hin 4. august«, sigur M.C.
»Útferðin kemur so sanni
liga eisini lurtarum hjá Lind
ini til góðar, nú heimildir av
øllum møguligum slag fara
at verða at verða bornar frá
ferðini í Miðgrønlandi hesar
fyrstu mongu komandi vik
urnar«, leggur hann afturat.
Tilfarið trýtur ikki
Enn er hópin av tilfari til at
taka frá sumrinum 2005.
»Ikki smávegis upplivingar
og siðsøguligt tilfeingi liggur
bara og bíðar eftir at verða
redigerað. Síðani verður tað
tvinnað saman við sangi og
hóskandi tónum í nakrar
knappan tíma drúgvar send
ingar.
Haldi meg bara til sama
leist, sum higartil. Tað er líkas
um komið í blóðið«, leggur
M.C. skemtandi afturat.
Jólakrás
Upptøkur frá í summar, verða
sendar í desember. M.C. helt
tað vera spennandi at gera
hesar upptøkurnar júst 1 ár
eftir tær fyrstu.
»Nú bar til at fylgja upp
uppá hetta og hitt. Hvat varð
av honum og henni o.s fr.«,
sigur M.C. at enda.
»M.C. á ferð«
Fyrsti skúladagur er ein hátíðardagur í Grønlandi